Saturday, March 9, 2024

Altjóða kvinnustríðsdagur

 Hevði ein so frálíkan 8. mars í gjár. Ongantíð fyrr hava so nógv og fjølbroytt tiltøk  verið til at hátíðarhalda dagin.

Um middagsleitið fóru eg og Jórunn í OY. Har var nógv fólk og frálíkt huglag. Framløgur um ferðavinnu og landbúnað. Nógv stuttligt og spennandi. Vit kundu njóta eitt glas av sodavatni og lurta eftir hesum framfýsnu fólkunum, sum vilja nútímansgera eina aldargamla vinnu. Torvskurður í Svínoy og kornvelting í Gásadali, mikrospinnarí í Klaksvík. Tað stuttligasta var bindiklubburin "Skýming", hugsa tær sum fremmandafólk at fara í bindiklubb í Havn. Tær ætla at greiða frá bindiklubbamentan, ull og binding og bjóða drekkamunn. 


Skýming

OY 8. mars 2024

Svínoy


Síðani gekk leiðin saman við Turið systur og Jórunn í Tjóðsavnið, har vóru tríggjar framløgur. Fantastiskt at 
uppliva hesar ungu skilagóðu kvinnurnar. Mann kann siga at høvuðsboðskapurin er, at kvinnur eru í stóran mun, ja í ólukkumát gloymdar í søguni. í grundini skrivaðar úr søguni. Birita Matras Petersen greiddi frá serframsýningini um fiskagentur, Margretha Nónklett segði frá Petru Djurhuus og hennara karrieru. Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús segði frá kvinnuligum herførara og kvinnuligum gladiatori úr fornum útgrevstri. 




Tvær serframsýningar eru á Tjóðsavninum, onnur er sum sagt um fiskaarbeiði, hin er um Barbie, sum fyllir 65. So stuttligt at síggja allar tær ymisku barbiedukkurnar í ymsum búnum, men altíð líka kløn. Far og hygg.

Barbie anno 2024


Seinasta tiltakið var í Virkinum á Sandi. Eg eri enn púra bilsin, at tað skal bera til at vera á Hálsi í Havn seinnapartin og á Sandi eina løtu seinni. Skráin í Virkinum var fjølbroytt, skemt og álvara og matur. Og tú fekst nógv fyri pengarnar. Lena og Niklas sungu, Rigmor hevði eina framløgu um heilsustøðu hjá kvinnum uml. 1900. Tað var ikki farið so ofta til lækna við gentubørnum, gentur fingu minni at eta enndreingir og teir fingu vánaligari klæði. Keldurnar hjá Rigmor eru frágreiðingar frá læknum. Sera áhugavert, men nokso fragmenterað, sum um framløgan var gjørd til eitt annað høvi enn hetta.

Stuttligar klummur vóru lisnar, og Marna talaði um Sáru Malenu.  Hugsi at mestsum allar hava lisið bókina. Kanska fleiri Sáru Malenur vóru hjástaddar, fleiri "heksir", sum takka fyri, at vit ikki livdu í teirri tíðini.

 So gott sum fult hús. Góður stemningur. Og maturin var ikki bara tveittur á borðið, so tú sjálv skuldi roksa við at fáa tær, nei, portiónsanrættað - á heitum borðiski! so lekkurt.

Marna

Rigmor



O, my Lady

Lena og Niklas


Tuesday, January 30, 2024

VItus í Putlhúsi 85

 Vitus gubbin fyllir 85, og í kvøld vóru vit til nátturða á Bakkanum. Tað er ótrúligt, at fara úr Havn kl. knapt seks og vera har á nátturða, eg meini tað, tað tók bara 40 minuttir!

Hjartaliga til lukku Vitus, nú eru nógv ár, síðani eg kom í Putlhús á fyrsta sinni saman við Hans Mariusi - tað var um jóltíðir í 1976, tað eru so 48 ár síðani. Fleiri ættarlið eru komin til, og nógv er farin undir mold. Men enn eru vit her, og Vitus situr á sínum sessi og tekur ímóti.

Vitus abbabeiggi

Tað var hugaligt at hitta familju og dalbingar annars, tað er forrestin alt familja nærri og fjarri. Mann má royna at spyrja um familju, tá ið høvi býðst. Gamli á Bakkanum keypti húsini í 1909 fyri 900 kr. Tey fluttu til Skopunar undir krígnum, tá ið húsinin fóru illa av einari minu.



 Á Bakkanum var fiskakjallari og handil í erva.

Herman, sum Hans Marius Herbert æt eftir var úr Skálavík, men vaks upp í Stórhúsi,  hann var pápabeiggi  Klæmint hjá Elisabeth. Hann flutti suður á Tvøroyri. Hugsi, at hann og Frida hava verið vinfólk, tí kallaði hon hann upp. Hann fórst við Lauru 1932, 26 ára gamal.

Halldóra og Turið høvdu eitt got prát, tað var deiligt at síggja Halldóru og Svenning.





