Saturday, July 19, 2014

Út at eta í Sandoy

Um tú nú fert úr Havn áðrenn nátturðatíð, so er so líkatil at fáa sær pylsu umborð. Men so hevur tú gjørt tíni ørindi á Sandi, og nú eru tveir tímar til báturin fer. Upplagt at fáa sær ein bita, men hvar? Depilin hevur døgurða fyri teimum, sum búgva har klokkan 6, tú kanst kanska, bara um tey hava “tikið nokk upp”, fáa ein bita har, men kl. 6 ert tú ikki komin fram, um tú hevur verið ein túr í Hesti fyrst. Okey, so er Depilin ikki ein møguleiki, tí tey hava ikki opið fyri øðrum enn teimum gistandi. Pylsur eru hjá Steintór….Neystið í Skálavík er opið til 22, Elisabeth er altíð blíð at koma inn til. So tað blivu burgarar og jolly light, smakkaði fínt, men kanska pylsuvognur fleiri ferðir sama dag er nokso ófeitt. Og forrestin, so mátti mann aftur á kaiina at standa, tí um nú nógvir bilar eru…tað veit mann aldrin, og mann vil helst  ikki standa eftir

.002

Thursday, July 17, 2014

Summar í Dali

Tey eru so smátt farin at bera út í Dali, men líggjarnir eru sera ymiskir. Nógv sláa við tráð. Tráð? Ja, plastikktráð. Hin arbeiðsama Johild er í garðinum í Malthúsi,

013014

Vitus hevur raggað sær út í tún,

024

og Jóannes í Stórhúsi skal sláa vøllin, so tey fáa spælt kongaspæl.

025

Bóndin er farin eftir sláimaskinuni.

016

Teir tríggir musketerarnir eru so ógvuliga álvarsamir, og tá ið eg bað teir siga appilsin, var tað líkasum bara Jónas, sum fekk tað at rigga.

030

031