Wednesday, February 12, 2014

Drama í Dali

Herfyri hevði Helga lagt nakrar dramatiskar myndir á Facebook. Tá ið vit vóru í Dali seinastu weekend , hildu vit, at har sá øgiligt út, men eg skilji, at óveðrið hevði óruddað nógv meir enn tað, ið vit sóu.

2013-02-09 028

1888760_209188599279061_1101983191_n

Havsins tungi andradráttur, sum tekur seg upp úti á víðum havi, samlar meiri og meiri kraft, dregur upp í seg allan vegin, til hann rakar molan ella mølina.

Kampingplássið, sum er ein grasvøllur, sær út sum ein møl nú.

2013-02-09 037

Í Dali er møl, og tá ið nógvur tari er , er tarabrúgv, men eftir uppgang, sum nú hevur verið er koyrlabrúgv. Ein koyril er ein tongul, nógvir vælvaksnir taratonglar vóru komnir undan kavi. Bæði koyril og koyrlabrúgv eru í orðabókini.

2013-02-09 023

2013-02-09 0322013-02-09 033

Monday, February 10, 2014

Vilhelmina sigur frá 3


Einaferð, tað var undir krígnum í tí mesta rokilsinum. Vit vóru farin í skúla eftir summarferiuna, nú ein dagin skula vit fara í skúla, men vit ivast, tí tað er kongsins føðingardagur (26. september). Men tey vaksnu bóðu okkum bara fara, fyri at vera sikkur. Jú vit fara, og tá ið vit koma í Innaradal koma fleiri børn  uppí hópin. Tá ið vit  koma í skúlan, sigur lærarin, at eingin skúli er í dag, tí kongur fyllir.
Nakað seinni kemur stór yvirskrift í Dimmalætting: SABOTAGE, at lærarin í Skálavík hevði hildið skúla í Skálavík á “kongens fødselsdag” við børnum úr sjálvstýrisheimum (tað var nokk tilfeldigvís sovorðni børn). Men eg minnist, at eg helt tað vera órættur at gera ímóti læraranum. Nakað seinni aftur kom AVSANNAN í blaðið.

Sunday, February 9, 2014

Trettandadansur

Turið systir kom við suður, og vit fóru í bussi úr Dali. Longu í bussinum kendist tað rætta huglagið, sangir úr Føroya fólks settu dámin. Her sita vit báðar og kanna lutaseðlar.

2013-02-09 001Dansurin var góður, serstaklæiga væl gekk Vågen, tað er serligt at dansa eina slíka vísu saman við sjómonnum og fyrrverandi sjómonnum. Teir vita, hvat talan er um, og teir stíga fastliga. Eg veit ikki, um eg nakrantíð havi hoyrt Fruntatátt á gólvi fyrr, tað er í hvussu er ikki ofta. Hann gekk eisini serstraliga væl. Annars vóru bæði Brókin og Leirvíkspáll spottaðir, og fleiri onnur kvæði/vísur vóru.

2013-02-09 009

Tað vóru væl nøgd eystanfólk, sum fóru í fullum bussi eystur um aftur, syngjandi Áttamannafarið, tey duga allar sangir hasi fólkini Smile

Ein túr bleiv tað eisini til, oman á Møl í Skálavík í tí frálika veðrinum í einum ælasliti

Tuesday, February 4, 2014

Judith in memoriam

20. februar hevði omman (Judith Nolsøe) fylt 74. Hon fór tíverri alt ov tíðliga, bert 63 ára gomul í 2003. Eg eri sjálvandi inhabilur, men hon var alt, ið ein omma skal verða: umsorganarfull, heit, viðkomandi, hjartagóð og, ikki minst, stuttlig. Hon var eisini tann, ið írættasetti, um tørvur var á tí.

Ein omma blívur ein eyka-mamma og tað lýsir øgiliga væl tað, ið hon var, men hon var tað, uttan at missa tað ommuliga. Millum annað koyrdi hon nógv putursukur upp á breyð, tað gjørdi mamman ikki. Hon plagdi eisini at bera morgunmat uppá seingina um morgunin, tað fekk eg heldur ikki heima.

Hon plagdi eisini at siga, at um eg ikki fór heim, áðrenn tað bleiv myrkt, so komu niðangrísarnir oman úr bønum. og teir leitaðu eftir børnum, ið teir kundu fanga. Tí mátti eg skunda mær heim, fyri ikki at blíva fangaður. Eisini plagdi hon at brúka brimilin Klappus sum eitt forskrekkilsi, fyri at vit ikki skuldu fara oman á mølina at spæla.
Einferð var hon troytt av mær og Margrethu hjá Maritu. Vit hava nokk larmað dekan ov illa. Hon segði, at Anfinn var í ferð við at fletta ein hest niðri við Eiriksgarð, og vit máttu skunda okkum oman. Vit leypandi avstað, men har var hvørki Anfinn ella nakar hestur. Sum tit skilja, so var pedagogikkurin eitt sindur øðrvísi tá

Henni dámdi væl at fáa vitjan og var innbjóðandi. Abbin og hon plagdu at hyggja eftir Dollars, og eg hevði fast, at tá fór eg norð til tey, tí mamma og babba hugdu eisini, og tá tóku tey sjónvarpið frá mær. Abbin plagdi at siga: "Nú var Dollars-forstýrarin aftur her", men omman plagdi at hússja hann og bað meg koma inn, at fáa mær ein drekkamunn.
Tað komu ofta fólk framvi, og húsið var eitt nátturligt savningsstað hjá okkara fólki. Ella tað vil siga, at í mun til abban var hon ein selskapsleyva, tí abbanum kom altíð í hug okkurt, ið hann hevði gloymt at gjørt norðuri í hoyløðuni, tá nógv fólk kom á vitjan

Í eini lítlari bygd sum Dalur eru øll, hvør í sínum lagi, ein bygdamynd. Ti er altíð eitt pláss, ið stendur tómt, tá onkur fer. Ikki bara í bygdini og í bygdasamfelagnum sum heild, men mest av øllum hjá teimum, ið avvarða. Soleiðis er eisini við ommuni.

(skrivað hevur Sólvit Emilsson Nolsø)