Friday, August 26, 2022

Vilhelmina farin

 Nú var tíðin komin hjá Vilhelminu.

Likkuleiaomman var heimskend í Føroyum, børn, sum komu til Dals at ferðast, royndu at fáa eyga á Likkuleiaommuna. Og hon var ofta at síggja í urtagaðinum ella í vindeyganum. Ein mentakvinna, eitt livandi savn av óítøkiligari mentan - "intangible culture" sum er UNESCO heitið fyri  "mannagongd, framløgu, útsøgn, vitan ella førleika sum er partur av mentan á einum plássi". 

Myndin niðanfyri er frá fyrst í august í ár, Vilhelmina var ússalig, men vit prátaðu saman eina løtu.


Tað er stórur missur hjá bygdini og hjá okkum øllum. Har ljós brenna fá, sæst gjølla, tá ið eitt teirra slóknar. 

Men vit eru rík, sum hava kent Vilhelminu, og hon krógvaði ikki sínar gávur, men læt gávumilt burturav - bæði børnum og vaksnum, og vit kunna fegnast um, at KVF eigur upptøkur, har vit kunna uppliva hennara skjaldur og frásøgn. Vilhelmina var eitt álitisfólk, hon var urguleikari Dals kirkju í mong ár, hon var fremst i dansi og sangi, og hon var ein av stuðlunum undir kvøldsetunum, sum vóru í Eiriksgarði um veturin. Vilhelmina var eitt lívsstykki, um tú hitti hana, var dagurin bjargaður. 

Góðu tit á Deild, tit hava fingið gott í beinið frá mammu og ommu tykkara. Vit drúpa høvur saman við tykkum, men gleðast um minnini.

Sunday, June 5, 2022

Djóradagur í Húsavík

Vit fóru suður fyrrapartin og gjørdu eitt legg til Dals, áðrenn vit fóru til Húsavíkar. Í Putlhúsi spældu tær báðar, tað var læruríkt at sita og lurta eftir teirra rolluspølum. Báðar høvdu fleiri rollur, og so valdu tær hvørja "magi" , tær skuldu hava. Mann kann hava eina ella fleiri gandakreftir, t.d. er ein kraft at skrúva tíðina aftur. So áhugavert at hoyra filmstilfar endurnýtt í eini spildurnýggjari søgu á føroyskum-enskum-donskum. Sá eisini, at tey nýttu eitt spælikort til telefon, og Kristina segði, "bíða eg skal søkja", meðan hon kíndi kortinum..ja ja verðin verðin.

Tað er deiligt, tá ið bygdir finna uppá sínar egnu hugnadagar, eisini til smábørn. Djóradagurin í Húsavík hevur verið í nøkur ár. Vit tríggjar fóru so til Húsavíkar, tær eru 7 ár og vóru kanska elstar av børnunum har. Onnur spurdi, um nakrir tikarar mundu vera. Nei tikarar vóru ikki, men nógv heimakríatúr. Ungarnir vóru inni í dansistovuni og tey vaksnu uttanfyri.

Og har var eisini annað til børnini at gera, okkurt sum hevði riggað fult so væl, um sólin skein...men stuttligt kortini. Og tað bar eisini til at keypa sær okkurt at eta, og so var lottarí, men teir vinningarnir vóru ikki ordiliga nakað at skriva heim um.

Fótmassasja

Og ein túr til Skálavíkar, áðrenn vit fóru aftur til Havnar. Spennandi at vita, hvussu alt fer at legna seg har suðurin, nú ið tunnilin kemur. Hotellið á Mølini verður ein týdningarmikil viðspælari. Spell at hølini í Deplinum eru ikki tøk. Kaféin er serstøk og burgarin smakkar sera væl. Besta viðmæli.


Vit sóu heimsins størsta postkassa í Skopun.


Hugsi um undirsjóartunnilin, hvussu fer hann at broyta støðuna í Sandoy? So høvdu vit ivaleyst ikki farið havt tíð at farið til Skopunar at hyggja at postkassanum, meðan vit bíðaðu eftir bátinum.






