Saturday, February 27, 2016

Sjúrður 70 ár

Nú var aftur føðingardagur í Eiriksgarði. Sjúrður og Eyðbjørg høvdu opið hús. Øll børnini uttan Anna vóru har, og Vilhelmina sendi henni heilsan í síni talu, sum fyri tað nógva snúði seg um børnini. Og tað má mann siga, tað er ein flott bukett av børnum og barnabørnum.

20160226_215808[1]

Vit fingu deiligan nátturða við øllum góðum, føroyskum og øðrum. Fleiri stuttligar talur vórðu hildnar: Gamli prestur legði dent á, tað høgu valdsmiklu støðu og ta torurødd, sum føðingardagbarnið hevur, tá ið hann stendur í kirkjutorninum. Eisini segði Jákup R. Hansen nakað um, at hann varð ávarðaður ímóti sandoyggjafólki, áðrenn hann fór suður sum prestur, tey høvdu ikki gott orð á sær.  Jónleif helt eina fína talu við minnum frá barnaárumí Dali, ta tíðina var Sjúrður kongur í Dali, mest, flest og skjótast var Sjúrðasa ummæli. Eisini aðrar talur løgdu dent á Sjúrðasa arbeiðssemi, áhaldni, og Anfinn segði, at tað var altíð gott at ballast saman við Sjúrði úti í bønum.
20160226_200959[1]
Jacobinusa lagkaka var sjáldsom og flott við fleiri symbolum, sum eyðkenna Sjúrðasa lív og virki.
20160226_201148[1]
20160226_200427[1]20160226_193548[1]20160226_195418[1]20160226_193431[1]20160226_193414[1]
Og sjálvandi sungu vit nakrar av teimum gomlu góðu við harmonikuundirspæli.
Dalssíðan ynskir Sjúrði tillukku.

Sunday, February 7, 2016

Bjørt 18 ár – grýluføðingardagur i Dali

Aftru ein deiligur nátturði og ein góð veitsla í Dali. Prestur tók ímóti í gongini saman .við einum reyðhærdum, reyðholdaðum víkingi

DSC02024

Oyragarðsfólkini sóu distingverað út, hann við súkklustýri og hon við slørhatti, kundu verið komin beint úr “Printemps” ella av  Montmartre. Og putlhúsfókini klár til maskeradu.

DSC02020DSC02022

 

DSC02075

Men tey á Deild fara sjálvandi “all in”, bæði ungt og eldri. Og Bødvar letur heilsa at soya er fínt til annað enn at lita sós.

DSC02026DSC02028DSC02034DSC02037DSC02069DSC02039

DSC02027

Tíverri er hendan myndin eitt sindur rist, fotografurin skundar sær ov nógv. Men henda gamla omman fær 1. premiu fyri grýluklæði. Avgjørt.

DSC02052

Um onkur gestur var, sum ikki hevði havt stundir at fara í grýluklæði, so vóru ráð fyri tí, hattar ú vikublaðnum vóru til taks.

DSC02055DSC02057DSC02074DSC02082

DSC02033

Sera hugnaligt og gemytligt borðhald, og so fóru vit nakarar ferðir um gólvið, meðan Annfríð skipaði tey fyrstu 12 ørindini av Kongsdóttrini í Nólsoy, tað kláraði hon fínt!

Veitsluhølið var pyntað við óhugna, eiturkoppanót v/eiturkoppum allastaðni. Borðið var so sera orgilnalt pyntað við saguspønum, fínt konfetti!

DSC02050