Wednesday, May 30, 2012

Stígum Fast á 40 ára veitsludegnum.


Dansifelagið Stígum Fast varð stovnað í 1971. Hetta árið var eisini bygd dansistova í bygdini Dali. Flest allir dalbingar vóru við í hesum átakinum. Jógvan Adolf Johannessen var høvuðsmaðurin fyri at stovna Stígum Fast. Felagið fekk skjótt nógvar limir í allari oynni og aðrastaðni við. Hetta gjørdi, at dansurin tók dik á seg eina tíð. At dansurin í Dali hevur havt tað gott hesa tíðina, eru útvarpsupptøkurnar frá 1980 gott dømi um. Eitt nú eru upptøkurnar av Eingríms synum og Ívint Herintson millum perlurnar í Kvæðasavni kringvarpins.
Turið og Bergur 009
Leonia Johannesen (fødd 1923 ) sigur frá skúlagongdini, at tá dansaðu tey í fríkorterinum og eisini okkurt kvøld, tá ið veðrið var gott. Hon minnist, at tey kundu dansa í skúlatúninum, og tað var meir enn so, at vaksnir menn komu uppí ringin. Hettar sigur nakað um, hvussu væl øll ættarlið kendu seg heima í dansinum sigur Leonia. Tað gevur styrki til dansin at læra skúlabørnini kvæði. At dansurin hevur sítt sjálvsagda pláss innan skúlagátt er sera týðandi fyri framtíð hansara. Eydnast hetta, er vón fyri, at føroyski dansurin áhaldandi verður ein livandi mentunararvur.
Tá eg hoyrdi, at dansifelagið skuldi halda 40 ára veitslu tann 28. apríl 2012, var eg so spentur at sleppa at vera við, tí Dalsbygd er nakað heilt serligt fyri meg. Hon er mest sum ein heimbygd hjá mær. Í 1983 teknaði eg meg sum lim í felagnum.
imagesCAE1GKVH
Á veg suður koyrdi eg gjøgnum Velbastað og fram við húsinum Sólarmagn og kom at hugsa um tann eina túrin, sum felagið varð bjóðað til eina veitslu á Velbastað. Nú eru tað nøkur ár síðani, tað var ein hugnalig ferð.
Tá eg kom suður til Dals hendan dagin 28 apríl , vóru fløggini vundin a stong. Dansifelagið hevði bjóðað Sumbingum í veitslu, og vit fingu ein góða veitslu, og har til góða dansinátt. Nú er felagshúsið Eiriksgarður blivið størri og rúmari, og vóru umstøðurnar sera góðar.
untitled
Eg vil við hesum fáu orðum takka fyri alla hesa tíð, sum eg havi verið hjá felagnum í hesi lítlu bygdini.

Dalur stendur ikki í vøkstri tíanverri, men enn telist hon millum frægu dansbygdir okkara. Ikki minst dansifelagnum Stígum Fast fyri at takka.
Hjartaliga tillukku við 40 - ára degnum
Andrass Jacobsen
Haraldssund

Sunday, May 27, 2012

Djóradagur í Húsavík

Vit fóru av Gomlurætt kl. 13.15. Herbert helt tað var spennandi at vita, um allir bilarnir sluppu við, og nei, nakrir stóðu eftir.
Í Hùsavík var so hugnaligt, lýtt og deiligt, børnini svumu á sandinum, og kálvurin fekk mjólk úr eini ovurstórari suttufløsku. Smálambið jarmaði, og grillmeistarin serveraði stoktar pylsur. Nógv fólk var samankomið, og veðurgudarnir vóru blíðir.
Herbert fylgdist við eini smágentu, sum hann hitti á Gomlurætt og møtti aftur í Húsavík.
djóradagur ´9i Húsavík 014

djóradagur ´9i Húsavík 018djóradagur ´9i Húsavík 023

djóradagur ´9i Húsavík 028

djóradagur ´9i Húsavík 031

djóradagur ´9i Húsavík 045

djóradagur ´9i Húsavík 053

djóradagur ´9i Húsavík 068
djóradagur ´9i Húsavík 073
djóradagur ´9i Húsavík 078

djóradagur ´9i Húsavík 083

djóradagur ´9i Húsavík 090

djóradagur ´9i Húsavík 095

djóradagur ´9i Húsavík 105


djóradagur ´9i Húsavík 111

djóradagur ´9i Húsavík 115

Sunday, May 6, 2012

Vikuskifti í frosti

033

Vit fóru suður hósdag seinnapart og norður aftur sunnudag seinnapart. Herbert súkklaði , hoppaði trampolin og reigggjaði. Nógv fólk var í Dali Eydnuhjól var fríggjadagin og leygardagin. Sum vanligt var deiligt at fara út á Bakka at fáa sær kaffi.

Børnini spælr úti millum kavaælini.

Tey planta trø í plantasjuni.

014

015

016

043

044

045

046

048

052

053

056

057

065

085