Wednesday, June 20, 2012

Myllan í Dali

Fór ein biltúr til Dals saman við eini konu, sum eg kenni. Hon hevur verið í Dali einaferð fyri mongum árum síðani, og nú vildi hon vita, um myllan  líktist sær sjálvari. Myllan stendur har, hon plagar. Vit gingu túr í bygdini, ein stórur bussu við ferðafólki var í Dali. Tey vóru í Eiriksgarði til kvøldsetu og nátturða. Ólavur í Klæmintstovu er farin at mála sær húsini. Annars var eingin at síggja.
008

017

020

023031