Sunday, April 30, 2017

Toppasystrarnar

Ella er tað ikki Rennusystrarnar? Hví eita tær Toppasystrarnar? Tær eru døtur Kristinu og Óla í Rennuni, føddar í Klæmintstovu vaksnar upp í Toppi, men búgva nú í Rennuni, tá ið tær eru í Dali. Í dag var hátíðardagur í Dali, nú Toppasystrarnar hildu føðingardag í Eiriksgarði fyri familju og dalbingum, tær hava allar fylt runt í seinastuni.


Hátíðarhaldið byrjaði í kirkjuni, vit hoyrdu um seyðamannin og hansara fylgi. Sum Jóanes  segði, tað er hugaligt, tá ið nógv fólk er í kirkju, kirkjan var meira enn hálvfull.







Fyrsta eg kom til Dals hoyrdi eg tey tosa um Toppasystrar og um Sandasystrar, og tær vóru systkinabørn, og Halldóra fortaldi í síni talu um samanhaldið í familjuni, tá ið hon var barn og ung.
Elisabeth og Óluva vóru kokkar, og maturin var bara so góður, og sum onkur segði, hann var eisini heitur.
Nógvar talur vóru, og tað var virkuliga stuttligt at hoyra ymsar søgur úr gomlum døgum. Vit hoyrdu, at toppasystrarnar fírdu ikki fyri at fara undir hoybyrðu, serliga Lona var sterk. Vit fingu at vita, at Fridrika er tann speiska av teimum, og allar mostrarnar eru kittið í familjuni, garantar fyri samanhaldi og blíðskapi.

Afturat teimum vanligu talarunum í Dali vóru Sámal Petur, Heini og Ólavur Groth.

 Toppasystrarnar og Poli eru fyrimyndir hjá okkum øllum, so væl tey hava dugað at hildið alt norði í Rennuni og Flyttuni : at varðveita tað gamla og kortini hava møguleika at búgva og liva í húsunum.
Eg minnist tá ið rennumenninir gjørdu hoyggjhúsið í stand, báðar helvtirnar. Tá ið reisigildi var, vundu teir gudhjálpimær dannebrog á stong, teir vildu arga, og eg bleiv rættiliga bilsin má eg siga.  Ólavur segði mær, at tað var flaggið hjá Gretu í Flyttuni.



Takk fyri eina hugnaliga løtu.

Saturday, April 29, 2017

Ólavur sigur frá

Vit sita í stovuni á Bakkanum, Ólavur plagar at hyggja inn á gólvið. Javnaldrarnir Vitus og Ólavur hava verið vinir gjøgnum alt lívið.



Oddur, tú veit, á Skipafelagnum, hann var ein fittur maður, ja makaleysur.
Eg var við Skúgvi, Skipafelagið átti Skúgv, og vit vóru burtur í átta mánaðir. Ja, eg visti ikki, at Judith var upp á vegin, tá ið eg fór, og túrurin bleiv so óluksáliga langur. Vit leitaðu eftir hemara. Vit høvdu fylt skipið árið fyri í 1½ mánað, men nú var hemarin ongastaðni at finna. Sambandið var ikki tá sum nú, man kundi ringja um Lyngby radio, men tað bleiv ikki gjørt, tað var so dýrt.
Nú ganga átta mánaðir, og vit koma á Vestmanna. Tá kemur svágurin har og spyr, um eg havi snakkað við Judith, nei sigi eg, eg havi ikki snakkað við nakran. So er tað hann sigur mær, at Judith er á Hvíldarheiminum. Hvat í Jesu navni feilar henni, sigi eg. Jú so sigur hann, at hon skal hava barn, trý. Tá var eg nokso kløkkur. Eg leigaði so bil til Havnar.
Men eg mátti avstað aftur. Báturin var leigaður til Noregs at sigla farm heilt frá Nordkapp og allan vegin suður, bei av beii, har var bæði, fiskur, hvalakjøt og rækjur. Tvær konur vóru við monnunum umborð henda túrin. Nú einaferð eg komi upp, nú er ein veitslumáltíð til reiðar við víni og øllum góðum, sum tær høvdu ornað, og har lá telegrammið. Tað var ein góður dagur.
Nú koma vit heim aftur, og nú kemur Oddur í søguna. Tá ið vit koma heim, kemur Oddur til mín, hetta var ein sunnudag, og eingin fartur var suður sunnudag. Báturin – eg var stýrimaður – skuldi avstað aftur beinanveg. Mánadag skuldu vit sigla til Klaksvíkar, síðani á Tvøroyri og so avstað – ein túr upp á 14 dagar. Men, segði Oddur, tak bátin - eg skal geva tær ein maskinmeistara. Far suður til Dals við bátinum, fá onkran út eftir tær, so sært tú børnini. Maskinmeistarin er gamla drongur, og hann hevur akkurát verið heima, tað ger honum tað sama. Tú letur bara skipið liggja har í Dali, bara tú ert aftur mánamorgunin. Tað helt eg kortini vera ov nógv avgjørt. Fjúrtan dagar var ikki long tíð. Tá var ikki sum nú, ið alt skal ganga við tí h...ferð.
Men tað er tað, sum eg meini: Oddur var makaleysur, hatta høvdu ikki nógvir gjørt!
Ólavur er nokso hugfarsligur, tá ið gott lag er.





