Thursday, June 16, 2016

Bókastev í Dali



Bókastev hevur vanliga summarferiu í einar tríggjar mánaðir, so hesin summartúrur til Dals var uttan "heimaarbeiði."  Vilhelmina var so beinasom at vísa okkum kirkjuna og Eiriksgarð. Hon vísti okkum eisini sítt nýggja vakstrarhús, sum var sera forvitnisligt.


 Osla hevur latið seg í til allar eventualitetir.
Summar av hesum konunum eru so raskar og friskar, at tær fóru gjøgnum neytageilina og heilt niðan undir garðarnar. Tit síggja tær heilt har uppi. Tá ið farið var úr Dali, gjørdu vit eitt rend yvir til Gívrina við Gróthúsvatn.

Og so í kvøld komu Bergljót og Ásvør her á Suðuroyavegin við eini gávu, eg sigi so túsund takk tit allar samlar, tað er alt ov mikið. Havi fingið mær turran fisk og appelsindjús í kvøld, manga takk.

Tuesday, June 7, 2016

ÚTISETADAGUR 2016

Altíð er okkurt stuttligt í Dali! Nú verður hin vælumtókti útisetadagurin, tá ið dalbingar burturi og heima hittast í Dali og lata bygdina og bygdarfólkið enn einaferð tøla seg við sínum gandamátti.  Vit taka frí, hugsa um einki, hitta fólk og finna gamlar kunningar.

Soleiðis skrivar Helga í lýsingini.

 

Hey.
Øll eru vælkomin til tiltakið "Dalbingar burtur og heima",sum verður 23 juli 2016 í Dali.
Kostnaður 200 kr. Børn undir 14 ár ókeypis.
Tilmelding á tlf. 217901 áðrenn 10 juli.
Byrjað verður kl. 10 við morgunmati.

 

 

ruddingardagur í Dali 128

ruddingardagur í Dali 095

Sunday, June 5, 2016

Ruddingardagur í Dali 4. juni 2016

Børnini høvdu tað herligt í nýggjari trampolin, nýggj reiggjusetur vórðu eisini hongd upp.
ruddingardagur í Dali 101ruddingardagur í Dali 097ruddingardagur í Dali 094ruddingardagur í Dali 092
Nógv fólk var møtt í Bláa húsi kl. 10 um morgunin. Fyrst var morgunmatur á skránni, og Nóa og Oddbjørg nutu sína sjokolátu í botn!
ruddingardagur í Dali 010ruddingardagur í Dali 009
ruddingardagur í Dali 008ruddingardagur í Dali 003
ruddingardagur í Dali 014
So varð farið til verka: mølin, áin, framvið vegnum, aftan fyri skúlan, millum garðarnar og ikki at gloyma plantasjan. Ídnar hendur, gamlar  og ungar hentaðu og pilkaðu. Ikki eitt ullarpu ella eitt karamellupappír slapp at liggja.

ruddingardagur í Dali 051ruddingardagur í Dali 046ruddingardagur í Dali 042ruddingardagur í Dali 033
ruddingardagur í Dali 104
Onkur helt, at ein plagar at siga, at børn órudda, men ruskið var tað mesta frá vaksnum. Róða koyrdi sum ein brandur, tá ið hon var sloppin leys av brúnni.
ruddingardagur í Dali 108ruddingardagur í Dali 078
Kampingplássið fekk ein ordans umgang, har var tað mest grót og gásarlortur.
ruddingardagur í Dali 047ruddingardagur í Dali 040
Túnið millum Eiriksgarð og fótbóltsvøllin varð lagt undir grús, og har vóru ungar ídnar hendur. Jón arbeiddi við sveittabrot, og Nóa noktaði at taka ímóti hjálp tí at hann dugdi sjálvur, og vit síggja, at hann orkar at lyfta spakanum.
ruddingardagur í Dali 063
ruddingardagur í Dali 069
Ein slíkur ruddingardagur ger ikki bara bygdina ruddiliga, hann ruddar eisini slóð millum menniskju, slættar og reinsar vegin millum teirra, og sum vit vita, er eitt smíl stytsi vegur millum fólk.
ruddingardagur í Dali 022ruddingardagur í Dali 020ruddingardagur í Dali 002ruddingardagur í Dali 001
Grillmeistarin bjóðaði nátturða, og ikki bara pylsur, men burgarar við øllum góðum afturvið.
ruddingardagur í Dali 124ruddingardagur í Dali 119ruddingardagur í Dali 117
Og hey! der var harmonikan løgd um hálsin á Símun Eriki, og hann legðist ikki á boðini.
ruddingardagur í Dali 154
ruddingardagur í Dali 140
Endatiltakið var eitt stórt bál, har ruskið brendi, men tá var tygara reportari farin til hús.