Saturday, May 7, 2016

Væleydnaður basarur

Tað kann gott vera at dalsbygd er ein lítil bygd, men hon er kortini stór í sínum lívshátti, sínum fevnandi verumáta og savnandi tiltøkum.

DSC02616

Nú var aftur tíð at hava basar at savna pengar til húsið. At hava eina stóra dansistovu krevur sítt, og hóast mesta arbeiðið er sjálvboðið, kostar tað at halda eitt síkt hús. Herligt at uppliva – serliga børnini – tá ið vinningur fall á teirra nummar. Eitt rættiligt familjutiltak, tú keypir mangar ella fáar seðlar, sum tú vilt, og um tú vilt vera vís í at vinna, so keypir tú sjálvandi kaffi og breyð við lekrum viðskera.

DSC02622

Magna og Felisia spældu alla tíðina, tær klikkaðu bara so væl saman, og sum tit síggja dámar teimum væl at vera modell. Á næstu myndini haldi eg, Magna roynir at sita sum ein havfrúgv.

DSC02617

Tey eru vælsignað við góðum basarkreftum í Dali – bæði við hjólið og aftan fyri skivuna.

DSC02612DSC02615

Og sjálvandi møta vit upp at stuðla.

DSC02625

Glað at vit fóru suður, hóst tað bleiv nakað nógv ferðing.-

DSC02633

Monday, May 2, 2016

Barnadansistevna 2016

Kl. 7 leygarmorgun fór Smyril av Havnini, og har vóru nógv børn við.

20160430_080330[1]

Tað var sum á gólvinum suður, og tá ið vit komu til Vágs stóðu bussar fyri okkum. Móttøkan var góð, vit vórðu boðin til borðs beinanvegin, bæði kakur og frukt vóru í boði.

untitled5

Ein ung pen dama setti stevnuna, hon var veitsluklødd í føroyskum klæðum, og hon dugdi sera væl at málbera seg, tók til fleiri kvæði og kvæðasøgur, sjálv hevði hon dansað, síðan hon var lítil.

untitled4

Nú varð farið upp á gólv. Vit í Tøkum lætt skuldu kvøða sum nummar 9, men eitt annað felag kom ímillum, so vit vóru nr. 10 , tað er næstsíðst. Vit vóru spent, og Annfríð var sera spent. Annfríð kláraði seg so væl, hon skipaði Kongadóttrina í Nólsoy við klárari rødd. Hon fekk góðan stuðul, sum vit síggja á myndini.

dansa2

bsogannf

Vit vóru útferð, summi vóru í Porkeri og summi í Sumba. Og vit fingu øll døgurða. So fóru vit túr vestur á Eiði. Góð f20160430_153214[1] Góð fyriskiping. Men tað var nokso leingi at bíða í seinna enda. Smyril fór av Krambatanga kl. 18.30. Vit blivu so koyrdi í 3 bussum til Tvøroyrar. Góður endi á barnadansinum 15-16.