Tuesday, October 22, 2013

Fólk í Dali

 

Í Rununi vóru Elin og Bogi við børnum, á myndini síggja vit Tórhild og Herbert, hon var ein túr í Putlhúsi.

Dalur okt 13 249

Egonsa arbeiði var at koyra trillubørnuna út á bingjuplássið, Sjúrður fekk eitt lift.Dalur okt 13 228

Í Dali er ofta ponyríðing, tá ið veðrið er til tað, tær stóru genturnar Róða og Bjørt hjálpa smádreingjunum Herbert og Helga.Dalur okt 13 226Dalur okt 13 222

Óla Jákup er serfrøðingur í takrtennuurtagørðum, herfyri gramdi eg meg um á blogginum, at takrennan var full av grasi. Tað lósu toppasustrarnar, og eitt tvey trý sendu tær Óla Jákup at reinsa. Hjartans takk fyri hjálpina!Dalur okt 13 205

Turið saman við skyldmanninum Jógvani Dalsfles. Turið fer nokk at kenna skyldfólkið til endan.Dalur okt 13 203

Gerðisekspressen á ferð.Dalur okt 13 199

Magna saman við skyldgentuni Heidi, sum akkurát hevur fingið ein beiggja, Kjartan.Dalur okt 13 195Dalur okt 13 174

Meiri ponyríðingDalur okt 13 162

Systkinabørn Hans Mariusar Bjarta og JónaDalur okt 13 158

Magna í fullspeed, flott kirkjumotiv.Dalur okt 13 144

Kristina og Sjúrður speeda oman á BræiðDalur okt 13 132

Altíð mega vit steðga á á Bræðnum og njóta litgrótverkið har.Dalur okt 13 122

Systkinabørn Hans Mariusar í Toppi, Fridrikka, Gnippa og Lona, altíð blíðar og so láturmildar.Dalur okt 13 111Dalur okt 13 106

Magna saman við skyldgentuni Felisiu.Dalur okt 13 090

Dalur okt 13 066

Sannulena fær sína dagligu rørsluvenjing við at passa Kommin á Bakkanum.Dalur okt 13 053

Monday, October 21, 2013

Heystardagar í Dali


Trampolinin var aftur í brúki, og hondbóltsílegurnar úr Vestmanna fornokta seg ikki, sum tað sær út á hasum kraftlopinum, genturnar hjá Anniku og Hjørdis hildu hitanum við at hoppa.Dalur okt 13 079Dalur okt 13 065
Stuttligt í flettingarrúminum hjá vágamonnunum. Teir eru so væl mannaðir, 4 ungir menn við borðini, so teir “gomlu” standa bara og hava umsjón. Dalur okt 13 050Dalur okt 13 047
Teitur flettir sítt fjórða lamb.Dalur okt 13 046
Í Oyrargarði var innkomandi, Borghild stóð fyri matgerðini, meðan hini rokaðust uttandura. Hon víst mær skølingarnar, sum eru í gerð.
Dalur okt 13 118Dalur okt 13 115Dalur okt 13 041Dalur okt 13 039Dalur okt 13 037
Í Rennuni er virksemi sum altíð, nú var tað ein skjøldur, sum skuuldi skiftastDalur okt 13 036Dalur okt 13 031
Magna hevði barnavogn við hesa ferð, so vit gingu nakrar túrar við dukkunum, tær svóvu alla tíðina.Dalur okt 13 026

Eg elski prestar

Kennir tú tað? Tú kemur koyrandi eftir veg, sum tú hevur koyrt 1000 ferð áður, og kortini er hann ókendur. Tú sært bug og bend, sum tú hevur ikki varnast fyrr, og tú sóknast eftir snarinum til vinstru, sum plagar at vera her ella har, og henda brekkan er hon veruliga so long? Og bergið, er tað ikki skjótt liðugt?

Gott at hava prestakragar, tá ið tú fert úr Dali kl. 6 á morgni í myrkri, mjørka og regni.

