Monday, November 21, 2011

Tillukku Annfinn!!

030
Í dag fyllir Annfinn Johannessen í Dali 65 ár. Annfinn er ein av samfelagsstuðlunum í Dali. Hann hevur verið hjá Landsverki í eitt mannaminni, og tað er honum at takka, at vit fáa koyrt til Dals, serliga um veturin , men eisini um várið tá ið toyar. Tað er kortini ikki altíð, tað gongur, sum ein ynskir innast inni: eina ferð var eg á veg til Dals í ringasta veðri, tað var stormur og kavarok og jarðrok og alt rok, sum tú kanst ímynda tær. Eg bara skrímdi okkurt út ígjøgnum rútin, so nú skrími eg okkurt gult! Takk og lov, hatta er ein gravkúgv, og so var tað var Annfinn! Eg, í míni bláoygdu fátrúgv, helt, at nú var eg bjargað, tí eg hevði hoyrt, at onkuntíð hjálptu teir strandaðum bilum við at koyra frammanfyri til bygdar. Men hvat galt?  Annfinn heilsaði og fór sín vey! Veðrið var alt ov ringt til at royna at fara út og rópa hann ann! Men eg kom fram við neyð og deyð.
Annfinn er deknur í Dals kirkju, framúr kvøðari og góður, skemtingarsamur vertskapsmaður. Og av egnum royndum kann eg siga, at hann er eitt hjartagott menniskja, sum eigur eitt uggarans orð, tá ið tørvar.
Dalsíðan ynskir Annfinni hjartaliga tillukku og ein góðan føðingardag, hvar ið hann  enn hevur krógvað seg.
Dalur 115

Sunday, November 20, 2011

“…má følna gras í dali.”

Vit sungu “Nú hvítna tindar” í irkjuni í Dali í morgun. Eini 25 fólk, og øll sungu væl við. Jóanes var deknur, og Vilhelmina sat við orglið, sum vanligt. Í gjár vóru eg og Turið Skálavík til marknaðardag, vit ótu pizza og hoyrdu Martin Joensen.

Ì gjáramorgunin tóku Jóanes og Símun Erik eitt skánsalamb, ella skonsalamb? Tað er eitt lamb, sum ikki fekst í rætt og tí verður tikið aftanáaftur. Kennist nakar við orðið, Jóanes sigur, at hann hevur lært tað norðanfyri.

020

Líknilsi um tænaran, sum skyldaði Harra sínum 100 talentir og fekk skuldina eftirgivna, men seinni hóreiggjaði sær so, at Harrin umbestemmaði seg.

026

Urguleikarin

019

Á veg í kirkju

 

006008011

Martin Joensen í deplinum í Skálavík012

 

002

Kennir tú orðið “skánsalamb” ??

003

Tuesday, November 15, 2011

Nýggjur sangur frá Jónleifi

Á niðastu rók

Týsdag, 15 November 2011 09:04 Jónleif Johannesen

E-mailPrintPDF


Á niðastu rók
Lag: Jens Vejmand
1.
Flatskatt og stættarmunur,
tey siga vera gott,
so kunnu øll tey ríku
sita væl gødd um sátt.
Tá kunnu tey os ana
av ríkamannaborð,
vit onnur skulu takka,
for Lasarusa kor.
2.
Vit skulu øll til verka
Tad bæði nátt og dag,
tey ríku fingu pengar,
upp prísur fleyg avstað.
Við niðurboygdum ryggi,
eg gangið sum eitt ræ,
tey siga fyri knossið,
vit skulu vera glað.
3.
Nú húsini og matur,
alt fer at kosta meir,
tí pengarnir í Føroyum,
teir eru vorðnir fleir.
Men ikki hesir leita
í slitna lumma mín,
í marglætisrúsinum
sæst ríkamannatrín.
4.
Eg vanur var at gleðast
til míni ellisár,
ei longur eg kann frøðast ,
bert fella armóðstár.
Tí mínar elliskrónur
nú brúkast skulu til,
tey ríku, sum sær keypa
væl størri hús og bil.
5.
Undir hesum korunum,
vit verða sár og mødd,
og trygdarneti Føroya
fær størri meskastødd.
Privatirstovnar dyrgja
har yvirskotið er,
Vit ikki verða lofta,
hin ríki borin fer.
6.
Hetta er lagnustøðan,
hvar kann eg venda mær?
Á niðastu rókunum
ei longur nakar lær
Mín vón er at vit fylkjast,
raskar kvinnur rættir menn,
og Føroyalandi bjarga
saman einaferð enn.

Saturday, November 5, 2011

Franskan film og føroyskar vaflur

Steðgurin í Dali var sera stuttur hesa ferð. Sá einki fólk, onkrar bilar. Rætt skal vera rætt, eg prátaði við Johild uttanfyri, og Kjartan vinkaði úr vindeyganum á Deild. Jóladøgurðín hjá onkrum gekk og hugnaði sær í túninum. Vakurt veður var at koyra til Skopunar í dag. Turið og Vitus nýttu høvið at fáa tað ringasta sjórokið av vindeygunum.

004

006

009

011

015

017