Friday, August 27, 2010

Flott útsýni á Argjum.

Turið á Bakkanum og eg fóru ein túr út til Hansinu g John, tíbetur er hon nú frægari í beininum. Eini flott hús Hans Magni eigur, tað má mann siga. Og útsýnið er fantastiskt.

vitja fólk 015 vitja fólk 006 vitja fólk 007 vitja fólk 008 vitja fólk 009 vitja fólk 011 vitja fólk 014

Sunday, August 22, 2010

Ung dansa føroyskan dans í Dali (av portalinum)

 

Fríggjakvøldið 3. og leygardagin 4. september skipar Sláið Ring fyri stevnuni Ung í dansi 2010. Stevnan er fyri ungfólk í aldrinum 13 - 17 ár. Onnur ung , sum hava hug at luttaka, men sum eru farin upp um aldursmarkið, eru vælkomin at melda seg til sum hjálparleiðarar.
Í ár verður stevnan hildin í Eiriksgarði í Dali. Dalur er gomul dansibygd og hevur Eiriksgarður eitt framúr gott dansigólv, so umstøðurnar skuldu verið tær bestu.
Stevnan byrjar fríggjakvøldið við nátturða. Eftir nátturðan verður almennur dansur, har ungu luttakararnir sleppa at dansa saman við dansufeløgunum í Sandoynni, Stígum Fast og Leikum Fagurt og øðrum, ið leggja leiðina framvið.
Leygarmorgunin er dansur og læra á skránni. Evnið á stevnuni hesaferð er dansisiðir. Vilhelmina Larsen, ið hevur fingið dansin inn við móðurmjólkini í Skálavík, greiðir frá um góðan dansisið. Eisini kemur Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring, at greiða frá dansisiði í sambandi við brúðardans.
Seinnapartin er ein útferð á skránni. Tiltakið endar við at luttakararnir sleppa at uppliva roykstovumentanina, sum hon var fyri hundrað árum síðani. Tey koma at luttaka á eini kvøldsetu har rokkurin gongur í takt við kvæðini, har karðarnir klórast og stokkarnir ringla. Alt meðan greitt verður frá gomlum døgum, og gomul føroysk barnaspøl verða víst fram. Teir luttakarar, ið hava hug, sleppa eisini sjálvir at royna seg.
Stevnan er ókeypis og luttakararnir fáa ferðaseðilin endurgoldnan. Hetta verður gjørt fyri at ung úr øllum landinum skulu hava møguleika at luttaka uttan kostna.
Skráin fyri tiltakið og onnur kunning liggur á heimasíðuni hjá Sláið Ring. www.sr.fo

thumbnailCA1LZC75

Saturday, August 21, 2010

Døgurðagestir

Sólrun og Lars komu til døgurða og Inga Rósa til kaffi. Eg stokti eitt tjógv, tað var í ovninum í 10 tímar. Deiliga moyrt, og so gjørdi eg myntupesto, tað havi eg aldrin roynt áður. Tað var OK. Elin kom eissini niðan ein túr.

IMG_1618 IMG_1613 IMG_1614 IMG_1615 IMG_1616

Friday, August 20, 2010

Tuesday, August 17, 2010

Torv, tistlar og te

Havi verið eina viku í Ytru Hebridunum. Var á ráðstevnu um oyggjasamfeløg, tey vildu hava tann føroyska vinkulin við, so eg hevði eina framløgu um føroyskar bókmentir. Føroyingar hava skrivað so nógv sjálvir í mun til fólk av St. Kildu, sum næstan einki hava skrivað sjálvi. Afturfyri eru meiri enn 700 tekstir skrivaðu UM tey. Ráðstevnan var serliga um St. Kildu, og tey gjørdu eina útferð hagar aftaná. Oyggjasamfeløgini í Atlantshavi eru so sera lík.

Hebridurnar 348 Hebridurnar 355 Hebridurnar 005 Hebridurnar 025 Hebridurnar 026 Hebridurnar 030 Hebridurnar 033 Hebridurnar 036 Hebridurnar 066 Hebridurnar 069 Hebridurnar 070 Hebridurnar 078 Hebridurnar 079 Hebridurnar 081 Hebridurnar 082 Hebridurnar 084 Hebridurnar 090 Hebridurnar 095 Hebridurnar 187 Hebridurnar 189 Hebridurnar 190 Hebridurnar 192 Hebridurnar 204 Hebridurnar 207 Hebridurnar 211 Hebridurnar 229 Hebridurnar 247 Hebridurnar 253 Hebridurnar 256 Hebridurnar 289 Hebridurnar 291 Hebridurnar 297 Hebridurnar 300 Hebridurnar 307 Hebridurnar 341