 

Friday, May 27, 2022

Húsavíkar kommuna.

Húsavíkar kommuna
Skúlavegur 3
230 Húsavík 

Avgreiðslutíð: Mánadag kl. 17 - 18
Tlf. 36 14 83 / 26 15 40
Teldupostur: husfrugv@olivant.fo
Heimasíða: www.sandoyggin.fo

Bygdaráðslimir:
B Símin Hannus Johannesen
A Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri
B Sunneva Larsen
A Dávur Sørensen
A Sára Mary Ann Johnsdóttir Anthoniussen

Húsavíkar kommuna fevnir um Húsavík, Skarvanes og Dal.
1. desember 2018 búðu 110 fólk í kommununi.
Víddin á kommununi er 27 ferkilometrar og markatalið er 66.


Nærdemokrati, sjálvsavgerðarrætt, rættvíst býti osfr. Vit hava havt nógv kjak í Føroyum um tær smáu kommunurnar og um samanlegging. Men Húsavíkar kommuna er ikki samanløgd í nýggjari tíð.

Húsavík og Dalur hava fingið hvør sítt vatnhús, tað er eitt reinsiverk til drekkivatn. Myndirnar eru av teimum húsunum.



Ein kassi uppi í bønum og eitt hús í bygdini



Heilt avgjørt eru ymsar meiningar um, hvat er pent og hóskandi og ikki.

Í Húsavík eru góðir asfalteraðir vegin, í Dali er landsvegurin asfalteraður - fyri so vítt - men áarførið vísti, at eisini landsvegurin hevur ein óasfalteraðan geira við káplum o.t. , sum nú liggur berur. Bygdarvegirnir í Dali eru urðar, ikki hugsingur um hjá øðrum enn ítróttarfólki at forsera.



Húsavík





Dalur

Dalur



Sunday, May 22, 2022

Jógvan í Toppi sjeyti

HJARTALIGA TIL LUKKU

Jógvan er trímenningur genturnar hjá mær, tað er altíð so hugnaligt at hitta hann í túninum í Dali og tey seinnu árini úti á Bakka hjá Turið og Vitusi. Skyldgentur kallar hann tær, so inniligt.

Tað eru tvey ár síðani Jógvan boðaði frá, at hann fór at halda føðingardag, men nú var endiliga klárt. Veitsluhøllin í Dansifrøði var so vakurt pyntað, og har var borðreitt til 240 fólk. Barbara og øll tey høvdu staðið fyri at fáa alt til reiðar. So lívsjáttandi og optimistiskt. Og  borðhaldið var eitt av teimum heilt góðu.

Jógvan bjóðaði vælkomin, og beinanvegin kendist hesin familjutokkin, tá ið hann nevndi sínar mostrar, sum sótu har til háborðs við honum. Toppasystrarnar hava fyrr verið á hesum bloggi, men tær eru yndisligar og sterkar kvinnur, so tær eru altíð kærkomnar sum gestir á blogginum.

Jónleif var borðstjóri, og hann gjørdi sítt arbeiði til lítar. Nakrar fínar søgur og ongar av hasum fjákutu morreyðu, t.d. var ein eldri maður, sum hevði fingið sær eina unga damu, og hann bleiv spurdur um gentan mundi vera trúgvandi, ja ja segði maðurin, tí hon talaði sera nógv um nýggja testamentið. Ella hin um norðingarnar sum bestiltu sær konu úr Daells varehus. Tá ið annar fregnaðist hjá hinum, um einki var frætt um konurnar, var svarið; jú jú, nú verða tær nokk skjótt her, tí at klæðini eru komin. 

Símun Erik, Tórur, Jóannes

Og stórhúsmenninir spældu harmoniku. Stuttligt at Tórur eisini var í orkestrinum. Eg troyttist ikki av at eygleiða hesar snillingar.  Borðhaldið varð  væl stýrt og so fjølbroytt, at tíðin leyp avstað. So sera nógvar góðar talur, sum góvu okkum innlit í lív Jógvans, bæði í uppvøkstrinum í Dali og seinni.

