Thursday, July 19, 2012

Ferðavinna í Dali

Sum nevnt í seinasta bloggi hava dalsfólk okkurt at bjóða ferðafólki. Tað síðsta nýggja er, at tey byggja eitt  ‘undirhús’, tað er ætlað teimum, sum eru á kampingplássinum. Har verða vesi, og so verður ein køkur og eitt uppihaldsrúm. Higartil hava hentleikarnir í Eiriksgarði verið nýttir, men tað verður betri at sleppa frá at hava Eiriksgarð tøkan til tað brúkið. Men húsið kann eisini nýtast til ungdómshús til dømis. Spennandi tiltak.

061

Tað er klárt at stoypa.

Wednesday, July 18, 2012

Nógv hendir í Dali

Í seinastu viku vóru yvir 20 gestir í Dali í eina heila viku. Tað var Borgný, sum var ferðaleiðari hjá hesum danska ferðaliði. Í gjár var aftur eitt ferðalag í Dali og sóu ullararbeiði og smakkaðu føroyskan mat. Jóannes í Stórhúsi greiddi frá, og dalbingar sótu við ullini.

055056058060

Ung í arbeiði eru farin at frýðka um bygdina. Sjeikarnir og gebturnar Bjørt, Trina og Tórunn.

053063066

067

Fólk er í nógvum húsum nú á hásumri, seinni í summar (18. august) verður veitslan við burturfluttum dalbingum.

040041042046048072088