Saturday, January 8, 2011

Kavamyndir úr Dali

Fór suður hósdag seinnapart, koyrilíkindi vóru av tí allarringasta. Ein gravkúgv koyrdi frammanfyri, so tað var fínt, men í Sandslíoð, nú blinkar hann til vika at lata meg fara framvið….hvat ið ikki hevði verið fyrr , tað bleiv tá. Himmal og jørð í einum roki, eg hevði ikki samling til at taka myndir, tíverri. Men sjálvandi sást veðurin millum hvirlurnar. Í Putlhúsi var heitt og hugnaligt. Fríggjadagin fór eg ein túr noð gjøgnum bygdina, eg var inni hjá Elsebeth og fekk mær kaffi, men pínasta tá ið eg fór heimaftur datt eg so barlong, so í løtuni  er vinstra knæ púra óbrúkiligt. Helga og børnini vóru úti í dag, og fuglar nir í Toftagarðinum vóru glaðir at fáa molar og feitt.

dalur 004 dalur 005 dalur 013 dalur 017 dalur 019 dalur 020 dalur 027 dalur 031 dalur 032 dalur 033 dalur 034 dalur 035 dalur 037 dalur 038 dalur 042 dalur 043 dalur 044 dalur 049