Nátturðin var so frálíkur, smurt breyð og alskyns viðskeri, og Meyer gav tað síðsta piftið, so nátturðin bleiv heilt framúr! 





Turið hjá Vitusi og Ruth o.fl. høvdu stákast og borðreitt, so at alt var klárt, tá ið vit komu. 
















Sunday, January 7, 2024

Ferðslurok í Sandoy

Fyrr tá ið ein fór úr Dali, møtti ein kanska 1 ella hægst 2 bilum í berginum, og tú kendi bilarnar og kanska fólkini, og tú hugsaði: ná, nú hevur Turið verið hjá lækna, ella: nú kemur Oddvør aftur, nokk verið til handils. Men í dag....OMG!! sigi eg bara, haldi eg møtti 200 bilum, áðrenn eg kom til Sands. Har mega ljóskurvar og politi og ferðskelt og víkipláss og annað fáast til vega!


Proppur í Húsavík! Helvtin av bilunum fór út í støð, tí tey finna ikki til Dals, summir fóru bergholsvegin við sínum fínu, búklágu býarbilum.

Proppur við Skálvíksvegin, ja hvønn veg skuldi ein nú fara, stórt ivamá...

Men á Sandi bar av, ja Mølheyggjarnir eru friðaðir, men vita øll hasi fólkini av tí? Og fram við vegnum úti í eplaveltuni, stóðu eini 6-8 bilar, summi tóku myndir og summi hugdu at tveimum veingjastórum ævintýrarum í luftini.







105 ára føðingardagur

 HJARTALIGA  TILLUKKU!




Johild og Petur hildu stóra veitslu í Eiriksgarði. Tey stóðu so strálandi vøkur í ganginum og tóku ímóti. Gestirnir vóu 200 í tali, so tað var fult hús. Mann føldi beinanveg tað góða huglagið. Fólk vóru glað og spent. 

Jónleif var borðstjóri og harmonikuliðið á Gerði hevði tónleikin um hendi. Petur bjóðaði vælkomin.












Maturin má fáa eitt heilt kapittul fyri seg, tí at hann var næstan allur heimagjørdur. Hvat tey fáa av skafti í Malthúsi, tað er nakað ónátúrligt. Kalt borð, og so gott sum bara føroyskt. Forkunnugt var at fáa turra gás, náttmaturin var røst súpan 

Talurnar vóru sera stuttligar tær flestu. Katrin og Símun Erik eru vaksin upp saman við Johild, og tað var stuttligt at hoyra um tey skálkabrøgd, sum Katrin greiddi frá. M.a. gav hon Johild heiðurin fyri at hava lært hana 1. at roykja 2. at drekka 3. og at mussa. Festlig var eisini talan hjá Símun Erik, sum spældi ein lítlan keipusjónleik um, hvussu tað er at vera granni hjá Malthúsi og síggja teir gomlu koma raggandi gjøgnum túnið.












Tað er nú so, at tað mesta snúði seg um Johild, hóast Petur eisini fekk rósandi orð. Ein heilsan var frá bóltfelagnum á Argjum, onnur frá arbeiðsplássinum hjá Johild á Norðasta horni. 

Tvær heilsanir vóru úr DK, og Jónleif bar tær fram. Vit tosaðu við okkara borð um, at vit høvdu nokk ikki biðið Jónleif bera heilsan fram, tí hann pyntar og finnur uppá alla tíðina. Men stuttligt var at lýða á bæði heilsanina frá Jónasi og Borgný.

Benjamin Petersen
Petur fekk sang frá Benjamin frá Johild. 








Ballið vardi alla náttina, og vit staðfesta enn einaferð, at vertskapur í Dali er bara super.








Wednesday, January 3, 2024

Rennur og rennur foli mín...


Nú er so langt síðani nakað kom á dalsbloggin. Og í 2023 vóru bara 3 uppsløg inni her. Vóni at tað verða fleiri spennandi søgur í 2024.

Fór suður 30. desember. Mín fyrsti túrur í Sandoyartunlinum, tað var heilt ævintýrligt at koma upp í Traðardali. Vinkona mín Sólveig var við í ferðini.



Vit báðar vóru í kirkju tvær ferðir. Orðið nýggjársaftan var óhugnaliga aktuelt: um hvussu ísraelsmenn trýstu og bardu filistar, teir róku teir undan sær, og Gud hjálpti teimum...ja, ja og so er enn fleiri túsund ár seinni, enn trýsta og reka ísraelsmenn. 

Lesturin nýggjárdag var ikki so óunniligur, tað var um bøn, um bønina, sum Jesus lærdi lærisveinarnar at biðja. Men tað var løgið at hoyra, at Martin R. Jacobsen hevði eina viðmerking til teirra, sum ikki brúka faðirvár: "summi halda, at bønir skula ikki vera fastar ramsur, sum altíð ljóða eins. Halda at bønin skal vera persónlig og soleiðis spegla prsónliga trúgv."  

