Monday, August 31, 2015

Bindiklubbi á ferð

  20150830_154623[1]
Hugnaligt í Hoygarðinum við Gjógv, tá ið dalskvinnur komu útferð til Gjáar. Tær komu fyrrapartin, fóru í kirkju. Síðani gingu tær túr í bygdini, og aftaná døgurða fóru vit á basar. Eg vann ikki eitt
11879241_10204763283308087_3631512692932110087_o           11953332_10204763277627945_9004557739946225116_o
petti, men Annfríð fór avstað í nýggjari troyggju, og onkur hevði laks og saltfisk og karamellur suður við. Polli er ein rættur spælifuglur, hann vann termokannu og okkurt annað.

 

 

20150830_140815Takk fyri vitjan!

Sunday, August 23, 2015

Pól Jákup 60

Síðani Pól Jákup og Claire búsettust á Skarvanesi hava tey altíð sóknað nógv til Dal. Við sínum mongu talentum og hjálpsama verumáta hava tey mangan rætt eina hjálpandi hond.

Tað var tí so rímiligt, at Pól Jákup valdi Eiriksgarð í Dali til sín runda føðingardag.

009

Hann bjóðaði brunsj, og tey á Deild vóru hansara høgra hond. Eitt frálíka matligt sjálvtøkuborð, bæði við føroyskum mati, súpan og ymsum salati. Og omaná vóru herligar kakur, og Pól Jákup segði mær, at tað vóru drotningakakur, summar av teimum. Tí tá ið drotningavitjanin varð avlýst vóru longu úrvalssmákøkur bakaðar í Skálavík. Stikk den! Og Pól Jákupi líkt, so var eisini sera barnslig dessert at fáa, amagerstengur, sleikipinnar og bommarmbond vóru á kakuborðinum, so Magna var sum í himmiríki.

Og har var mong ein fjøður samankomin, musikkskúli og symfoniorkestur og familja og vinir. Alex Sólstein tók orðið og helt ein sera áhugaverda røðu, tað var um sangin “Í góðum veðri hann dyrgdi” . Hann segði, at sum smádrongur dugdi hann sangin uttanat á svenskum, also um ein svenskan drong. Hans Andrias hevði ein flokk í føroyskum og hoyrir, at genturnar sita og syngja henda sangin, hann spurdi so, um tey hildu ikki, at tey skuldu fara at týða sangin. Og tá ið skúlatíðin var farin, stóð “Í góðum veðri hann dyrgdi” á talvuni.

004

Pól Jákup er altíð fullur av søgum, og speiið gongur sum oftast út yvir hann sjálvan. Hann fortaldi, at familjan hevði leigað ein jacuzzi í Skálavík, og dagin eftir skuldi hann hoyra í undirhúsinum í Skálavík, at Pól Jákup hevði fingið so stóran avsláttur í Deplinum. Hví? Jú, tí at tá ið Pól Jákup (200 pund), Claire (eitt sindur minni), og hini í familjuni vóru í pottinum passaðu bara 14 litrar av vatni í.

Ein sangur var yrktur til høvið: 

o.o.

Tað er Oskar, sum hevur yrkt sangin til Pól Jákup.

008

Jóannes í Stórhúsi og føðingardagsbarnið spældu undir.

007

Eg var í føðingardegnum við Magnu og Kristinu, og tær føldu seg so væl. Pól Jákup er so sjáldsama barngóður og vinarligur. Og vit gjørdu kvettið, tí vit vóru eisini í kokkagildi í dag. Og tað vita øll, at tað er minst líka stuttligt. Magna nýtti høvi at dansa ein polka við kjólanum sum sløri, á myndini býður hon Vilhelminu dans.

027

Dalssíðan ynskir Pól Jákupi hjartaliga tillukku!

Thursday, August 6, 2015

SUMMAR Í DALI

Havi sett met (tey seinnu árini) nú ið eg havi verið næstan eina viku í Dali, alt ov sjáldan mann tekur sær tíð at vera við frið. Feriufólkið kemur og fer. Børnini hava fingið ein so deiligan hyl at spæla í í ánni.

028031034033

Runufólkini eru komin suður og hava tikið bilin úr garasjuni.

001

Ingvard, Tórhild, Bogi og Elin

Men í Rununi fingu tey eisini sjáldsamar gestir, nevniliga Tær gomlu runusystrarnar, sum vóru komnar familjutúr til sítt gamla summarhús.

012015

Magni, Kára, Marna, Erla og Rannvá

018

Húsini í Rununi eru nýmálað, og eisini Sigurd málar í full speed, so tað er hugaligt at síggja.

022

Grothsdøtur arbeiða í Malthúsgarðinum,  og Jónas og Sjúrður súkkla og spæla Ipad.

010026

007

Wednesday, August 5, 2015

HARRANS MALARGRÓT OG FLAG!

Dali aug.15 040

Mølin í Dali er eitt náttúruvakurt pláss. Ikki nógva staðni í Føroyum er so stór og lætt atkomilig møl. Menniskjan – tann ránskroppur – hevur sæð ein møguleika at taka sær grót, malargrót, ja taka tað við heim, av bygdini, kanska til eitt tún ella ein garð ella girðing.

TAÐ ER IKKI LOYVT AT FLYTA MALARGRÓT AV BYGDINI Í DALI.

Summi koma í vanligum bili, lata baklúkuna upp og fylla í, onnur koma við balju at fylla uppí! Ella við lastbili! Hvat hugsa hesi fólk fyri sær? Halda tey, at mølin veksur líka skjótt aftur, vita tey ikki, at grótið kann verða uppi?

Kirkjugarðurin í Dali er bygdur av malargróti, og hann er so sera flottur, men dalbingar taka heldur ikki tað nógva av gróti úr mølini.

.

Dali aug.15 046

Vælkomin til Dals og vælkomin øll á Café í Dali, men latið mølina fáa frið, hon er til okkara eftirkomarar, tí hon er HARRANS MALARGRÓT OG FLAG.

Dali aug.15 017

Café og sølubúð í Dali. August 2015.

P1080633

Kirkjan í Dali við kirkjugarði.

Men vælsignaðu dalbingar fáið nú í lag at seta eitt skelti upp, so at eingin er í iva.

Monday, August 3, 2015

Á café í Dali

Í oysregni er best at hugna sær inni.

unnamed

Seinnapartin ber til at fara á kaffihús at fáa sær kaffi og klattur. Og um ein er heppin, ber til at fáa ommu sína at keypa ein kjóla at dansa í.

unnamed2unnamed3