Thursday, April 23, 2015

Vár í Dali

Altíð forvitnisligt at koma á tal við Borghild. Hon vísti okkum runt inni á Bræðnum. Henda kistan er elligomul, goymdi allar ognarlutir hjá eini skyldkonu hjá Borghild. Uttanfyri hevur Borghild byrjað sítt egna bindiprojekt, og har er fynd í. Tey fáa sær nýggjan bødvarskan køk á Bræðnum.

003

004006007

009011

Flaggstongin liggur so fjálgt undir grasi, nú ið flaggdagurin nærkast.

Nógv fólk var at síggja henda dagin, teir koma úr Skorini og Bødvar byggir vakstrarhús.

038043036046

Og inni á Gerði eru gestir komnir, og nú er bilvask á skránni.

035

048

Monday, April 20, 2015

Ársveitslan hjá Stígum fast í Dali

Í allarbesta veðri komu gestirnir til Dals. Tað vóru Eysturoyar dansifelag og Leikum fagurt, sum vóru boðin við hesa ferð.

057Borðhaldið var sera hugnaligt og ikki ov langt, vit fingu góðan døgurða og sungu góðar sangir. Jóannes í Stórhúsi var forsangari.

061

Katrina, formaður í Eysturoynni segði nøkur væl vald orð, og Jónleif helt eina talu deils sum dalbingur, men eisini sum formaður í Sláið ring.

059

Gestirnir løgdu fyri við Viljormi Kornus og Kjartan Ólavssyni og dalbingar kvóðu Harra Svein. Dansurin gekk væl og slitnaði ongantíð, ja í hvussu er ikki til eg fór til hús.

Sunnudagurin upprann við sama góða veðri, og tað var so stak góður og inniligur sálmasangur í kirkjuni, nú ið so nógvir kvøðarar vóru í kirkju.

071

Tað var hugnaligt í Putlhúsi, vit høvdu gestir, bæði áðrenn veitsluna, tá ið Tórhild og Símin Hannus stukku in á gólvið, og sunnudagin, tá ið fermenningurin úr Oyndarfirði Loui, Sjúrður frá Gjógv og Annfinn úr Gøtu komu á gátt.

069

Tuesday, April 7, 2015

Páskir í Dali

Yvir 100 % vaks bygdin í Dali um páskirnar,

11140426_10153788122325663_1430133368403168102_n

í Oyrargarði vóru tey yvir 20, úti hjá Fridu nakað tað sama. Í Putlhúsi vóru vit 6, á Bakka vóru 4. Tað var eyðsýnt í kirkjuni langafríggjadag. Veðrið var okey, ælini vóru rættiliga grov, men hvat so.

042

Tað var turt millum ælini, so segði hann, og vit vóru yviri í ánni og floyttu eitt træsprek (má minnast til at hava okkurt frægari til bát næstu ferð).

048

Herbert fírdi ikki fyri at fara útí at royna at bjarga farinum.

002011

Innanveggja er altíð eitthvørt at takast við. Og so kom tann stóra løtan, tá ið tey sluppu at eta eggini, stappa sjokolátu í sín lítla munn. Páskirnar eru farnar at líkjast jólum meiri og meiri, og nú er tíð komin at pakka upp!

014

Eisini Kristina fekk sítt páskaregg.

021

Og nú skula vit mála og pynta egg, mamma hevur límpistólina frammi, so nú er ikki at vera fyri.

018020023024

Wednesday, April 1, 2015

Sjáldsom framsýning á Sandi

Á bókasavninum á Sandi er altíð okkurt spennandi at fara til. Hesa ferð var tað felagið Lonin , sum skipaði fyri, nei ikki handilin í Skopun, men fuglabergið Lonin vestanfyri í Sandoy. Nógv fólk var samankomið, mest menn, og á skránni vóru ymsar framløgur.

022

Tummas Løkjá hevði sera áhugaverdar hugleiðingar og minnisbrot um síging, og hann hevði ein stuttan film um tá ið teir bygdu spælhúsið á eggini í juni 2002. Stuttligt var at hoyra søgnina um Pálin á Heyggi sagda av fólki, verður altíð meiri ektað enn at lesa hana.

Bergur Olsen frá Havstovuni segði nakað um fuglateljing og hevði dapraar myndir av tómum rókum. Hansara framløga var ein undirstriking av tí, sum vit vita, at svartfuglurin er mestsum burtur í Føroyum. Hetta sama hendir í hinumlondunum í okkara parti av heiminum.

Jens Kjeld hevði eina framløgu um ringmerking og ferðingarmynstur hjá flytifugli. Og so fingu vit nakað at vita um mús og rottu eisini – og vórðu ávarað!

Framsýningin var bjargaútgerð, tann ovurlanga línan og annað. Størsta eygnarivið var tó dukkurnar í fullari stødd, klæddar til bjargaferð.

Eg skilji , at eldasálin í Hesum arbeiði er Sjúrður, vit síggja hann her saman við sínum kopii: Originalurin og kopiið –>

033

Og børnini, sum skula læra gamlan sið:

023027

029