Tuesday, October 18, 2016

Eitt arbeiðsamt menniskja

Verfaðir mín Sofus í Putlhúsi var eitt arbeiðsamt menniskja. Altíð okkurt at gera, eisini tá iðhann var gamal. Dagbókarbløðini eru eitt gullnám.

DSC04918

Eg síggi han fyri mær, tá ið hann er í trøðni, skundar sær spakuliga, sum øll klók fólk gera. Hann ber tilfarið upp á pláss, pelar og stik, hann hevði ikki bil og ikki hestavogn, hann hevur sjálvandi havt trillibøru. Kanska hann hevði pelarnar og stikið í trillibøruni.

Sætta og sjeynda fekst Sofus við hoyggj.

Uppi á Sýn var hann eftir torvi. Tað var dagin eftir hann var komin av skipi. Vildi kanska skoða bygdina og umhvørvið úr erva eftir fleiri mánaðir í trongum skipi, saman við nógvum monnum. Vildi kanska fegin vera eina eina løtu.

Men um tú leitar í álmanakkanum eftir kenslum ella fólkum, so leitar tú til fánýtis. Dreingirnir, synirnir eru ikki nevndir. Frida er als ikki nevnd (tað er hon ivaleyst bara nøgd við). Sjálv eri eg nevnd, tá ið “diddan” kom, og tá ið “diddurnar” koma suður.

 

 sofus

Onkuntíð verður kanska høvi at tríva í onnur dagbókarbløð.

Sunday, October 16, 2016

Heystferian liðug

DSC04972

DSC04973

…og en havde andet at gøre…. onkur fór til Havnar í brúdleyp, ein familja fór til Klaksvíkar at halda føðingardag, onkur fór til barnadóp við eplasalati í viðførisrúminum, og vit drønaðu til Havnar at heiðra Elin(6 ár) og Rakul (1 ár). Men Dalur er tolin, og Dalsbygd er ikki minni vøkur í frið og ró, við malarduni og sirmi.

Vit vóru ein túr í Rennuni, og har vóru skyldfólk, rennusystrarnar so láturmild, at Kristina fekk láturherðindi. Friðrika og Kristina róðu út á krabbaskel.

Og Arina sat og hugdi at.

DSC04916

DSC04914

DSC04930

DSC04917DSC04928DSC04936DSC04946

DSC04960DSC04980

Kristina er ikki heilt álvulig. Eitt sovorðið akfar. lendisakfar, hevði verið gott at havt at farið á rættina við. Smile DSC04969DSC04984

Seinasta heystmyndin er av børnunum hjá Turið og Halli saman við skyldmanninum úr Rennuni.

Wednesday, October 12, 2016

Heystferian 2016

Sovorðið veður sum í heystferiuni í ár, havi eg ikki upplivað fyrr. Sól og stilli, ja ikki beint gott kjøtveður. Men sera arbeiðsligt hjá teimum, sum skula tuska í fjøllunum og fáa seyð til høldar. Tey renna inni á Kirkjujørðini, børnini høvdu tað stuttligt.

DSC04822

Hjartvar hevur aftur í ár úr at gera í Dali.

DSC04937

DSC04826 - KopiDSC04840 - Kopi

Nei, hundurin var einki við uppá at vera fotomodell.

DSC04842 - KopiDSC04844 - KopiDSC04847DSC04854

Teir hava verið á fjøllunum, Poli er eplamaður í dag, hann er sloppin við á myndina.

DSC04944

Og eplini í Rennuni síggja gott út!

DSC04950

DSC04949

Nú nærkast koimmunuvalið, ikki heilt samd, hugsi eg!

DSC04862

Tey í Haskátrøð.

Tuesday, October 4, 2016

Eplafestivalur 2016

Eg hoyrdi so nógv stuttligt um eplafestivalin í fjør, at eg hevði langt síðani avgjørt, at í át skuldi eg fara, og nú var Frida Sofía heima, so tað var eitt fínt høvi. Vit fóru fyrst túr við Rannveig Winther sum sjálv er uppvaksin í Trøðum.

14555817_10209021995359953_338133922_n

Vit gingu síðani inn til Eplamammuna, har var nógv fólk at práta við. Unni bjóðaði feska súpan við kjøti og alskyns urtum. Elin og maðurin høvdu eisini leitað sær á Eplamammuna.

Unni2

14569025_10209021995199949_1177956864_n

Vit vóru eisini á café Hentze og Íshúsinum.

14568951_10209021994919942_918311265_n

14556082_10209021995039945_1236826436_n

14593263_10209021995399954_682418016_n

Vit lurtaðu eftir yrkingum undir frukttrænum í Trøðum.

14569872_10209021994959943_603056819_n

14593141_10209021994879941_188541290_n

Vit vóru eisini á pubb, men tá var tíð at fara at finna bussin.

pubbin

Monday, October 3, 2016

Dalstúrur saman við Fridu Sofíu

tað er so deiligt á Dali um heystið, tú hittir fólk á vegnum, øll hava okkurt at gera. Eg og Frida Sofía stungu okkum suður ein túr, nú ið hon er heima eina viku. Fyrsta sporið var út á Bakka. Vitus var inni.


vagamenn2
Vágamenninir hava flett liðugt fyri fyrst og eru nú klárir at fara eftir tí næsta.
Sámal
Sámal fer sær ein túr at vita, hvør ið uppi er, og frúan inni á Gerðisveg er farin at vaska tí nýggjasta partinum av familjuni Fordinum. Jón hevur verið súkklutúr og fer nú at finna sær spælivinirnar inni á Gerði.
Tórhild
Tórhild og Jón
Ólavur og eg
Vit gingu inn til svimjihylin, heilsaðu uppá gæs og seyð. Ein so herligur sólarfyrrapartur.
vitus og bía

Petur Martin var í eplaveltuni. hann læt væl at eplunum í ár.
epliPetur Martin