Sunday, October 6, 2013

Bina í Malthúsi – vangamynd í oktober

æ 025
Fyrsta eg kom til Dals, plagdu eg og Hans Marius at vitja inn í Malthús, har búði Bina saman við mammu síni og beiggja sínum Vitusi, sum sat lamin. Mamman doyði síðst í 70unum, og Vitus er eisini farin. Nú er Bina einsamøll í húsi. Bina er ‘ommudidd’ í Dali, eisini børnini hjá okkum kallaðu Binu ommudidd.
Bina, Jacobina, er fødd í 1926 í Dali. Mamman æt Lena í Malthúsi, og pápin var úr Rennuni og kallaðist Jóannes í Malthúsi – hann var næstelstur av 10 systkjum.
bina11
Húsini, sum eru Malthús nú, vóru ikki til, tá ið Bina varð fødd, gamla Malthús stóð har, túnið er nú og var ein long lon.
Tey vóru 9 systkin í alt, ein Jacobina doyði pinkulítil, og ein beiggi druknaði í Dímun 15 ella 16 ára gamal. Teir vóru eftir ritungum, hann og ein annar vóru undir oynni, har gekk ein gjógv frá berginum oman á sjógv, hann gleið niður í gjónna og druknaði, men teir fingu hann aftur.
Systkini vóru Anna, Victoria, Palma, Gerda, Ebba, Bina, Vitus. Búgvandi í Dali vóru Anna, sum var elst, Vitus í Malthúsi, tá ið hann var vorðin sjúkur og Bina.
æ 028
Ebba búði í Amerika, gift við einum lambamanni. Hon fór til Íslands undir krígnum, tað var ein epidemi, at gentur fóru til Íslands, hon fekk arbeiði á hotelli. So kom ein amerikanari, og hon bleiv at passa hann og konuna og eitt barn og fór við teimum til Amerika. Ein norsk vinkona skaffaði seinni Ebbuni pláss hjá Rockefeller, at passa Rockefeller sum var sjúkur tá. Lambamaðurin sigldi við einum lystbáti har yviri, hon var einaferð í veitslu saman við øðrum umborð á lystbátinum. Soleiðis komu tey saman.
Bina gekk í skúla í Dali sum barn, Martin Berg var lærari hann var góður lærari, eini 15 børn vóru. Tey sungu nógv, brúktu mest danskar bøkur, katekismus var Binusa besta fak, rokning dámdi henni eisini væl, landalæra kom ikki fyrr enn tey vóru 12 ár, tey lærdu um føroyska søgu. Umframt skúla skuldu børnini eisini arbeiða, torv, hoyggja, taka epli upp. Spælið var mest í ánni, tey spældu við leiku, sum tey funnu. Hømiliubløð vóru fjaðrar til at royta fugl, horn vóru seyðir í rakstri. Pápi Binu var sjómaður og var nógv burtur, var eisini sjúkur og lá nógv sjúkur í Íslandi. Ta síðstu tíðina arbeiddi hann í Dímun, á garðinum har.
inni á Gerði síðst í 40unum
Um veturin sótu tey nógv inni og bundu, bundu upp á húsfólkið, “tað var nakað forferdiligt, vit bundu upp á teir, hosur, vøttir, undirbuksir. Og teir skuldu hava nokk við.” Bina minnist, at hon og mamman bundu bul saman. Seinni hevur Bina bundið skipstroyggjur fyri Vilmu.
Jólini vóru hugnalig, vit høvdu jólatræ í skúlanum , men einki við nøkrum pakkum ella nakað, vit fingu eitt kramarhus við bommum. Janus farbróðir stóð fyri tí at hava veitslu í skúlanum.
úti í støð í ungdómsins vári
Bina bleiv konfirmerað á Sandi 4.okt 1940, tað var ein minniligur dagur, ein so stór grind var á Sandi, minst 1000 hval. Tað bleiv ein rokutur konfirmatiónsdagur, ikki ein pápi hevði stundir at koma í kirkju, har manglaði bæði deknur og organistur! Tey máttu til altars kl. 4 um dagin, og teir lógu allir enn og drupu grind. Tað var ein flott sjón at síggja allar hvalirnar á sandinum og langt niðan í bøin.