Mynd tikin av Heiðveigsa FB

Familjan gav honum góð ummæli sum ein tolin og gestablíður toppabbi.  Heiðveig legði fyri við eini hjartaligari og erligari kærleiksváttan, og hann fekk eisini ein sang frá Heiðveig. Barbara og mamma hennara eru hjartavinkonur, so Barbara hevur fingurin á pulsinum viðvíkjandi mammu síni og kann vitna, at Jógvan er góður fyri Heiðveig, tey rigga saman.    "Abbadøturnar" Valborg og Súsanna løgdu báðar dent á, hvussu gestablíður Jógvan er, og so er hann so góður við hundin hjá teimum eisini. Dalbingar  vóru ikki aftastir í talaralistanum, og vit hoyrdu stuttligar søgur um spælibróðurin Jógvan, sum var so sera raskur, men eisini kundi vera kúllasligur. Ein nýyrktur sangur var um Jógvan á fjalli í Syðsta haga, har rann Jógvan allan seyðin aftur og fekk í rætt. 

Sámal Petur í Grund kallaði føðingardagsbarnið Jógvan hjá okum, og hann lutaði eisni barndómsminnir við veitslufólkið. Síðan fóru systkin og systkinabørn á pallin og sungu ein sang, sum var yrktur til Jógvan. Bert spell, at Sunnvør hvørvur heilt aftanfyri hasar stóru menninar, men tey tóku eina mynd aftan á sangin, kanska tey kunna senda mær hana, so seti eg hana her. Onnur høvdu eisini orðið. 




 

Eg segði takk fyri meg nokso tíðliga, men eg ivist ikki í, at hesi festligu fólkini hildu á til tann ljósa morgun.



Myndirnar hevur Johild Nolsøe tikið.





Thursday, May 5, 2022

Vikuskifti í Dali

  Tað serliga hesa ferð var basarurin. Tað er so festligt, og børnini elska tað. So vit vóru bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið og royndu eydnuna. Og júsa, vit vunnu ymiskt, bæði til børn og vaksin. Besti vinningurin var uttan samanbering ein troyggja til føroysk klæði til Kristinu, so heppið.

Mira og Lilja vóru og vitjaðu okkum í Dali

Leygardagin var fótbóltskapping á Sandi. Og Kristina og Mira skuldu sparka. Mamma Miru Hjørdis og pápi Kristinu Hallur vóru venjarar. 



Kristina og Oddbjørg spældu nógv saman hesa ferð, ein part av tíðini vóru tær í trampolinini ella eg skuldi sagt á trampolinini í Runugarðinum. Tað var fínt, til Krisatina fekk knæið (sítt egna knæ) í nøsina og blóðið fossaði út. 





Sunnudagin fór gongufelagið í Havn túrin úr Dali til Húsavíkar og síðani víðari til Skálavíkar. Vit fýra, Turið, Magna og Kristina og eg, fóru við.

Havi eina ferð gingið gøtuna fyrr, tað munna vera yvir 40 ár síðani, tá gekk eg saman við Hans Mariusi, og hann segði mær, hvussu gøtan bleiv brúkt, tá ið hann var barn og eingin vegur til Húsavíkar. Tá kundi verða sagt við børnini, renn mær til Húsavíkar eftir  tí ella tí. Ikki tí, handil var í Dali, fleiri handlar við hvørt.

Seinnapartin var eg við í kvøldsetu í Virkinum á Sandi. Tey hava so frálíkan pall. Stuttligt at fólk kom at hyggja og lurta. Aftaná vóru vit inni hjá Hannu á Reynatúgvu og fingu har súpan, heimabakað flutes og kaffi og omaná.




Eitt deiligt vikuskifti, fór úr Skopun kl. hálvgun ellivu.