Friday, March 16, 2012

Páskatombola í Dali.






Páskatombola !
Verður í Eiriksgarði 24-3-2012 klokkan 16. Eisini verður Loppumarknaður við filmum og øðrum !
Lutaseðlar við góðum vinningum!
Kaffi og køkusøla !
Eisini verður søla av heimabundnum vørum !

Monday, March 12, 2012

Føroyingasøga á Sandi

054055
Ria Tórgarð og Edvard Nyholm Debes spældu Føroyingasøgu á listasavninum á Sandi í gjár kl. 16.
035037
Vit vóru tríggjar, sum fóru úr Dali, og tað angra vit ikki. Ria spældi allar leiklutirnar,sum t.d. ta ungu Turið, sum var nokso framlig og tann gamla illbrýnta Gøtutrónd og ikki at forgloyma ta altjóðagjørdu vølvuna. Ria loypur aftur og fram úr okkara tíð og práti beinleiðis við áskoðaran inn í víkingatíðina og so útaftur. Edvard stóð fyri tónleiki og ljóðeffektum, m.a. spældi hann uppá sag, tá ið Tróndur manaði teir tríggjar av deyða í Sandvík. Tað stuttligasta við leikinum er, at Ria setir søguna inn í ein modernaðan samanhang. Við at nýta sítt hugflog og hóskandi anakronismur fær hon áskoðaran at síggja søguna av nýggjum. Modernað motiv og samanbering við nútíðartekst og miðlar, t.d. ílegugransking, X-faktor og Lord of the Rings. Frásøguhátturin er eisini fjølbroyttur við frásøgn, dialogi, kvøðing og rappi.
043
Fráliíkt! Eg hugsi mær at skúlabørn og ungdómur veruliga duga at virðismeta eina slíka modernaða respektleysa uppseting av Føroyingasøgu.
040
044
047
048
Myndirnar eru tiknar á listasavninum. Vilhelmina og Ria eru avmyndaðar. Ria segði, at Vilhelmina er henni ein stór inspiratiónskelda.