Thursday, July 25, 2013

Kvøldseta í Dali


Leygarkvøldið 3. august kl. 18.30 – 21, skipar bygdafólkið í Dali fyri kvøldsetu. Á skránni er føroyskt handverk, sangur, upplestur og eisini verður farið upp á gólv. Høvið verður eisini at royna føroyskan mat.
Tilmelding neyðug á info@visitsandoy.fo ella 361836/222078 í seinasta lagi hósdagin 1. august.
Kostnaður 275 kr og børn 100 kr

Thursday, July 18, 2013

Summar í Dali

Var í Dali tveir dagar, regn var ein part av tíðini, men tá ið ælaslit var, fóru øll út at fáa sær luft. Nógv fólk var í Dali, bæði í Oyragarði, á Bræðnum og gamla Oyrargarði, og gestir vóru hjá Sjúrða og sjálvandi hjá Groth. Eisini var onkur á tjaldingarstaðnum. Men Bødvar og Helga v. fam. eru enn burtur, og Vitus og Turid eru farin at ferdast.

DSC_0080DSC_0090DSC_0097

 

Tey mála á Prangsjørð, og Johild slær garðin hjá Binu. Havi fingið nýtt myndatól frá Ingu Rósu við Leica linsu, men hvat f……. galt, beistið helt uppat at virka, skuldi vera kortið, sum var løstað. Fekk tískil ikki tikið so mangar myndir, sum eg fegin vildi. Myndirnar eru úr Húsavík, har vit spældu á sandinum, tær eru tiknar vi¨telefon. Feilurin er kanska sum vant tað, sum dótturmaðurin kallar feil 40, tað er feilurin er bara 40 cm. frá apparatinum, og  tað er tú sjálv! Men hann sigur tad ikki upp á ein óreinan máta, hann er frekur upp á tann góda mátan. Hann hevur rættad nógvar 40 feilir hjá mær, vid teldu, telefon, sjónvarpi, myndatóli - you name it!

Monday, July 8, 2013

Summar í Dali

Eg visti ikki, at Hilmar dugdi at boksa. Tað fortaldi Vilhelmina mær nú ein dagin. Men tað visti Kristjan, elsti abbasonur Hilmaars, og hann hevur fingið sær eina mynd á armin til minnis um abba sín. Flott mynd á flottum armi.

038

Hesir ungu menninir sótu inni hjá Vilhelminu og fingu sær morgundrekka, teir eru farnir eina hugnaferð til Dals, eftir morgundrekka fóru teir ein tú til fjals.

036039

040041

Um vikuskiftið var fólk í Rennuni, hjá Demmusi, í Stórhúsi og í Oyrargarði og í Gamla Oyrargarði, ein sólglotti og ein kaffimunnur.

045046047048052

Ein lítil eplavelta og mjólkarblikkini hjá Sofusi.

034049

Sunday, July 7, 2013

Í Eiriksgarði

Eitt danskt ferðalag var í Dali um vikuskiftið, Tórur í Stórhúsi var ferðaleiðari teirra. Teirra millum vóru harmonikuspælarar, sum Tórur spælir saman við. Tey hildu til í Eiriksgarði, og har var stak hugnaligt.

003011015023024

Tey spældu nøkur løg, eisini føroyskar sangir, og so fóru vit uppá gólv. Tað stuttligasta var at hoyra Astrid, dóttir Tór og Birgitte skipa Ebbe skammelsøn.

016

020022