Tuesday, December 21, 2010

Gleðilig jól øll í Dali!

Sá hesar báðar damurnar í SMS í dag. Helt, at dalssíðan treingir til eina nýggja fína mynd. So ger so væl:

advent 10 058

Sunday, December 12, 2010

Kavaspæl

Feðgarnir Jón og Símun Hannus eru úti og skreiða.

Myndirnar eru av Facebook.

156624_1474262739900_1333644285_31061241_3603859_n

34832_1474262219887_1333644285_31061239_6419281_n 35494_1474262459893_1333644285_31061240_8137166_n

Sunday, December 5, 2010

Sveinaprógv handað í Dali

Mynd: Bødvar Hjartvarson handar Hallur prógvið fríggjadagin (Mynd: sandportal.fo)

Hallur fekk sítt sveinaprógv

Hallur Thomsen gjørdist kendur, tá hann var við í sendingini ”Frætt og Fregnað” sum vitjaði arbeiðspláss hansara í Dali.
Her hevur Hallur Thomsen, ið er ættaður úr Suðuroy, lært á Snikkaraverkstaðnum hjá Bødvari Hjartvarson í Dali seinastu trý og eitt hálvt árið. Fríggjadagin fekk hann handað sveinaprógvið.
Henda dagin - 3. desember - var eisini altjóða dagur teirra brekaðu. Tað sjáldsama er, at bæði Hallur og Bødvar mangla ein fremsta fingur – Hallur høgra og Bødvar vinstra.