Wednesday, July 24, 2019

summar 2

Í Dali eru teir farnir at balla, og Sjúrður er væl mannaður, nú ið hann fer at reka. Eyðbjørg segði mær, at tey eru 13 fólk í húsi. Stuttligt at fáa so nógvar summargestir.


Teir ungu eru raskir, og Jónasa partur liggur ikki eftir.

Ein túrur í hesum guddómliga veðri gjøgnum bygdina er ein túrur gjøgnum minnisins mjørkadæmdu gongir. Vilhelmina veit frá mongum at siga, nú ið spurningar um tey, sum farin eru, troðka á.















Annfríð og Annfinnur

Skaddur/skadd ella skødd; skøddur/skødd. Vilhelmina er orðafróð, sum fáur.

Kristina er nú fimm ár

Emil skoðar hagabilin

Í Putlhúsi trívast vit væl inni, hóast gott útiveður er

Monday, July 22, 2019

Summar

Stuttligt at hava børn og barnabørn hjá sær í Dali. Har gekk nógv fyri seg, men eg eri ikki so víðfarin sjálv, so tað eru ikki myndir av øllum, sum hendi. Kristina súkklaði til ta stóru gullmedaljuna.


Magna, Emil og Madeleine spældu mest kort. Onkuntíð saman við Tórhild ella Elin í Rununi, og onkuntíð var Frida S. 4. maður.


 Á Toft hava tey reinskað túnið, so at tað nú er so nossligt.














Og so var hugnadagur á grótvirkinum í Skopun. Tær royndu seg á stúltum. Vit fingu høvi at gera eina grótmedalju og vit fingu vaflur og kaffi.



 Hann drívur á pedalirnar, og prinsessan situr upp á stás.

 Í Stórhúsi arbeiddu Jónleif og Símun Erik. Annar sló og hin smíðaði.

 Ein túr á Mølina í Skálavík máttu vit gera.
Kristina slapp at spæla røvarar og politi, til kl. hálvgun 12, og tað er hart.

Friday, July 5, 2019

Leika og lær í Dali

Á triðja sinni skipaðu feðgarnir Jónleif og Jóannes fyri summarskúla fyri børn og barnabørn hjá burturfluttum dalbingum, hesa ferð vóru 22 børn við. Skráin var lík skránni hini árini: Tey vóru í Syðsta haga og skóru torv, tey kliptu seyði og markaðu lomb. Síðani vitjaðu tey hús í Dali og skipaðu fyri kvøldsetu, har bygdarfólkið varð boðið við.

Eg havi sagt tað fyrr: hetta tiltak er einastandandi gott, pedagogiskt og sosialt. Aðrar bygdir í Føroyum áttu at tikið táttin upp, mest upplagt sjálvandi í eini lítlari bygd. Tak nú t.d. bygdir har sum eingi børn eru, har eru tó abba- og ommubørn ella langabba- og langommubørn, sum høvdu tímað og viljað brúkt eina viku í summarferiuni til at leika og læra. Men tað eru nokk ikki øll, sum eru so heppin sum vit í Dali at hava slíkar "all in one" eldsálir.
Ein næmingur helt, at Jóannes var "all in one" , tí hon hevði sæð hann sum dekn og lærara og annað við.
Heidi (Gerðagil), Magna (Putlhús), Sigrid (Klæmintstova)



Nú verður farið suður í haga.












Tann kreativi parturin lá ikki eftir í ár heldur, eitt modell av bygdini bleiv gjørt. Her síggjast Putlhús og Toft.

Seinasta dagin var kvøldseta í Eiriksgarði, og øll í bygdini vóru boðin við. Børnini høvdu fyrireika spurnarkapping og gitikapping.
Jón greiðir frá túrinum suðuri í Haga

Sigrid sigur søguna um lítla Klávur og stóra Klávus




Stuttligt at síggja Sam í Dali aftur, her saman við Jóan Peturi