Monday, September 9, 2013

Oddvør–vangamynd í september

æ 086 - Kopi
Prologurin til Oddvørsa lív er ein dramatisk frásøgn. Abbi Oddvør í faðirætt misti mammu sína sum barn og flutti við ringum tannabiti til Hósvíkar at vera hjá skyldfólki, sum eingi børn áttu. Hann tímdi tað illa, men bleiv mutraður við einum armbandsuri – hann var 12 ár. Seinni bygdi hann sær hús í Hósvík, men eina náttina, meðan familjan lá og svav, reiv stormur alt takið av húsinum, og tey sóu beint upp til stjørnurnar, tá var pápi Oddvør 2 ár. Abbin fekk sær trøð á Oyrarbakka og bygdi hús har, hann var skómakari, hevði staðið í læru í Havn. Í 1934 fór hann við Nólsoynni, hann skuldi bara gera henda eina túrin til at gjalda tað síðsta av húsunum - hann kom ikki aftur. Omman (Súsanna) sat eftir við 8 børnum og einum á veg – av teimum 9 var bara ein genta. Elstu dreingirnir vóru 16, 14, og 12 ár.

2bee7b70-1275-4f58-b3b3-9105234d82ac

myndin er tikin av: http://www.sunda.fo/Default.aspx?pageid=14103&NewsItemID=6992
Elsti sonur fór so beinanveg til skips, omman segði, at hon læt hann sleppa avstað, tí at hann skuldi ikki, sum pápi sín, verða noyddur til nakað. Niels fór og kom ikki aftur fyrr enn í 50 árunum, tá kom hann aftur sum yvirmaður í uniform at heilsa uppá. Undir krígnum bleiv hann bjargaður frá at fara í kríggj av einum íslendskum lækna, sum segði við hann, hvat hava vit íslendingar og føroyingar við hetta kríggið at gera, nú sendi eg teg á eitt heim at koma fyri teg, far so í skúla. Niels so gjørdi, á hesum heimi møtti hann konuni, hon arbeiddi har á heiminum, hann hjálpti henni ein dagin við einum tungum posa, og fast varð.
Tann 14 ára gamli skuldi so verða innløgumaður, fara á seiðaberg, á flot o.t., tann 12 ára gamli (pápi Oddvør) bleiv settur at velta, tí at øll trøðin var ikki velt. Tað man hava verið væl velt, tí at unglingin fekk seinni medalju fyri arbeiðið. Ein 10 ára gamal var eisini, hann skuldi hjálpa til í húsinum.
Pápi Oddvør (Símun f.1922) var sum ein pápi fyri síni smærri systkin. Tilkomin fór Símun at læra til skipstimbrara, men fekk tuberklar í ryggin, í Havn hitti hann eina gentu, hon arbeiddi á sjómansheiminum, men vitjaði hann á TB hvønn dag, soleiðis komu foreldrini hjá Oddvør saman.
oddvør17
Og nú koma vit til vangamyndina hjá okkum hesa ferð: Tey fluttu norður á Oyrabakka, pápin fór á kontórið hjá OC Joensen og mamman á garnavirkið hjá Dahl, tey búðu inni hjá ommuni, og har er Oddvør fødd og búði síni fyrstu í 5 ár. Oyrarbakki fyllir nógv í barndómsminnum Oddvarar, tí at hon og omman vóru tætt knýttar, og hon vitjaði títt aftur, eftir at hon var flutt norður til Haraldsunds.
