Friday, December 13, 2013

Vilhelmina sigur frá (2)

Fyrstu ferð Hans Marius var fullur var eitt skorakvøld. Teir vóru allir fullir, og Ólavur og John og Vitus í Toppi leitaðu eftir Hans Mariusi, tí at teir skuldu hjálpa honum at krógva seg fyri pápanum. Teir fara í Malthúshoyggjhúsið at leita, á vegnum datt Ólavur inn í stikið í plantasjuni. Ná, har var hann ikki, síðani skuldu teir fara í Klæmintstovuhoyggjhúsið at leita. (Tað teir i kki vistu var, at Hans Marius var longu farin heim í song.) Vitus gongur undan, nei teir renna, síðani John og aftastur Ólavur. Nú stoppar Vitus og John dettur á hann. Ólavur sær hetta og heldur, at John leggur á Vitus, so hann loypur á John. Har bleiv bardagur og gangur. Fólk hoyrdu og komu út, har var vónleyst at skilja báðar sundur. Janus á Toft kom út í berum undirbuksum. Mona kom út, hon rópti, “Koyr mjólk í hann!” Hansina og Vitus í Toppi sótu á einum hoyvogni og hugdu at, tá segði Vitus í Toppi, hevði eg nú havt eina konu, so hevði eg farið í song við henni”. Seinni fingust teir sundur, Vitus forstrekti ein fingur í ruðuleikanum.

Wednesday, December 11, 2013

Vilhelmina sigur frá (1)


Tarabrúgvin í Skálavík kundi vera ovurstór. Onkur av teimum gomlu koyrdu taran feskan á plássið, har hann skuldi brúkast, læt hann so liggja, til hann var klárur at brúka. Einaferð gjørdu børnini fortreð, og Vilhelmina var uppií, hon gleið í einum tarablað og skar seg í armin, ein djúpan skurð. Hon fryktaði fyri at fáa “nøkur orð” frá pápanum, so hon ballaði armin í fyriklæðið og fór heim. Mostir hennara, sum var sjúkraystir, seymaði sárið við nál og trillitráð. Vilhelmina hevur ivaleyst fingið ilt, tí hon vildi svíma. Pápin bað hana stinga høvdið millum beinini, tað hjálpti. Hon fekk tríggjar pentur, men har var okkurt svart í sárinum, sum vildi ikki grógva rættiliga. Hon fór at pilka í sárinum. Tað var ein steinur, so stórur sum neglin á lítlafingri. Hon pilkaði steinin út, og eftir var eitt reint hon í arminum. Hon fór til mostur sína og vísti henni steinin. Mostirin helt, at tað kundi ikki passa, men holið var prógv. Síðani vaks sárið saman.