Monday, March 17, 2014

Á bróstinum 3

 

P1000564

Sluppir og ein føroyskur bátur, hann sær út til at øtla. Skýggini bøkla seg saman. Man hetta skula vera í Íslandi, kanska.

Vit vóru í Dali um vikuskiftið. Magna gleddi seg at fara í sín nýggja hjálm.

003005016012024

Vit fóru úr Dali fyrr enn vit ætlaðu, tí at veðurmaðurin segði frá stormi. Suðuri á flog flettu áirnar uppum seg, tað helt Herbert vera løgið, at áirnar skuldu ikki sleppa at renna á sjógv.

Tuesday, March 11, 2014

Á bróstinum 2

P1000569

Hálum fast í várt tog – tekningin hjá Óla P vísir Jógvan Adolf og John Petersen, sum toga Sólarris ímillum sín. Jógvan var fleiri ferðir á baksíðuni á Sosialinum ta tíðina, hann sat í løgtinginum.

Sunday, March 9, 2014

Á bróstinum

Hugsi um, hvat fólk flest hevur á bróstinum heima hjá sær, vit eru mong, sum ikki eiga Mikines og Ingálv av Reyni. NLH fer nú at hava framsýning við myndum hjá privatfólki – eitt so fínt hugskot.

Henda málningin havi eg hangandi í Putlhúsi, hann var har, tá ið vit keyptu húsini. Jógvan Adolf hevur so antin keypt hann ella fingið hann.

P1000563

P1000567

Málningurin er signeraður L.E. Onkur segði mær, at tað var Louis Eystberg. Motivið sær út til at vera útsýni úr Høvdarhaga yvir á Koltur og Streymoyarlandið. Koyrdi mær ein túr norðut um bygdina í Skopun, og jú tað fekst at passa, men tað var ikki so gott sýni sum á myndini hjá L.E.

P1000580

Tuesday, March 4, 2014

Fastalávint í Dali

 

P1000603

P1000594P1000595

Dalbingar halda fastalávint mánadag , sum tey gjørdu fyrr, ikki weekendkvøld, sum mong onnur. Tey sláa tunnu, og aftaná er nátturði í Eiriksgarði, og so verða jólini tald. Onkur spurdi: telja jólini, hvussu tá, tað eru 9 mánaðir til jóla, tað veit eg.

P1000591P1000616

Børnini slógu tunnu inni, og Tórunn gjørdist kattakongur, men øll fingu bommini, sum streymmaðu úr tunnuni.

foto

Tey vaksnu slógu úti, eitt sindur ilsligt, men lagið var í topp. Kjartan varð kattakongur, myndin er tikin beint áðrenn tað avgerandi slagið.

P1000608

Formaðurin í Stígum fast handaði Tórunni og Kjartani steyp.

P1000635P1000639

Nátturðin smakkaði frálíkt, føroyskur viðskeri og heimagjørd smyrjisjokoláta.

P1000622P1000623P1000628P1000634

Sunday, March 2, 2014

“Balladdans” í Dali

Havi ofta dansað saman við útlendingum, tey koma uppí, læra seg stevið og ganga runt. Summi læra ikki stevið, men ganga og práta og gnisa í dansinum….

P1000558

Jóannes greiðir frá innihaldinum í Ole Morske

men so var ikki í Dali í gjár, eini 10-12 svenskir dansarar vóru í dansi í Eiriksgarði, tey dansaðu við av heilum hjarta. Vit kvóðu Ólav Riddararós, og hvat so? nú tríva tey í Olof och ãlvorna, og tey stíga fast og øll syngja niðurlagið. Tey hava ikki somu rútmu sum vit, men vakurt mál og vakurt dansilag. Tríggjar aðrar vísur vórðu havdar, ein æt Svinehãrden, um ein svínahirða, sum veruliga var kongssonur, ein onnur var um ein orm, sum slapp at sova hjá eini ungmoy og so vísti seg at vera kongssonur. Tað er fyrstu ferð, eg havi dansað føroyskan dans við svenskum vísum.

P1000555

Vilhelmina fær frágreiðing um eina svenska vísu

 

P1000537

Marius á Klettum og konan práta við ein av svenskarunum.P1000542P1000549

Gólvið í Eiriksgarði slapp at standa sína roynd enn einaferð, tá ið vit dansaðu Ole Morske, og svensku gestirnir hildu, at hatta var eitt løgið men stuttligt gólv.P1000556

Prátaði aftaná við Nannu Hermansson, sum er ferðaleiðari, hon er svensk, men tosar føroyskt. Hon er formaður í felagnum Føroyar-Svøríki og hevur bæði studerað og arbeitt í Føroyum. Hon greiddi frá einum symposium, sum var í 2007, og sum nólsoyingar vóru við í. Hon gav mær ein bókling við fyrilestrum.  Eitt sera gevandi kvøld í Dali.

P1000559

Nanna Hermansson í práti við Oddvør og Katrinu

P1000584

úr bóklinginum Balladdans I Norden. Symposium Stockholm 8-9 nov 2007