oddvør4oddvør6
Mamma Oddvør Erika stóð til at festa Kongsstovufestið í Haraldsundi, hon var elsta barnið hjá bóndanum, abba Oddvør, sum var 14 ára gamal, tá ið skarðsbáturin fórst. Pápi Oddvør hevði góðan hug til seyð og helt, at tað hevði verið so fínt at farið norður í Kunoynna at vera bóndi, so tey fluttu norð, Oddvør var fimm ár og bleiv ikki eftirspurd.
oddvør16
Oddvør helt ikki, at tað var so herligt í Haraldsundi sum á Oyrarbakka, har vóru so fá børn, nakrar stórar gentur, annars eingin. Seinni fekk Oddvør systkin, tríggjar beiggjar. Heri Smith var fyrsti lærari hjá Oddvør, hann búði hjá Oddvør og teimum, hann var so góður lærari . Hann segði altíð, at í Haraldsundi hevði hann tað so gott, fekk allan mat borðreiddan, seinni fór hann til Mykinesar, men har var ikki soleiðis. Aðrir lærarar í Haraldsundi vóru Johannes Petersen, Freydis Poulsen og Steintór Larsen, tað er merkisvert, at allan sín uppvøkstur hevði Oddvør ongan lærdan lærara, tað vóru alt vikarar við realprógvi ella studentsprógvi.
oddvør3
Tey fyrstu árini var skúlagongd 14 dagar og so frí 14 dagar, meðan lærarin var í Kunoy. Oddvør plagdi at fara til Oyrarbakka teir 14 dagarnar, frí var. Men at ferðast var ikki sum at siga tað, fyrst bát til Klaksvíkar, so bát til Havnar, og so við Reyniri úr Havn. Oddvør var bara 8 ár, tá ið hon fór einsamøll ta longu leið, men hon heldur, at pápin man hava tosað við menninar umborð at halda eyga við henni. Hon minnist, at hon hevði klipt sær ferðaætlanina út og hongt hana á kamarsbróstið, tí at Reynir sigldi eftir streymviðurskiftunum. Oddvør keypti sær súkklu 7 ára gomul, og súkkluna hevði hon í nógv ár, súkklaði enntá á henni í skúla á meginskúlanum (eini 15-20 ár seinni). Súkklan kostaði 400 kr, og Oddvør hevði sjálv spart pengarnar. Hon minnist, at súkklan bleiv keypt hjá Thomas Dam (har Føroya tele hevur krambúð nú), og so súkklaði hon oman í Vágsbotn til Reynir. Men pápanum dámdi ikki, at hon súkklaði í Havn, tað var ov vandamikið. Súkklan varð verandi á Oyrarbakka, tí í Haraldsundi var allastaðni so bratt.
23
Eftir barnaskúlan fór Oddvør til Klaksvíkar í realskúla, men fyri at sleppa inn har, skuldi hon ganga eitt ár í skúla í Klaksvík, hon tók so 7. flokk í Klaksvík. Ein drongur var somuleiðis komin til Klaksvíkar, hann tók 8. flokk , áðrenn hann slapp í real. Hesi bæði Oddvør og Jóanes komu so í sama flokk í realskúlanum í Klaksvík, og tey hava hildið saman síðani. (Hesar báðar myndirnar eru tiknar á Skarði.)

