Thursday, January 30, 2014

Han skal leve, højt hurra!


Vitus fyllir 75 í dag. Vit vóru á ríkissjúkrahúsinum og hildu fødingardag.


Vitus fær ein fædingardagssnaps gjøgnum hondina.

Saturday, January 25, 2014

Vitus í Putlhúsi 75

30. januar fyllir Vitus 75 ár. Vitus er miðlingadrongurin í Putlhúsi. Brøðurnir vóru Hans Marius (1941-2010) og Jógvan Adolf (1936-2007)

í Putlhúsi
Vitus fór blaðungur til sjós. Hann var bara 15 ára gamal, tá ið hann fór sín fyrsta túr. Fyrsti túrur hansara var við Torrasól, sum pápi hansara eisini var við. Systkinabarn Sofus Jóan Jakku í Horni førdi Torrasól, Torrasól var ein avgomul slupp, og Vitus var bara tveir túrar við henni, á Suðurlandinum og Norðlandinum Har umborð var alt upp á tann gamla mátan, teir  vóru í sjálvdrátti og høvdu lippukassa.
Einaferð lógu teir fyri akker í Vestmannaoyggjunum, tá tóku teir lítlabát og róðu inn. Vitus keypti tá mammu síni eitt kaffistell, sum var eitt tað kærasta Frida átti. Ein so umhugsin unglingi, hugsaði um eina gávu til mammu sína.
019
Seinni var Vitus við Norðlýsinum, teir róðu út undir Føroyum, og har bleiv egnt umborð, skipari var Karl hjá Kjartu.
Í 1962 fór Vitus við Nólsoyar Páll, sum var línubátur, har átti sera nógvir uppií, skúvoyingar, dalbingar og aðrir.

                                                         Myndin tikin umborð á Skarvanesi.
8Vitus var 4 verktíðir í Íslandi , tvær á Hellissandi og tvær í Rivi. Tað var styttri róður í Rivi. Vitus breyt armin síðsta dagin í Rivi og endaði á einum katólskum sjúkrahúsi í RSykkishólmi.
Tá ið Dalbúgvin kom og teir engdu í Dali, var Vitus formaður í egningini, til hon bleiv flutt til Skopunar.
Vitus var við Klettunum og Eysturbúgvanum, og seinnu árini flakavirkinum á Sandi, og tað varð nógv arbeitt, ofta langir dagar.
gift2
Vitus er giftur við Turið úr Skálavík, og tey bygdu hús á Bakkanum í Dali, á grundina, sum Vitus fekk frá ommu síni. Turið og Vitus eru gestablíð, og tað er føst ruta at fara út á Bakka at fáa sær drekka.
gift
Vitus hevur eisini verið seyðamaður meginpartin av lívinum, hann hevur havt heimaseyð og gingið burtur í haga. Mær rennur í hug Halgir hjá Heðini Brú, hesa náttúruveru, sum gongur út í eitt við grót og haga, sum samskiftir við náttúruna og livir í samljóði við hana. Vitus er ein av teimum gomlu, sum lærdu kynstrið ikki á skúlabonki, men við at liva í tí og við tí. Á myndini síggja vit Vitus og hansara trúfasta fylgisvein.
3
Vitus og Hans Marius stimitúr.
bátur
Putlhúsdreingirnir avmyndaðir saman við mammu síni, tá ið Frida fylti 75.2
Fyrsta eg kom til Dals, búði Vitus í Putlhúsi, hann er barngóður og var altíð góður við genturnar hjá okkum, og nú hevur hann nógv abbabørn, sum kalla hann ‘farfar’'.
Saman við Turið og Símuni.
9
Saman við Louis Mariusi.
DSC01654
Saman við Fridu Sofíu.PICT0135
Saman við Bergi.PICT0746

Vitus heldur føðingardagin í Keypmannahavn, har hann er undir læknahond.
Góði Vitus gubbin, hjartaliga tillukku og góðan betring!

