Tuesday, June 30, 2015

Leonia farin

Tá ið Leonia kom í kistu til Dals og kistan varð kórsett í kirkjuni, varð fyrst steðgað á uttan fyri Stórhús, har sum Leonia búði og virkaði øll síni manndómsár. Ein vakur siður og ein virðilig seinasta heilsan. Ein sangur varð sungin í túninum, og síðani varð farið í kirkjuna, har prestur las eitt orð og helt bøn.
Dalur 001
Í garðinum í Stórhúsi høvdu tey gjørt ein minnisvarða við eini blómugrýtu á einum steini, og symbolvirðið kom rættiliga til sjóndar, tá ið tú í ervinum fanst henda sangin á borðinum. Sangurin var ein, sum Leonia elskaði:
1.Blant ljose barneminne er gryta hennar mor,
ho står på gamle tomter, der ville blomar gror.
Hon er nokk slitt av sleiva, av rust og tidas tann,
men ingen kann fortelja, som gamle gryta kann.
2. No er det lenge sida, og mange år har gått,
far og mor er borte, si kvila har dei fått.
men endå kann eg høyra ståket kring vårt bord,
då alle skulle mettast av gryta hennar mor.
4.Men blant dei såre minne, det er ei gleda stor,
for Gud har planta blomar kring gryta hennar mor.
Dalur 002
Tað var altíð gott at koma inn í Stórhús. Leonia var ein mentakvinna og visti altíð okkurt at siga frá. Leonia og øll hennara hava verið kvøðarar og dansarar burturav. Vit seta eitt lítið brot úr tekstinum hjá Andrassi Jacobsen, sum hann skrivaði tá ið Stígum fast fylti 40::
Leonia Johannesen (fødd 1923 ) sigur frá skúlagongdini, at tá dansaðu tey í fríkorterinum og eisini okkurt kvøld, tá ið veðrið var gott. Hon minnist, at tey kundu dansa í skúlatúninum, og tað var meir enn so, at vaksnir menn komu uppí ringin. Hettar sigur nakað um, hvussu væl øll ættarlið kendu seg heima í dansinum sigur Leonia.
P2150195
P2150198
034
DSC08821

Familja var komin heim úr Danmark, Borgny helt gravtaluna, og børnini mintust langommuna við eini serstakari heilsan, sum langomman plagdi at taka til: góða eygað! 
Dalur 033

Monday, June 8, 2015

Djóradagur í Húsavík

Freddy var høvuðsattraktiónin. Bara seks dagar gamal og so stórur. Mamma hansara man vera nakað stór. Tað er hugnaligt, at vera til djóradag í Húsavík. Ikki so nógv, ikki so stórt, børnini fáa yvirlit og kunna renna sjálvi. Í ár var nokso kalt. Herbert kannar her alt, sum tey hava í kørunum. Eitt sum er at finnast at, er, at foreldur ella tey sum varða av dýrunum ansa ikki eftir, at smábørn, sum ikki duga at lesa "ikki nerta við meg" , ikki pína djórini. Eg sá ein lítlan drong 2-3 ár taka eina skrubbu upp eftir stertinum og svinga hana runt sum eina lasso - tað er ikki í lagi. Har skuldu tey, sum áttu hetta barnið, vegleitt tað.
Herbert og Magna riðu bæði ein lítlan túr á smárossum, og so ótu tey grillaða pylsu.



So var Dalur á skránni, og nú ið sóljurnar eru komnar, fóru vit út at hyggja, um nakrar av blómunum í "Brobberi" eftir Guðrun Gaard vóru at síggja. Vit funnu mýrisólju, hagasólju, svínasólju, sjógras og hjálpirót. Men hagasólja er ikki í bókini. Her toyggir Herbert seg eftir sjógrasi.
 



 

Vit fóru eisni at vitja huldukonuna, nú eru steinar i troyggju, sum vísa vegin.