Friday, November 28, 2014

Í atventini

023

 

 

Jólasøla og cafe í Eiriksgarði í Dali leygardagin 29. nov 2014,  kl 12-19 og síðani alla vikuna kl 16-19. Øll hjartaliga vælkomin.

027 

Sunday, November 9, 2014

Í føðingardag hjá Vitusi í Toppi – og HOYMA í Toppi

020

Eg var so heppin at vera í Dali, nú ið Vitus í Toppi – ommusonur Esther - helt sín 12 ára føðingardag. Hann er heima og ferðast saman við mammu síni Mariu, ommu síni Esther  og manninum hjá mammuni Thomas. Vitus skilur føroyskt, og Thomas skilur eisini eina stóran part av tí, tú sigur.

021089

Tað var stuttligt at hitta Vitus, hann er prátingarsamur og fólkaligur, hevur hugflog og dugir at spæla violin. Mamma hansara fortaldi, at onkuntíð verða  hann og pápi hansara bidnir at spæla til tiltøk.

099

Tað var festligt í Toppi, gestir komu, og kakur og bollar og alt gott var at fáa. Og tað var pyntað uttanfyri eisini.

085086

092095088

Monday, October 20, 2014

Ikki bara fletting

Nógv virksemi í Dali í heystferiuni. Systkinini á Deild høvdu øll arbeiði at gera. Róða sat á takinum við trykkspulara, Bjørt arbeiddi skinn og Hjartvar savnaði skinn inn.

P1040317P1040319

Á Deild hava tey fingið sær markisu, fínt skal tað vera.

P1040321P1040320

P1040348

P1040365

Tey smáu skula eisini passast í øllum rokinum.

P1040334P1040335P1040336P1040377P1040386P1040388P1040389

Thursday, October 16, 2014

Hendan ársins tíð

Símun Hannis segði mær, at hann eitt árið taldi 76 bilar í Dali í heystferiuni, teir komu sum perlur á tráð oman av Sýn. Ja, nú var ljós í nógvum húsum í Dali. Vit vóru í Putlhúsi, og Turið fletti í Bakkakjallaranum. Eisini á Toft var ljós:

P1040361

Fletting var í hvørjum kjallara og alla staðni lótu tey væl at skurðinum í ár, og fleiri løgdu afturat: ikki sum í fjør. Eg fór eina rundu við myndatólinum. Fyrsta stopp var í Toppi, har var sperðil gjørdur úr basarvinninginum.

P1040338P1040340P1040342

Næst legði eg at í Oyrargarði, har var eisini góð manning, tveir ungir menn verða settir við í ár. Egon leggur teimum lag á.

P1040355P1040351

P1040356

Síðani stakk eg inn á gólvið í Haskátrøð, har gekk tað eisini fyri seg.

P1040357

Seinasta stopp á hesum sinni var hjá Sjúrða. Har fekk eg skeið í modernaðari fletting, sum kortini er siðbundin. Sera læruríkt:

P1040390P1040392

Tá ið seyðurin er dripin og høvdið skorið av, verður hann lagdur á hetta borðið. Borðið er boltað fast í gólvið. Á borðinum er ein mekanisma sum klípir seyðaskinnið, tá ið tú stígur á ein gaffil niðriundir. Skinnið við frambeinini verður so fest í borðið, og frambeinini verða bundin í spælið, sum so spakuliga togar skinnið av. Tó er sjálvsagt neyðugt at rista niður og tumma frammanav bógvunum.P1040393P1040412P1040413P1040417

Góðar umstøður eru í kjallaranum til at reinsa skarngarnar og annað.

P1040403

Vit høvdu gestir í Bakkakjallaranum, Ísak og Bjartur vóru komnir suður at hyggja. Ísak fekk eina bløðru við heim. Turið greiddi væl frá, meðan hon fletti.

P1040326

Og diddan helt, hetta fóru at verða góðir bitar á jólum.

P1040381

Monday, October 6, 2014

Skoradagur í Dali

Altíð ein veitsludagur í Dali, tá ið Skorin verður rikin. Nógv fólk samlast í skúlatúninum at skoða seyðin og meta um vekt. Eg var ikki í Dali, so hesar myndirnar havi eg ikki tikið sjálv.

jOHILD

Johild tykist meta um, um hesin veðrurin man vera verdur at ogna sær.

SKORINSKORIN3SKORIN4SKORIN5SKORIN6SKORIN9

Thursday, October 2, 2014

Tann ársins tíð

Turið herjaði á aftur í ár, um hon hevur barn á brósti og tvey børn afturat, so fór hon suður mikudagin bara hon og diddan, tí teir høvdu rikið. Og hósmorgunin legði hon í vaðið. Diddan var hjá Turið á Bakkanum. So komu vit sløðandi Hallur og Allan og eg.

P1040181P1040183P1040185P1040186P1040188P1040190

Hugnaligt á í bakkakjallaranum, Magna lærir seg, næsta ár fer hon kanska at fletta bein.