Friday, October 26, 2012

Smúkkuparty hjá Sannulenu

Tað hendir ymiskt í Dali. M.a. fingu vit høvi at keypa smúkkur norði hjá Sannulenu. Har var bæði armprýði, hálsprýði og oyrnaprýði og ur. Magna hevði kátt sítt lív í køkinum, har Sannulena vísti henni blíðskapSmiley

066068

010

014016

017

018

022

026

Wednesday, October 24, 2012

Heystferian 2012

Veðrið var toliligt, nakrir heilt góðir dagar, men eisini nokso nógv regn. Stuttligt at Herbert hevði børn at spæla við, og fínt at sleppa í smúkkuparty hjá Sannulenu.  Seti nakrar myndir, sum tit hava ikki sæð enn. Smiley

023029037048071

031056095

004

Og so aftur við Ternuni á Gomlurætt, fekk eisini upplivað at sita á skopunarkei og bíða nakrar túrar.

Thursday, October 18, 2012

Vangamyndin henda mánaðin – Johild

Dalssíðan fer nú at taka ein nýggjan tátt upp, fari at skriva eina persónslýsing av fólki úr Dali og við tilknýti til Dal. Eina vangamynd, ætli at hava eina vangamynd um mánaðin og fari at royna at hava øll hús umboðað, fólk á ymsum aldri og bæði kvinnur og menn.
076
Fyrsta vangamyndin er av Johild Grothsdóttir Nolsøe (f. 1972). Johild er uppvaksin í Dali, næstelst av 5 systrum. Foreldrini eru Groth Nolsøe úr Dali og Frida f. Joensen úr Elduvík. Johild hevur bara góð barndómsminni úr Dali, hon spældi við øll børnini, tá vóru rættiliga nógv børn í Dali, eisini fleiri javnaldrar hjá Johild. Serliga stuttligt var at spæla í kava, tá vóru ØLL úti eisini trillingarnir, sum vóru fleiri ár eldri.
Upp í barndómsminnini hoyra eisini sunnudagstúrarnir í hagan við familjuni, ikki bara í hagan í Dali, men ymsastaðni á oynni við drekkamunni og saft.
Johild
Á hesi fittu myndini situr Johild vinstrumegin Anniku og Hjørdis høgrumegin.
Í Dals skúla var ein lærari, og tað var Poul Johannes frá Gjógv, hann hevði einki annað navn í Dali enn “lærarin”. Hann hevði tey í øllum lærugreinum, og eina ferð um vikuna var hann á Sandi við teimum til svimjing, hann fór ikki útí sjálvur, men stóð á hyljarkantinum og stýrdi. Ikki altíð so lætt ar vera tann, sum ikki tordi úti, tey pedagogisku prinsippini vóru nokk ikki dagførd.
1977_60504037652_5006333_n
Skúlamynd (tikin av FB)
Tá ið børnini skuldu í 6. flokk fóru tey í meginskúlan á  Sandi, og Johild heldur, at tey vóru líka væl fyri fakliga, sum børnini úr hinum bygdunum. Johild, Súsanna, Fróði, Dávur, Lias, Borgný og Katrin fylgdust øll inn í meginskúlan, hvønn morgun avstað við bussi og so heim aftur seinnapartin. Ungdómsárini gjørdust tey ungu sjálvandi meiri víðfarin, fóru av bygdini til dans o.t., vitjaðu skúlafelagar á Sandi. Í Dali vóru børnini grønir skótar, tað var Esther í Toppi, sum var skótaleiðari, og Johild minnist á onkra skótalegu, sum hon og Borgný vóru til.
johild2
Súsanna, Johild, Turið og Bjørghild (um eg síggi rætt)
Um Johild skal nevna eina lærugrein, sum henni dámdi væl, og sum hon kláraði seg væl í, so er tað føroyskt, og hon minnist enn sín fyrsta karakter nakrantíð, tað var mg í føroyskum, sum er ‘meget godt’. Annars var skúlin ikki so áhugaverdur, og tá ið 9. flokkur var av, so var Johild liðug við skúlan.
082
Johild kemur við gásini
Johild hevur altíð verið nokso buldraslig, eitt sindur av eini dreingjagentu. M.a. dámdi henni allarbest at hanga uppi í pápa sínum, vera við honum til arbeiðis og fylgja við í tí, sum hann gjørdi. Eisini plagdi hon at vera inni í kjallaranum í Rununi hjá ‘abba lang’, abbi lang var Sofus í Putlhúsi, hann var blíður at koma inn til, og so eygleiddi Johild, hvussu hann fletti ella telgdi sleivir ella gjørdi smáar kistlar. Hettan lyndi hevur fylgt Johild, og hon er útimenniskja burturav, hon hevur eplaveltu og rótakál, og hon flettir sjálv, og so plagar hon at røkta urtagarðin hjá foreldrunum, klippa trøini o.a. Av tí at tær bara er systrar, helt Johild, at pápin trongdi til eina hjálpandi hond.
Eftir skúlan fór Johild at arbeiða á Borgini á Sandi, og hon var líka nógv við maskinurnar sum í reinskeringini, har var góð løn og langir dagar. Tá ið flakavirki stongdi fór Johild saman við Anniku, Hjørdis og Sunnrid til Havnar at arbeiða á Bacalao, tær leigaðu sær hús saman í Havn. Hesi árini í kollektivi í Havn minnist Johild við gleði. Seinni búði Johild aftur í Dali eitt skifti, og síðani 2001 hevur hon verið argjafressur.
011
Síðani 2007 hevur Johild arbeitt sum hjálparfólk í býlingshúsinum á Norðasta horni í Havn. Hetta arbeiði elskar Johild, og hon leggur lív og sál í at læra børnini alt sum er gott og nyttugt. M.a. njóta børnini gott av Johildsa stóra áhuga fyri náttúruni og fyri útilívi. Og av Norðasta horni er stutt oman í Sandá og út í Havnardal. Men allarmest er vert at nevna, at børnini hava eina eplaveltu í Dali, tey seta sjálvi niður og taka upp og fáa epli heim við um heystið. Í barnagarðinum sleppa børnini eisini at vera við til at fletta, og sjálvandi er Johild ein meginstuðul har.
107
Johild er gift við Peturi, tey hava kenst í 11 ár, og tey hava tríggjar dreingir, tveir stórar og ein lítlan.
116
  
