Sunday, October 15, 2017

Heystfrítíðin 2017

Í ár vóru Sólrun og Lisa heima til heystfjallið. Lisa var á fjalli, Sólrun fekk 5 í ár , Turið var har norði og fletti. Lisa tók eitt skinn, sum hon ætlar at garva. Sólrun hevði kjøtmaskinuna við og mól eina ær.




So fóru vit suður, og tær fóru aftur til Danmarkar.
Mánadagin fletti tey skoralombini. Týsdagin vóru Turið og Hallur á rættini á býtinum. Vit fingu tað mesta vit hava fingið nakrantíð, og skurðurin var so góður eisini, bara eitt lamb vigaði undir 30. Tað er fyrstu ferð, tey býta við teldu í Syðsta haga.



Í gjárkvøldið fóru eg og Turið húsagongd, vit vóru inni hjá Sjúrði, inni í kjallaranum á Hólmafløtti og inni á Brænum. Hugnaligt at hitta fólk.
Vit vóru so hepnar, at Kjartan og teir ungu vóru lidnir at fletta og høvdu stundir at koma at hjálpa okkum, mikudag um 5 tíðina var alt flett.






Tað var trongligt í kjallaranum á Bakkanum, men gott lag, og arbeiðið gekk skjótt og væl.

Friday, October 6, 2017

Skoradagur 2017

Ein so góður dagur at fara í Skorina. Tíverri havi eg ongar myndir úr Skorini ella av Bukkinum. Men teý lótu væl at, at tað gekk væl. Og tað var ein føgur sjón at síggja fylgi av bilum og hagasúkklum koma oman av Sýn í dag. Býtið var í skúlatúninum, men fyrst var uppboðssøla. Og teir løgdu ikki fingrarnar ímillum, men høvdu hug at kappbjóða. Óli var uppboðshaldari, og Símin Hannus skrivaði, nógvir pengar komu inn til Skorina, summir guldu kontant í lógvan!

DSC00689DSC00691DSC00694DSC00695DSC00698DSC00701DSC00709DSC00711DSC00713DSC00722DSC00725


DSC00705


Monday, October 2, 2017

Eplafestivalur

DSC00675

Vit avgjørdu longu í fjør, at vit vildu aftur á eplafestival í ár, og vit vildu eisini við til heystgildið.

Tað var deiligt, at tað passaði so, at Lisa eisini var heima.

Vit vóru tveir dagar í Dali, og har var lív í, tí at nógvar barnafamiljur vóru í Eiriksgarði.

DSC00621DSC00623DSC00624DSC00627DSC00628

Eplafestivalurin er serstakur, sølubúðirnar eru sera autentiskar. Eitt mótaorð, alt skal vera autentiskt nú.

Fyrsta sporið var inn til Unni at fáa okkum ein bita, síðani ís omná, og at enda kaffi hjá Madam blå.

DSC00645DSC00646DSC00648

Sølubúðin í handlinum hjá Griasi er fantastisk, og grønmetismarknaðurin í fjósinum eisini. Vit keyptu rótfruktir, og høvdu tær til døgurða afturvið kjøti, tær smakkaðu søtt og væl.

DSC00636

Ballið um kvøldið var í tjaldi, eg hevði húgvu og troyggju og frakka hjá mær, so eg var ikki køld, men onkur gramdi seg um kulda.

DSC00671

Maturin var góður, men hann var ov góður at eta av plastborðiskum. Kálvur lítli tað bakbeistið er nú vorðin hetja hjá Føroya bjór, men hann smakkaði væl, eisini úr plasti.

DSC00661DSC00662DSC00664DSC00672

Serveringin var sera autentisk, kjøtið var ikki skorið, tá ið tað varð borið innar. So hvør sat í sínum lag við einum victorinox og royndi at fáa sær ein góðan bita. Sera moyrt og gott kjøt. Sýrumayo og pesto og tari og annað var til forrætt. Omaná fingu vit eina mazarinkaku og rabarbugreyt. Kakan smakkaði himmalskt, men rabarbugreyturin, sum kom á mítt borð, smakkaði av ongum. Annars stuttligt, at ymsar konur høvdu gjørt rabarbugreyt, so at hvørt borð fekk sítt slag av greyti.

Tað besta á festivalinum var pubbin, ein so deilig løta, og frásagnirnar hjá Ásmundi vóru stuttligar og áhugaverdar – heilt autentiskar. Skeimtisøgur niðan fyri beltið eru ikki mín koppur av te, serstakliga, tá ið menn fortelja tær fyri monnum – kanska eg eri erkvisin.

DSC00649DSC00650DSC00656