Tuesday, July 24, 2018

Jónleif 40

Ikki nógv menniskju hava gjørt og dugað so nógv, tá ið tey eru 40, sum Jónleif Johannesen í Dali. Politikarin Jónleif ger sítt arbeiði til lítar, hampiligur í orð og tal, góður røðari. Mær kemur mangan Jógvan Adolf til hugs, tá ið eg hoyri Jónleif, báðir kvæðakempur, báðir javnaðarløgtingsmenn úr Dali. Jónleif hevur annað beinið í Klaksvík nú og hitt í Dali, samferðsla til smábygdir og tunlar norð um Fjall. Dans inn í skúlarnar og pengar til Klaksvíkar sjúkrahús. Sanniliga hevur Jónleif nógv at taka sær av.
Jónleif hevur dansað og kvøðið, síðani hann dugdi at ganga, og hesin áhugi hevur ført bæði nevndarsess við sær og formanssess.
Jónleif er eisini yrkjari og góður vertskapsmaður, vit kenna kvæðið um Deyða Sigmunds og tættirnar, hann hevur yrkt m.a. "Rókin til Dals".
Jóannes segði ein dagin, at tað er skaðiligt fyri eina bygd, at tað er bara ein maður, aum tekur sær av øllum, tað man vera tí hann hevur sett tríggjar við. :)
Midnáttarrøða í Dali.
Sum lærari hevur Jónleif eisini gjørt vart við seg í fakfelagshøpi, og hansara eldhugi og áhugi vísir seg eisini í summarskúlanum í Dali, sum hevur verið í tvey ár. Eitt skeið fyri børn við rótum í Dali. So væl umtóktur er summarskúlin, at onkur er farin at tosa um, at skúli  skal eisini vera fyri pluss 20. Eg sigi fyri meg, at tá ið hann verður fyri +60 , tá tekni eg meg beinanveg!
Lærarin í aktión
Jónleif er bygdasligur uppá tann góða mátan, fylgir við tíðini, men virðir og tekur lut í tí, sum er eftir av tí gamla bygdarlívinum.
Jónleif helt eina rimmar veitslu í Dali sunnudagin, har var mong ein fjøður samankomin: Politikarar úr ymsum flokkum, bygdarfólkið, familja norðaneftir og dansifólk ymsastaðni frá.
Borgný


















 Fleiri av røðarunum nevndu tunnilin til Dals, onkur helt, at bussurin hevði koyrt so skjótt og so uttarlaga á vegnum, til at sannføra poltikararnar, ið sótu og gøllhildu sær og stardu uppi bergi.














 Húsamaðurin hevði mong lovorð til Jónleif, sum bæði hevur verið barnagenta hjá honum og lært hann at dansa og kvøða. Hann kvitteraði við at skipa í frálíkum dansi.
 Edvard, Jóannes og  Niels Jákup spæla til dans.

Veitslukvøldið bleiv til ein so vakran veitslumorgun og endaði úti í Støð einar 14 tímar seinni. Ein skúta lá so vøkur útfyri.

Dalssíðan ynskir Jónleifi hjartaliga tillukku!

Sunday, July 15, 2018

Dalstúrur á sumri

Vit hava verið í Dali nakrar dagar. Akuurát sum í gomlum døgum í Putlhúsi.




Á Kirkjujørðini gekk tað fyri seg, nógv fólk og nógvar maskinur. Deiligt at síggja, hvussu røsk og hugagóð skopunarfólkini eru. Onkur tók bara ein lítlan steðg, meðan gekkurin var, so aftur í bøin.












Á Bræðnum er innkomandi! Vit vóru har til ein góðan kaffimunn saman við Havnardamum, sum
høvdu havnarmorgunbreyð við sær. Randi og Ann vóru og vitjaðu á Bræðnum. Lata frið falla á seg í hesum frálíka sissandi umhvørvi.


Køkurin ella alrúmið í Bræðnum er so sera hugnaligt, fult av lutum og minnum um farnar dagar og tó sera væl brúkandi í 2018. Matmóðirin situr á torvkassanum við komfýrin, og eg siti modell við kaffikoppinum á  komfýrshorninum.


Frida Sofía var rennitúr, og hon roynir at fáa hini at røra seg. Hon fekk meg og Madeleine út at ganga, og tað var ein deiligur túrur í summarsirmi. Hesin avbera vakri fossur innanfyri rættina í Botni eitur. Rættarfossurin.




Friday, July 13, 2018

Summargestir

Vit vóru í Dali saman við summargestum. Veðrið var til vildar, so Klæmint Jacobsen í Skálavík kom við sínum snilda stillassi og stillaði í toftatúnið. Upp fór Frida Sofía, og hygg nú! Tú fært sitrónfromasju við róma í tankarnar, tá ið tú sært Putlhús, enn ljósari gult enn seinast!

 Klæmint hevði eitt snarskeið fyri teimum í, hvussu hetta apparatið virkar.
 Og væl bar til, hon reyk til tops beinanvegin, hon byrjaði eystanfyri. Vindskeiðirnar fáa ein umgang.
Og børnini Louis og Emil og Madeleine hjálptu til.











Kaffihúsið á Mølini í Skálavík fær okkara besta viðmæli, tað er sera hugnaligt, gott úrval á matarlepanum, smakkar væl og ikki ovurdýrt. Vit ótu nátturða har. Blíð tænasta og stórskíggi. Vit sóu Kroatia vinna Ongland.



Vit fingu eisini høvi at heilsa upp á Vilhelminu, hon er ein institutión í Dali - upp á tann góða mátan. Tað var ein góð løta við pannukakum á pallinum uttanfyri á Deild. Gott hjá teimum troyttu málingafólkunum at fáa ein skáa. Manga takk Vilhelmina og takk fyri hjálpina Sjúrður, John og Klæmint.