Ein sera góð og friðsæl løtas í krirkjuni í Dali.


Stormur og regn var millum jól og nýggjár, og fleiri bygdir avlýstu sítt nýggjársbál, men ikki dalbingar. Teir bygdu eitt stórt bál á Kirkjujørðini, sum nú skal vera p-pláss. Hann var eystan í ættini, so roykur og neistar fuku inn í Botn. Onkur helt fyri, at tað fór at vera lætt at grilla í heyst hjá botnamonnum, tí lombini eru longu pre-grillað.

Menninir vóru væl ílatnir og væl útgjørdir við bensini, so at logarnir sluppu at sleikja tann regnváta viðin. 













Nú boðaði Jónleif frá, at um 5 minuttir fóru harmonikutónar at verða á terrassuni á Gerðinum. Eg fór heim eftir onkrum dropa og so á Gerð . Jú sanniliga Jónleif sveik ikki heldur í ár. Hann helt fyrst eina røðu, og síðani avdúkaði hann tann árliga táttin um árið, ið fór:

Nýggjárssangur 2023 

Lag: Kristina fyri handan á 

 

1.  

Á Hólmafløtti verður smíðað 

Húsið tað umbyggjast skal    

Dalbingar so spentir bíða,                           

Tí inn í húsið sæst so væl. 

Tað mesta er av glasi 

Tó onkur planki er 

So fínt við øllum fjasi 

Men enn er hús í gerð. 

 

2.

Bødvar vil í Leingifót byggja,  

fleiri “undbøkssummarhús” 

Í Rottufossi har skal liggja 

ein fín modernað felagsbrús.  

Og “geit” skal Helga vera,  

hon lærir seg nógv mál, 

Hon dugir at frambera,  

á átta málum skál. 

 

3. 

Gullbrúdleyp í Eiriksgarði 

So oftani tað hendir seg. 

Av Gerðinum í ár var parið. 

Har inn tey hava smalan veg. 

ein hann er so moyrur, 

Og veit hann gleið útí. 

Um Dalin fólk nú hoyrir 

so vakurt spolarí. 

 

4. 

Ólavur sær húsið seldi,  

Og Martin Suni keypti tað. 

Har liva tey í sonnum veldi 

Tey njóta hvønn Guds skapta dag 

Og børnini tey renna  

Elta seyð og gás, 

Inn í hús teir spenna 

So fólk má steingja lás. 

 

5. 

á Hólmafløtti var ein seyður 

yvir hundrað pund hann vá 

Á eftirgróðri lá sum deyður, 

Reisti seg sjáldan uppfrá. 

Men tá ið teir hann flettu, 

Var lagið heilt í topp. 

Við pávan javnt teir mettu  

Hendan veðrakropp. 

 


 6. 

Skorðadagur hann var harður,  

kvøldið tað var sera gott,  

Malthúsbarr er karmur kærur,  

Perur, sangur út á nátt.  

So dúgliga var reypað,  

um pengar, vektartal,  

teir flestu skuldu keypa  

umleið hálvan Dal. 

 

7. 

Í gjøgnum Stórafjall nú lýsti,  

Anfinn skjeyt tað síðsta burt. 

Eiriksgarður veitslu hýsti 

Ikki var eitt eyga turt. 

Har bóru fólk fram røðu,  

og øll tey hugna sær,  

í útvarpi var sending  

har Gunnar vertur var.  

 

8. 

Nú ein sandoyartunnil fingu 

Og tað bleiv feirað við maner, 

glaðastir av øllum gingu  

Klokkarin og ein av Gerð, 

Klokkarin fór í taxa,  

hin á Sandi gekk, 

Øll onnur bangin leita,  

tí báðir vóru vekk. 

 

9. 

Vinnie hevur Edvard fingið 

 til at gera sær eitt hús. 

Har hevur hann í bjálkum hingið, 

sum ein onnur førilús. 

Nú húsið tað er liðugt,  

Málað, reist og takt. 

Í potti situr Heidi  

Í nýggjari svimjidrakt.

 

 

10. 

Nú á ársins síðsta degi 

Vit takka fyri tað sum fór 

Bygdarfólkið er so fegið

Tí árið hevði framtøk stór. 

Tunlar í hópa tali 

Og so nógv annað gott 

Vit trívast væl í Dali 

Og fella ei í fátt. 


Aftaná fór eg ein túr inn til Oddvør og Jóanes, har tey sótu umringað av børnum, sonarkonum og barnabørnum. So festligt. 



Á útipallinum



Annar spældi uttanfyri, hin spældi inni. 
Nýggjarsdag var eg til døgurða í Rununi hjá Sólveig og Bergi. Og so fóru vit í Eiriksgarð at dansa. Tunnilseffektin var sera sjónlig, sera nógv fólk, heilur bussu við fólki úr Klaksvík.
Og nú eri eg aftur í Havn.
Túrurin norður tók 38 min (Dalur.tunnil 20; tunnil 8; tunnil-heim 10)


Móðir kæra móðir....