Saturday, February 4, 2017

Helga 50

Tað eru 40 ár, síðani eg kom til Dals á fyrsta sinni, so Helga hevur verið 10 ár, tá  ið vit hittust fyrstu ferð. Helga er knapt 2 ár eldri enn Sólrun. Her eru tær báðar avmyndaðar við Gjógv.

helga 4

Nógv børn vóru í Dali tá, og tey spældu nógv saman og næstan altíð úti. Um spælt varð inni, var kanska Putlhús ikki tað fyrsta valið, tó var tað attraktivt at hyggja at filmi í Putlhúsi, tí at Vitus hevði fyrsta sjónvarp í Dali.

Einaferð skuldu Hilmar og Vilhelmina fara dansiferð ella at vitja fólk í Svøríki, tá var Helga hjá okkum nakrar dagar. Tað var stuttligt, tá sum nú var Helga eitt livandi menniskja og við upp á alt. Vit vóru m.a. túr í Havnardali og ein túr við Gjógv.

helga (1)helga 2

 

helga 3

Helga segði einaferð, at ja fólkatalið í Dali var minkað nógv, men hon fór ongan veg, og hon skuldi nokk sløkkja og steingja sum tann síðsta. Eg helt tað ljóðaði nokso syndarligt. Men tað er kanska líka gjarna hugaligt at vita, at hurðin í Dali er opin enn, at Helga er her enn, sum orkukelda, sum el veitari, ja tað sæst á myndini.

helga

helga2Sum nógvir dalbingar er Helga gott vertskapsfólk, og hon dugir allar sangir uttanat. Álitisfólk er hon í Stígum fast og í Eiriksgarði, og altíð við einum smíli. Hesar myndirnar eru frá fastalávintshaldi í Eiriksgarði eitt árið.

helga3helga4

Hon kann alt við hondum gera, sømir seg ein kvinna, ja og ikki hon fírir fyri at fara í holt við annað arbeiði eisini. Eitt nátúrtalent er hon at hava børn, sum hon eisini hevur til starv, hon multitaskar og prátar – lítli Jón sær út til at liggja væl har.

helga5helga7

Helga er úti og skreiðir við børnunum, Helga hevur eisini onkuntíð verið saman við børnunum í bað uppi í Svartaklova, fóru simpulthen inn undir fossin at fáa sær karm. Tætt samband við náttúruna er ein sjálvfylgja hjá teimum á Deild.

helga8

Góða Helga hjartaliga tillukku og happadrúgva framtíð ynski eg tær og øllum tykkum úti á Deild. Heilsan Bergljót á dalsblogginum.