Friday, January 17, 2014

….einaferð fara vit sjálv upp í ringin


Í dag er jarðarferð í Skopun. Ein 17 ára gomul genta verður borin til gravar. Skúlin í Hoydølum er stongdur í dag, nógv fólk samlast til jarðarferð, og øll hugsa tað sama, hvussu ber tað til, at ferðsluvanlukkurnar blíva við, hvat skula vit gera fyri at steðga hesum ørskapinum?
Sum próvdómari á tekniska skúla í Havn fyrst í hesi vikuni fekk eg høvi at heilsa upp á 32 ungar menn, teir eru í aldrinum 15 til 18 ár, umleið. Próvtøkan var í føroyskum og fleiri, ja nógvir av tekstunum, sum lærarin hevði valt, vóru um ferðslu og ferð. Ráðið fyri ferðslutrygd átti fleiri av tekstunum, summir vóru um tey, sum eru sloppin við lívinum, men sita í koyristóli, (“Tað er deyðsjúkt at sita í koyristóli” og “Royn at vera fiksur í koyristóli”.) Ein var um ein, sum gjørdist drápsmaður sama dag, sum hann fekk koyrikortið, og so var søgan “Pílar” hjá Mariannu D.Dahl og hin fína søgan hjá Stig Dagermann “At drepa eitt barn”. Allir dreingirnir vórðu spurdir, um ein slíkur tekstur fekk teir at hugsa seg um, hvussu teir koyra, um ein lærir nakað av tí, sum RFF roynir at gera. Próvtøkan var bert tríggjar dagar eftir vanlukkuna á Argjum. Allir dreingirnir svaraðu neeiii, tað hildu teir ikki, kanska teir hugsaðu um tað eina løtu, men annars…..
RFF hevur eina stóra ja kanska ómøguliga uppgávu. Vit mega siga, tey hava roynt, brúkt greinir, filmar, vitjað skúlar osfr. Hvussu fáa vit hesar ungu menn á tal? Tað er ikki tí, at tað eru 1000 reglur teir skula læra uttanat, tað er bara ein ella tvær:
1. ikki koyra ov skjótt  2. ikki koyra tá ið tú hevur drukkið. Og teir vita tað, tað er tað syrgiliga við tí TEIR VITA TAÐ gudhjálpimær.
Dansurin er ein traditionell mynd, sum kann nýtast um ymiskt t.d. samstarv , gleði og spæl, men í kópakvæðnum síggja vit eina daprari dansimynd: allir teir druknaðu taka hendur saman og trína ein dans. Vit hugsa okkum gamlar og yngri menn í húðaskóm og stuttum buksum, summir eru undir dimmari húgvu, teir stíga siðiliga og seint, ringurin buktar seg um Kalsoynna, inn í gjáir og glopur, ritan í Kalsvík tagnar eitt bil, nú ið tann svarti ormurin ringir seg um Kallin.
Men um vit modernisera myndina, so sær dansurin heilt øðrvísi út: ungir menn og ungar kvinnur sveima í dansinum, tí æviga ringinum, rykt úr lívinum og eftir sita foreldur og onnur uttan fyri ringin. Ringurin buktar seg eftir breiðum veg við hvítum strikum stundum øðrumegin strikuna stundum hinumegin, og hygg nú dansa tey í haganum, og ein ávísur brotpartur av teimum 32 næmingunum, sum vóru uppi í føroyskum, dansa við.


Thursday, January 2, 2014

Hevnt er og hevnt skal verða….

Nýggjársdansur var aftur í ár, og aftur í ár komu fólk úr allari oynni og úr Havn. So herligt at vera í góðum dansi og hoyra væl kvøðin kvæði. Serstakliga hátíðarligt var at hoyra álvarsmannin Símun úr Svínoy kvøða Rudisar vísu, um halgimennið Stefan og hansara heilaga galandi hana og hin illa Rudis, sum bleiv stoyttur av himli. Og so kvóðu vit afturat mongum øðrum kvæðum eisini Kópakvæðið, tað er altíð stuttligt, tá ið tú dugir uppií, tað skipaði Gunnar Restorff.

041

Børnini høvdu kátt sítt lív har rundanum.042

032035

Kaffi og te var at fáa og ein findargóð súpan. Tá ið bussurin fór avstað við havnarfólkunum, helt dansurin fram við Vatntáttinum av Sandi, stuttligt at síggja hesar ungu kvøðarar stíga so fast og lættliga.

049

Her er okkurt merkiligt við myndunum, tær eru nógv smærri enn tær plaga. nei, nei, tøknin og eg! Smile

Wednesday, January 1, 2014

Árið ið fór

Dalssíðan nýtir høvið at ynskja sandoyggjafólki tillukku við oyggjarsíðuni www.sandoyggin.fo Mest lisnu og stuttligastu bloggarnir í 2013 vóru ivaleyst vangamyndirnar, nú royni eg at seta aðrar myndir inn í afturlítandi nýggjársmyndarøð.

Januar. Trettandadansurin í Skálavík, og ein mynd av Vitusi, sum gevur seyðinum í kuldanum.

061060

023

Februar. Føðingardagshald í tilhaldinum á Sandi og ein mynd av Sannulenu og Tórhild og Karli.

041040036

Mars. Sølucafé í Eiriksgarði.

069067062

Apríl. Flaggdagshald á Sandi og ársveitsla hjá Stígum fast saman við Tøkum lætt.049044

070041

Mai. Basarur í Dali.

044043033021

Juni

013007

Juli. Summarmyndir úr mølini og bygdini.

121149271194012273921185536

August.

027022

September. Tíð at fáa grøðina til høldar. Á vegnum stendur *VIt hava tað gott’.

æ 114æ 094æ 056æ 044æ 013

Oktober. Nógv fólk í Dali hesa tíðina. Flettingartoymi á Bakkanum, ponyríðing, og harra Dalsfles við skyldkonu. Jóna og Bjarta og rennibørn og Rennusystrar.

Dalur okt 13 242Dalur okt 13 226Dalur okt 13 203Dalur okt 13 158Dalur okt 13 131Dalur okt 13 103

November.

028025

 

023

Desember.

551648_4222214758288_1228533126_n

Dalssíðan ynskir øllum lesarum GLEÐILIGT NÝGGJÁR!