Johild og elsti sonurin Jóannes Groth
Men um tú sært eitt rokmikið lítið menniskja koma gearandi millum garðarnar í eini stórari yvirlivilsisdrakt og við eldreyðum toppi, so er tað Johild, sum fer til verka.
(Næsta vangamyndin verður av Borghild í Oyrargarði)

Wednesday, October 17, 2012

Slamburfat

FIT sendingin kallar slíkan kost ommumat ella gamlamannamat. Men hetta fatið, sum tey borðreiddu við í Oyrargarði í gjár er sanniliga átuligt!
Tey fáa sær blóðpylsu, stungna livur, hjarta, sperðil og sperðilsgørn og nýru afturvið eplum.

 
Lekkurt , lekkurt!
Og fermenningarnir Herbert og Helgi (nøvnini líkjast eisini), spæla væl saman, sum teir líkjast, dalsgenini fornokta seg ikki :)
 
 

Sunday, October 14, 2012

Heystferian byrjað

Ein ovurstórur skari fylgdi Atla til gravar leygardagin í Skálavík. Veðrið var gott, um tað var nokso kalt at standa uttan fyri kirkjuna. Sanniliga ein stórur missur fyri bygdina og oynna og okkum øll. Prestur nevndi so nógv ymiskt, sum Atli dugdi og kundi og var uppií. Sjálv minnist eg Atla best úr dansi í Tøkum lætt, so vakurt mál og so livandi rørslur og sjónleikargávur, tað var ein stuttleiki at vera við í ringinum, tá ið Atli skipaði.
Sunnumorgunin var eg í kirkju, Annfinn las. Sálmasangurin var so framúr deiligur, fitt av fólki, og onkrar sterkar mansrøddir uppií. Tók hesa fínu myndina av dekni á deknabríkini:
IMG_1651[1]
Herbert og pápi hansara hava verið á seiðabergi, nú tosa øll um makrelkvotur, Herbert fekk sína kvotu á húki, fekk hann síðani paneraðan og stoktan á pannu.
IMG_1653[1]

Tuesday, October 9, 2012

Landsins grøði

Í Dali taka tey epli upp. Og Johild hevur eisini røtur, Tóra og Ranja hjálptu til í rótakálinum.

009010011012016017

Men gularøturnar eru ikki stórar, men serdeilis smakkgóðar.

Og Býlingshúsið á Norðasta horni hevur fingið ágóðan av Johildsa áræði og kunnleika. Hon hevur í fleiri ár velt epli við børnunum, og nú vóru tey í Dali og tóku upp. Hvørt barn slapp at venda bøkki og taka eplini.

103105106107

Veðrið var gott um enn eitt sindur kalt.

Saturday, October 6, 2012

Skoradagur 2012

Í kvøld sita fjallmenn í køkinum á Bakkanum, feskt kjøt og súpan eru á matarlepanum. Prátið gongur: gott at tað fór ikki at regna, tað sigi eg bara. Tað var forbiðið kalt har suðuri. Trý vóru eftir, trý ? vóru tað ikki fimm? tvey stungu av henda veg og trý ein annan veg. Hvussu mangir vóru veðrarnir? Og skoraveðrurin ? í ár fór hann ikki í havið, ha?
 
 
 
Langur dagur hjá teimum, møttu í skúlatúninum kl. hálvgum sjey í morgun, og kl. 9 í kvøld verður uppboðssøla og býti. Men tú hoyrir teir ikki gremja seg, nei teir eru fegnir og gleðast um skurðin, sum er í væntu.

 
 
Bygdin er full av fólki í kvøld, ljós í hvørjum húsi. Fleiri smádreingir vóru suðuri á bukkinum í dag, tíðliga skula góðir krókar krøkjast. Seinast eg var har suðuri og tók myndir arbeiddi Groth við spælið, í dag vóru dótturmenn hansara og abbabørn har.
Men býtið varð at bíða til í morgin, og nú sunnumorgun stendur seyðurin í plantasjuni. Tað man ikki vera mangastaðni í Føroyum, at seyðurin fær so fínt bíðirúm. Prestur er í Dali í dag, onkur helt fyri, at Bøgesvang kundi kanska býta sseyðin, so bleiv tað 'kristiliga býtt'.