Bina fór úr skúlanum 14 ára gomul. So fór hon til Havnar og var eina tíð hjá Victoriu, og so fór hon at arbeiða í køkinum á hospitalinum. Bina: At teinkja sær til, nu verða tey ør, um tað eru 3 patientar á eini stovu, eg bleiv opererað í 1952, og tá var eg nr. 8 á stovuni. Nógv er broytt.
Í 1949 fór Bina dr. Holm at vera arbeiðskona har, tey búðu í Hoyvík, har var hon í 5 ár, har vóru trý børn í húsinum.
arbeiddi hjá dr. Holm 1949
So fór Bina á pleyguheimið í Hoydølum at arbeiða, har vóru 20 patientar úr ymsum plássum í landinum. Eisini genturnar vóru úr ymsum plássum í landinum, og samanhaldið var gott. Tær plagdu at fylgjast í býin um kvøldið, gingu keitúr og vóru í dansi í Sjónleikarhúsinum – føroyskum dansi.  Har var hon so til 1960. Í 1960 fór Bina til Danmarkar at læra til sjúkahjálpara, í “de gamles by” í KBH, og har var hon í eitt ár. Bina: har var veldugt at vera, tey vóru so góð við meg, bæði patientar og personale”. Bina minnist, at starvsfólkini fóru útferðir m.a. til Noregs.
de gamles by 1960
Meðan Bina var burtur, hjálptu Anna og Groth mammuni og beiggjanum í Malthúsi. Síðani hevur Bina verið í Malthúsi og passað fyrst beiggjan og mammuna og síðani beiggjan, sum var lamin og sat í koyristóli. Spurd um, um tað var ikki keðiligt at verða bundin í Dali og ikki sleppa út at arbeiða við síni útbúgving, svarar Bina, at sjálvandi hevði hon ætlað sær út at arbeiða, men hon var glað at kunna hjálpa. Hon fekk eisini brúk fyri síni útbúgving í Dali, tí at Vitus skuldi lyftast og lættast og fekk einki gjørt sjálvur.
Bina
Onnur enn Vitus nutu eisini gott av, at Bina búsettist í Dali. Úti hjá Groth og Malthús hava verið sum eitt hús, genturnar (5 í tali) hjá Groth og Fridu hava verið sum húsfólk hjá Binu, og eisini seinni hevur hon tikið sær av langommudiddu børnum. Bina hevur verið´barngóð, á hesi myndini sæst hon saman við børnum í Dali.
við børnum í Dali
Hon er langommudidd hjá 9 børnum úti hjá Groth. Og Groth og Frida hava hjálpt Binu við jørð og seyði og øllum tí. Bina eigur 11 gyllin av jørð, so hon er heppin, at genturnar hjá Groth hava valt sær menn, sum tíma og duga at hjálpa til.
ss
Bina hevur verið fastur fúsur í dansifelagnum, til hon gavst at dansa vegna sjúku. Dansað hevur hon altíð, tey plagdu at dansa í skúlatúninum, og enntá komu gamlir menn uppí hjá teimum. Mangar NORDLEIK ferðir hevur hon verið (seinast í 1988), og tað dámdi henni væl.
bina4
Bina hevur tvær ferðir verið í Amerika og vitjað systur sína. Vitus fór til umlætting í Havn, og so slapp Bina avstað. Fyrru ferð búði Ebban í New York, seinnu ferðina í Florida. Bina hevur bæði verið í Frælsisgudinduni , Hvítu húsunum og í Twin Towers. Ebba og Esmar koyrdu runt við henni og vístu henni mangt forvitnisligt.
Bina lærdi seg sjálv at seyma, annars var tað systirin Anna, sum var seymikona. Tá ið Anna seymaði fekk Bina restir, sum vóru teknaðar at brúka. Hon trenaði broderí við trillutráð, væl var trenað, tí Bina seymaði fyrsta altardúk til Dals kirkju, og hann er sera vakur.
æ 120



Næsta vangamynd verður av Eyðbjørg Nolsøe.