Sunday, April 23, 2017

Ársveitslan hjá Stígum fast


Feløgini, sum vóru boðin við í ár, vóru Leikum fagurt á Sandi og Norðstreymoyar dansifelag. Eitt frálíkt borðhald við góðum sangi og frálíkum mati, sum Elisabeth Mylhamar stóð fyri.
Vit fóru upp á gólv kl. umleið 10, og Norðstreymoyingar løgdu fyri við Brestis kvæði. Heini Holm skipaði, dansistovan var passaliga lítil til høvið, og hansara sterka mál fylti rúmið. Síðani kvóðu sandingar við Jóhan Hendriki á odda Kópakvæðið. Av øðrum, sum kvøðið varð, kann nevnast Skrímsla, Finnbogaríma, Vaagen.

Tað stuttligasta fyri meg var at hoyra Boaratáttin og Grettis kvæði, sum skopuningar tóku sær av. Tað er fyrstu ferð, eg havi hoyrt boaratáttin á gólvi.



Leygardagurin var ein so frálíkur dagur, sól og kalt allan dagin. Vit fóru ein tú niðan um trøðna. Á vegnum sóu vit, at Borghild hevur prýtt stikið í Oyrargarði aftur í ár, so livandi og fagrir litir møta tær, tá ið tú kemur til Dals. Og hittinorðað er frúan á Bræðnum!

Saman við gomlum føroyskum lívsvísdómi eru hesi orðini úr Pipari og salti komin til heiðurs og æru. Ljóðar ordiliga bíbilskt.



Wednesday, April 19, 2017

Marokko várið 2017

Í Marokko sóu vit nógvan seyð. Stór fylgi fram við vegnum, millum trøini ella á bønum. Altíð var onkur hjá seyðinum, tann góði hirðin. Í summum føri var tað tvær ungar gentur, sum aktaðu seyðin.
Seyðurin man vera sera spakur, gongur tætt til saman beint í vegjaðaranum. Bilarnir súsa framvið, akkurát sum í Føroyum.
Hóast tað var so nógvur seyður, fingu vit ikki nógv seyðakjøt, tað var oftari neytakjøt og høsnarungi. Eitt kvøldið var eg so fegin, at eg hevði fingið lambskjøt, so søgdu tey mær, at tað var geitakjøt. Tað smakkaði sum lambskjøt.
Eg leitaði allar dagarnar eftir tógvi, hugsaði, at við øllum hesum seyðinum, mátti nógv tógv vera at fáa. Eg sá nógv ordiliga grovt tógv, sum óskar til teppi ella stólastoff. Tann síðsta dagin spurdi eg so einastaðni, um hetta var einasta slagið, tey høvdu. Tað var ikki meir enn hálvtalað orð, so stóð eg inni í búðini. Fult av tógvi á øllum hillum og í kurvum. Litirnir vóru bara als ikki, sum eg hevði hugsað, eingir natúrlitir. Skríggjandi litir. Eg spurdi, um tógvið var ektað marokansk ull, ja ja vissaði hann meg um.


So fór hann at vísa mær allar litir, skríggjandi appelsingult og reytt. Eg keypti svart og skríggjandi grønt. Eg sigi bara, gud viti, hvørjum tað er litað í. Hann vigaði tógvið á einari gamlari vekt.
Sera stuttligt var at eygleiða, hvussu fólk livir og ferðast í hesum fremmanda landi. Tann muslimska trúgvin setti dám á gøtumyndina, bæði við bønarkalli og klædnabúna.
Ikki øll hava hvør sín bil í Marokko.
Tey framleiða kork, tey flysa burtur av trøunum.
Tey eta nógv epli, myndirnar eru av fyltari piparfrukt og fyltum epli.