Sunday, April 28, 2013

Altíð er okkurt stuttligt í Dali

Tað árliga eydnuhjólið í Dali verður leygardagin 4 mai klokkan 19  og Sunnudagin 5 mai klokkan 17 !
Tað verður kaffisøla við breyði !
Nógvir góðir lutir so sum: Lomb,Sodavatn,Leikur og mangt annað !
Lutaseðlar verða seldir, har ein flogferð og annað er at vinna !
Gásin á Bakkanum má geva tol
055
Vilhelmina í fínum stíli!069071
Á veg í kirkju, fólkini also…077
Í viðarlundini í Dali, staðið hoyrir vist ikki til nakað gásafrælsi, var heldur ætlað til menniskjafrælsi.086

Várligur kuldi

Her er alt gott at frætta, lomb síggjast í bønum, konur binda og konur velta, tíverri havi eg onga mynd av Sólfríð og veltuni, men troyggjan hjá Turið á Bakka er fín. Eg gjørdi kvettið í Caffé Eiriksgarði í gjár, keypti eina fagurtgrøna troyggju.
Vitus í sínum dagliga yrki


Nýbundin troyggja hjá Turið á Bakka
Vakurt at koma til bygdar flaggdagin.

Friday, April 26, 2013

Flaggdagshald á Sandi og Café í Dali

Ùtvarpið visti at siga, at í trimum bygdum skuldi 'hann sjálvur' halda flagdagsrøðuna. So var eisini á Sandi. Vit sungu flaggsangin og tjóðsangin, Jákup var forsangari. Jákup Reinert Hansen brúkti bíbilsøguna um tann burturvilsta sonin, og nei tað var ikki ein prædika. Hann dugdi væl at tala um dagsins problematikk og vera við 'tí góða orðinum'. Tey fara burtur, summi koma aftur, lat okkum taka væl ímóti teimum, kanska hin sonurin, sum gekk heima so avindsjúkur skuldi verið farin burtur? Og hatta oyðilandið skuldi sitið heima?  Jákup helt eisini, at tað kundi verið áhugavert, um Føroya fólks eisini hevði ein sangbólk um útlongsul, eins og um heimlongsul.
Jú hann dugir 'hann sjálvur'.
Og í dag var eg á café í Dali, tað verður aftur í morgin kl. 16. Øll eru vælkomin.
Tað var spennandi at hoyra Annfinn siga frá grindaferðini hjá Hvalinum, tá ið Jógvan Adolf 14 ára gamal bleiv tikin av óløgi og skolaður í kneppið á Ludvigi, og útróðrarferðini hjá Sildini, sum var ein meiri skirvisligur bátur. Tað hevði verið fínt at fingið við í eina vangamynd, men tað er ikki so eyðvunnið at finna viðtalspartnara til vangamynd.

Saturday, April 20, 2013

Dalur – eitt gott ferðamál

Í Dali eru allir hentleikar til ferðafólk, bæði smá og stór ferðaløg. Sethús eru til leigu, tjaldingarstað og húsvagnapláss eru tøk, eitt nýbygt felagshús til kampingfólkið. Og so sjálvandi ungmannahúsið til stórar bólkar. Náttúran er sera væl hóskandi til stuttar og langar túrar, banaður vegur er næstan heilt suður á oyggjarenda. Útsýnið vestureftir ein góðan dag má upplivast. Í mølini ber til at spæla og fylgja við aldudráttinum. Ein FIFA vøllur er á oyrini.
Eingin gjøgnumkoyrandi ferðsla, men gott ferðasamband.
007008014018030
Grill undir taki.032033034
Húsið, sum hoyrir til kampingplássið.035036
Nógv fólk á strætinum í Dali039

Sunday, April 14, 2013

Ársveitslan hjá Stígum fast

Í ár vóru Tøkum lætt og Leikum fagurt boðin við í ársveitsluna. Borðhaldið byrjaði klokkan 7, sangheftið hevði dalssnið. Tveir sangir hjá Jógvani Adolf, ein hjá Jónleif og aðrir góðir sangir, og eins og í dansinum í Skálavík á trettandu vóru sangirnir ikki fótatraðk, og teir vóru ikki úr Føroya fólks…Jóannes spældi harmoniku og stýrdi borðhaldinum.

061

Fleiri stuttar røður vóru, eitt tema var Jógvan Adolf, hann fekk nógv rós fyri sín leiklut,  tá ið Stígum fast varð stovnað og dansistovan bygd. Frida Sofía, sum ikki hevur verið í veitslu í Dali, síðani hon var barn, helt tað var deiligt, at fólk róstu Jógvan gubbanum og dugdu at seta prís upp á hansara arbeiði. Eitt annað tema var Greta í Flyttuni, eg kendi ikki Gretu, men Frida tosaði ofta um hana, hon hevði verið niðri og tænt hjá ‘tí betra slagnum’ , hjá sjónleikafólkum, og hevði okkurt sert við sær heim aftur. 

051

Maturin krevur at fáa nøkur orð við upp á vegin. Sósin var so góð, at tú misti teg burtur í henni, kjøtið bráðnaði á tunguni. Elisabeth við sínum toymi dugir bara hattarhar.044066

Elisabeth og toymi - tíverri eru genturnar hjá Helgu ikki við á myndini, men Bødvar má sigast at umboða húsið væl.063

Bloggindan við borðharra.064

Borghild og John eru altíð hugað at práta og við uppá tað, og so elski eg at hoyra Borghild syngja við síni snjøllu rødd. 065068

Systrarnar av Hamri vóru væl til passar, tær síggja bara betur og betur út báðar.

Dansurin var sum væntað mega góður ella kempugóður, sum Herbert sigur.