Sunday, May 29, 2011

Súkkla til Dals

Vit fóru úr Havn kl. gott sjey. Eg og Inga Rósa, men ólukka í, súkklan hjá Ingu Rósu punkteraði beinanvegin, so hon mátti seta hana á Sandi og fáa lift til Dals. Á Gomlurætt sóu vit ein flokk av smágentum, sum skuldu sparka á Sandi, onkrar av teimum høvdu krákuband við sær. Eg slapp at taka myndir, tað minnir meg á mínar barnadagar, vit spældu nógv við krákuband. Gjørdu ymsar figurar koppur & skál, Eiffeltornið o.a., nú dugi eg bara krákufót og átta-bein-í-oksa. Í Dali var fólk bæði í Oyragarði og í Rennuni, deiligt at síggja Pola aftur. Borghild vísti okkum Bræðið, eitt upplivilsi. Húsini eru frá 1820unum, elstu hús í Dali. Borghild hevur ans fyri tí gomlu mentanini, tað sæst inni í húsunum. Vit vóru eisini til borðs í Oyragarði. Høvuðsørindini í Dali vóru basarurin, børnini sótu og bíðaðu eftir at sleppa oman í Eiriksgarð, men har hendi einki fyrr enn kl. 7. Men so var endiliga klárt at draga, og tað var drigið við lít. Í morgun fór eg aftur úr Dali kl. 6.35, í góðari tíð – mestsum ov, fekk sleip í Húsavík. Húsanummarið er á húsunum hjá Símuni og Súsan á Sandi, tað sær so flott út!  Ná njótið myndirnar!

súkkla til Dals mai 11 006súkkla til Dals mai 11 007

súkkla til Dals mai 11 009

súkkla til Dals mai 11 019

 

súkkla til Dals mai 11 022

 

súkkla til Dals mai 11 025

súkkla til Dals mai 11 030

súkkla til Dals mai 11 031

súkkla til Dals mai 11 035

súkkla til Dals mai 11 036

súkkla til Dals mai 11 037

súkkla til Dals mai 11 038

súkkla til Dals mai 11 041

súkkla til Dals mai 11 042

súkkla til Dals mai 11 044

súkkla til Dals mai 11 046

súkkla til Dals mai 11 047

súkkla til Dals mai 11 048

súkkla til Dals mai 11 049

súkkla til Dals mai 11 055

súkkla til Dals mai 11 065

Saturday, May 7, 2011

Hugnaligt í Húsavík

Var húsagongd í Húsavík í gjár. Prátaði við nógv fólk og slapp at taka myndir av tí hugnaliga umhvørvinum. Hanna hevur nógv páskapynt, sum hon hevur gjørt, m.a. einar páskagardinur við stoftrykki. Og í urtagarðinum eru ymsar standmyndir. Á Skipabakka vísti Liljan mær húsini, tey eru næsta 150 ár, og so vísti hon mær tað, sum hon vevur. Margreta situr eisini og ger hondarbeiði, Ólavur hjá Sillu, hann er meiri hugaður at ganga úti og hyggja at seyði. Teir arbeiða við at leggja kloakk og vatn í Húsavík. So har var nógv virksemi.

IMG_6026IMG_6030IMG_6031IMG_6032IMG_6033IMG_6034IMG_6036IMG_6038IMG_6040IMG_6042IMG_6044IMG_6045IMG_6046IMG_6049IMG_6050IMG_6051IMG_6052IMG_6054IMG_6056IMG_6059IMG_6060