Thursday, January 31, 2019

Vitus áttatati

Stórkavi, skuldi ikki verið so óvanligt í januar, men tað er tað kortini, tí at tey seinnu árini hevur mest bara verið regn og vindur og krapi. Men vit fóru suður í hesum góða kavaveðrinum, vansin var, at vit skuldu norðuraftur beinanveg, tí at føðingardagurin var mitt í viku. Men Vitus hevði rundan dag, so vit løgdu á fjørðin. Vit høvdu sletur við, og tá ið vit komu áraka Bakkahúsini, settu vit børn og sletur av. Tað var stuttligt.



Á Bakkanum var nátturðaborðið klárt, og tað var ikki smávegis borð. Alt lekkurt bæði matur og kakur.


Vitus sat í sínum stóli og læt seg heiðarað og avmyndað. Dalbingar komu inn á gólvið at ynskja Vitus gubba tillukku. Vit og Heiðveig og Jógvan komu úr Havn, og blomstur komu úr Belgia. Stuttligt at bilur kom gjøgnum kavan við bukettini frá FS. Mangt ber til við góðum samskiftismøguleikum.






Kristina hevur tikið myndina, hon tók, til battaríið var uppi :)

Góði Vitus gubbin hjartaliga tillukku!

Sunday, January 20, 2019

Vikuskifti har suðuri

Turið og eg fóru suður fríggjakvøld í so sera góðum veðri mánalýsi og stilt. Leygarmorgunin fóru vit ein góðan tú. Vit sóu Annfinn, sum var farin ar væla um stik og so sóu vit Steintór og Ludvík báðar sum manereraðu við eitt lendisakfar.





Tað er so flott at síggja ísmyndirnar í áum og vøtnum. Uppi við svimjihylin gongur eitt portur beimnt út í ánna, sær út, sum tað er ætlað kríatúrunum. Portrið stóð opið.


Leygarkvøldið var trettandadansur í Skálavík, eitt sera fínt kvøld. Góður matur frá Elisabeth og góður dansur.






Thursday, January 3, 2019

Ársbyrjan 2019

Tíverri var eg ikki í Dali nýggjársaftan, eg vandaði veður. Men Johild var so røsk at boða frá á FB, hvussu leikur fór. Serstakliga spennandi er á hvørjum ári at síggja bygdartáttin, sum Jónleif yrkir.
Temuni í ár vóru m.a. tunnilin til Dals, hagabilar, seyður, gæs og barnakonur. Teksturin er her bara mynd av teksti, kanska ikki so lætt at síggja.





Men nýggjársdag stungu vit okkum suður eg og systir, tí vit ætlaðu í dans. Og tað var eitt deiligt kvøld, tað má eg siga. Og høsnasúpanin var góð og væl kryddað. Vit kvóðu Jákup á Møn, Ormin langa, Brúsajøkil og nógv annað. Tá ið bussurin var farin við dastinum av gestunum kvað Vilhelmina Santa Jákup, so fínt!
Annan januar fór eg mær ein túr út á Hamarsenda. Skoðaði vegin, sum nú er verðinsberømtur í Føroyum. Jú, tunnilin er tiltrongdur og kærkomin.