24
Bæði høvdu áhuga fyri føroyskum, í heiminum hjá Oddvør var stórur áhugi fyri øllum føroyskum, pápin keypti allar føroyskar bøkur, og so títt og knapt ein sálmur bleiv týddur, fóru tey at syngja hann á føroyskum, og tá i sálmabókin kom út, varð tann danska løgd á hillina sama dag. Dansistova var ikki í Haraldsundi, men eitt neystaloft har dansur var í brúdleypi o.t. Í Klaksvík var dansifelag stovnað stutt frammanundan, har skuldi tú vera 14 ár fyri at gerast limur, barnadansur var fyri børnini, men Óli Dahl segði, at Oddvør kundi gott sleppa í vaksnamannadans, og har var Jóanes.
Oddvør hevur góð minni um tíðina í Klaksvík, Michael Matras, Hans David Matras og aðrir vóru lærarar, og hon hevði Poul Eide til sensor. Yvir 30 børn vóru í flokkinum, av teimum fóru 16 í studentaskúla.
oddvør10

Tá ið Oddvør var liðug við realskúlan, vildi hon fegin sleppa í studentaskúla, men tað slapp hon ikki, í Havn vóru bæði rúsevni og alt. Pápin vildi helst hava hana á kontór.
Oddvør fór í handilsskúla í Havn, hon minnist tey góðu lærarafólkini Karl Andreassen, Maud Heinesen, Ottar og Eilif. Skúlagongd var um kvøldið, um dagin var hon til arbeiðis. Oddvør arbeiddi í handli og eina langa tíð arbeiddi hon á skrivstovuni í Gamla bókhandli. Eina tíð meðan Oddvør arbeiddi í handli á Landavegnum, gjørdist hon kombinerað heimahjálp og handilshjálp. Tað var meðan Hongkong krímið gekk so ringt. Fólk lógu í hjálparloysi heima, men handilsmaðurin og Oddvør vóru góð at heita á: koyra vørur heim, kóka bláberjasúpan til gomul og hjálpa her og har.
Oddvør og Jóanes búðu til leigu í Tvørgøtu í Havn, tey búðu á loftinum, aðrar familjur búðu í miðjuni og í neðra. Tey giftust í 1973 í Dali. Familjurnar hjá báðum hjálptu til at gera til stórt brúdleyp. Góður dansur var, alt skyldfólkið norðaneftir - har ímillum nógv fólk úr Klaksvíkar dansifelag kom suður, allir gestir fingu innivist í ymsum húsum í Dali.
odvør1
Í august í 1973 fingu Oddvør og Jóanes Borgny, Oddvør fór til Oyrabakka at vera við Borgny og var har í eitt ár, meðan Jóanes var á læraraskúla. Men Oddvør vildi sleppa út at arbeiða, so hon søkti í loynd vikarstarvið Múla og Kaldbaksbotn. Hon fekk starvið og fekk stuðul frá familjuni, Borgny skuldi vera hjá ommuni í Dali. Skúlastova var í kjallaranum hjá Bærentsen, bóndanum í Kaldbaksbotni. Eingin vegur var til bygdina, men lønin var góð, so Oddvør fekk keypt sær bil og koyrdi eftir Oyggjarvegnum, setti bilin og gekk oman í botnin. Í Kaldbaksbotni vóru 2 hús við 4 børnum, børnini spældu saman í skúlatíðini, men eftir skúlatíð varð teimum bannað at fara um ánna, tí at óklárt var millum húsini. Men Oddvør hevði gott samband við bæði húsini. Øðrvísi var í Múla, har var øll bygdin sum eitt hús, har var bara eitt barn í skúla.
oddvør2
Einaferð veitsla var í lærararskúlanum, nú er vegurin stongdur. Oddvør fer til bóndan at kæra sína neyð, hann legði henni tey ráð at ganga ímóti ljósunum í Mjørkadali, men hon mátti minnast til at ringja og siga frá, tá ið hon var komin niðan. Jóanes kom so við bili úr Havn, hann hevði tríggjar menn við sær at grava, um tað skuldi gjørst neyðugt. So Oddvør slapp í veitsluna.
Oddvør og Jóanes høvdu altíð ætlað at búgva á bygd, so tá ið Jóanes var liðugur sum lærari í 1975, og meginskúlin á Sandi manglaði fólk, fluttu tey suður til Sands, har tey búðu til leigu. Oddvør bleiv skjótt biðin til vikar á meginskúlanum, og hon var í arbeiði har, til hon átti trý børn, men tá gavst hon og fór at arbeiða heima burturav.
Oddvør dámdi væl á Sandi, men tað vísti seg, sum Jóanes var so nógv í Dali, har var altíð okkurt, hann skuldi vera við í ella hjálpa við, og so sat hon einsamøll á Sandi. Oddvør hevði fyrr sagt, at um hon kundi fingið hasi húsini inni á Gerði, sum standa nakað burturfrá og nakað uppfrá við útsýni, so kundi hon flyta til Dals, og so varð. Tey fluttu til Dals í 1977. Húsini vóru sera smá, men í 1980 bygdu tey rættiliga fitt upp í húsini, á myndinier ein málningur, sum týðiliga vísir tey smáu hvítu húsini.
