Sunday, June 27, 2010

Ólavi til minnis




Leygardagin vóru fýra ungar damur í Dali, ørindi teirra vóru at leggja blómur á grøvina hjá Ólavi hjá Emil og Sigrið. Tað vóru floksfelagar hjá Ólavi úr meginskúlanum, ið vildu minnast Ólavur, nú ið 10 ár eru liðin, síðani tær vóru lidnar í 10 flokki.

Vikuskifti í Dali




Altíð hugnaligt at vitja suður. Madeleine var heppin, at Annfríð eisini fór suður at vitja ommu og abba. Tær spældu saman alla tíðina. Tær perlaðu, kritaðu og spældu úti, og so vóru vit í trøðni og góvu seyðinum. Av øðrum virksemi kann nevnast, at Kjartan og Sunneva Elisabeth vóru úti og arbeiddu uppá húsini. Vágamenninir vóru og róku og kirkjugangur var í Klaksvík í staðin fyri í Dali, kirkjan skipaði fyri ferð til Klaksvíkar.