æ 088 - Kopi
Í Dali var nóg mikið at gera, nú høvdu tey 4 børn, og í Stórhúsi var nógv at taka hondina í. Oddvør tók fjósið upp á seg og hevði tað í 12 ár, og sum børnini vuksu, hjálptu tey til.
oddvør7
Oddvør var ofta vikarur í Skopun, Leonia kundi tá passa børnini. Seinni hevur Oddvør arbeitt sum lærari í Dali-Húsavík og í Meginskúlanum, og har er hon enn.
oddvør13
Eitt skifti arbeiddi Oddvør sum stuðul hjá eini familju, sum fekk hjálp m.a. tilskúlating hjá tvíburðum, seinni gjørdust hon og Jóanes pleyguforeldur hjá tvíburðunum Ronni og René, tá vóru teirra egnu børnvaksin, teir vóru í Dali í 6 ár. Og tá teir fyltu 18 var veitsla í Eiriksgarði.
Tá ið mamman var deyð, fór Oddvør til Klaksvíkar til at vera um pápan, sum var á ellisheimi og sjálvandi ommubørnini har norði. Hon nýtti høvið at fara í Kokkaskúla og er nú útlærdur skipskokkur.
SONY DSC
Oddvør hevur verið sera virkin í dansifelagnum Stígum fast, hevur verið við í barnadansi og ferðast við dansibørnunum. Oddvør hevur verið nevndarlimur í Sláið ring, landsdansifelagnum, har tey m.a. arbeiddu við at fáa dansin inn í skúlarnar.
oddvør9
Annað mentanarligt arbeiði, sum Oddvør ger, er limaskapur í nevndin fyri kunnigarstovuna á Sandi og í Ráðgevandi nevndini í Norðurlandahúsinum, har alt landið er umboðað eins og fakbólkar av ymsum slag. Oddvør hevur eisini verið politiskt virkin, hon var fyrsta kvinna í Dali, sum bleiv vald í bygdarráðið.
oddvør11
Oddvør hevur sungið í kóri. Frímann á Brúnni, prestur byrjaði longu í sjeytiárunum eitt kirkjukór. Nógvir dalbingar vóru við, m.a. Janus á Toft, Leonia og Jógvan í Oyrargarði. Seinni prestar hava hildið fram við sangkórinum, og seinni, tá ið lærarar frá musikkskúlanum komu uppí - ein íslendingur Gunnar og eitt svenskt par – tá kom rættilig gongd á.
oddvør15
Spurd um hon hevur trivist í Dali, svarar Oddvør, at tað var torført í fyrstani at vera komin í henda djúpa dal. Men hon hevur ferðast nógv norður, hvørki hon ella børnini hava kent til sjóverk, so hon kundi, tá ið hon vildi, pakka niður og fara – bara Ritan sigldi. Tey hava havt fasta skipan at halda høgtíðir skiftivís her suðuri og har norðuri, tá ið børnini blivu størri, komu mamman og pápin suður á jólum. Eg spurdi eisini, um tað ávirkaði tey, at bygdin er so nógv minkað, men tað kennist ikki so, húsini á Gerði liggja so fyri, at tá ið tey hyggja út um vindeygað um veturin, síggja tey nógv ljós niðri í bygdini.
Oddvør hevur 10 ommubørn, og tey flestu teirra búgva í Føroyum, og dreingirnir tíma væl at arbeiða bóndaarbeiði, so teir vitja ofta suður. Róaldur er blivin røktingarmaður í Syðsta haga. Oddvør følir, at hon hoyrir til her í Dali.
Nú sunnudagin var eg í kirkju í Dali, og hvør skuldi vera deknur uttan okkara vangamynd, og Jóanes sat við orglið, og á loftinum var ungi Ludvig klokkari. Gott at hava álitisfólk at heita á, tá ið fólk manglar. Oddvør er ein virkin, modernað kvinna við nógvum talentum. (Næsta vangamyndin verður av Binu í Malthúsi).
æ 116

Saturday, September 7, 2013

Íslendingar á ferð

  Þóra tannasmiður og Jón bókhaldari eru bæði farin frá fyri aldur og – sum tey siga - nú stuttleika tey sær. Síðani hon er givin at arbeiða, hevur Thóra fingist við silvursmíð og leðurarbeiði. Tey hava verið í Føroyum 10 dagar, hava koyrt víða um landið og gist á kampingplássum, m.a. í Vestmanna, Æðuvík og Gjógv. Tey koyra í einum húsbili, sum hevur bústað í staðin fyri last. Tey lata væl at ferðini, og sanniliga kunna tey vera fegin um veðrið í Dali.Bæði í gjár og í dag fínasti hoyterrri, sól og vindur. Þóra sigur, at tá ið hon var barn á Pátreksfirði, komu nógvir føroyingar hagar á verktíð. Um vikuskifti komu teir inn at halda frí, og hon minnist føroyskan dans á ‘planinum’, tey sluppu eisini uppí.

 


Ja, tey valdu sær sanniliga ein góðan dag, besti hoyterri.