Sunday, May 10, 2009

Hjólið mól í tveir dagar

Stuttligt í Eiriksgarði, fitt av fólki og góður hýrur. So sera nógv fitt børn. Óli snaraði hjólinum við ekspertisu, Annfinn loysti av onkuntíð. Eyðbjørg stýrdi vinningum og seðlum, og Jóannes tók sær av finansunum. Kaffisøla var við leskiligum afturvið. Fyrimyndarligt samstarv. Og seðlasølan gekk sum eitt spæl, tá ið tey hálvungu spílaðu seg út. Fleiri myndir í "Basar 8. mai 2009".










Friday, May 8, 2009

Ólavur Groth (úr Sosialinum)

Føroyskt skúlaskip leggur frá landi
Tríggir ungir dreingir sleppa nú at royna seg sum sjómenn við skúlaskipinum Annika hjá Ólavi Groth. – Dreingirnir hava tørv at broyta umhvørvi, sigur eigarin Tríggir dreingir, sum í eina tíð hava havt tørv á einum nýggjum kapitli í lívinum, mynstraðu í gjár umborð á skúlaskipinum, Annika, sum hevur ligið við Ljósá í hálvtfjórða ár.- Tað eru tríggir dreingir, sum eru millum 15 og 17 ár, sum fáa møguleika at koma við hesum fyrsta skúlaskipi av sínum slag í Føroyum. Men tað verður ikki heilt enn, at vit endaliga loysa. Summir av dreingjunum skulu fyrst á trygdarskeið, og eftir páskir loysa vit, og fara túrar millum oyggjarnar, sigur Ólavur Grot, stigtakari, eigari og skipari á Anniku.Seinni í ár fer skúlaskipið at sigla nakrar túrar runt í Evropa, og seinni fer skipið helst til Kanarisku oyggjarnar.



Tung fígging


Ólavur Groth greiðir frá, at tað ikki altíð hevur verið eins lætt at fíggja Anniku.- Eg havi nýtt alt tað, eg havi vunnið, umframt at húsini eisini eru farin til hesa ætlanina, sigur skiparin umborð á Anniku. Hann leggur afturat, at Eiðis kommuna og nógv onnur hava verið sera hjálpsom við ætlanini, sum hevur verið lívið hjá Ólavi Groth í nógv ár.Nú er tað komið so langt, at skipið er klárt at loysa, og rakstrinum tekur almannamálaráðið sær av í stóran mun.- Tað bleiv soleiðis, at ráðið fór at síggja loysnir heldur enn trupulleikar, og nú hava teir játtað at taka sær av rakstrinum av skipinum, sum hýru og provianti eisini, greiðir skiparin frá.Sjey mynstringarNú ætlanin við Anniku er komin í gongd, verða sjey fólk í manningini umborð á sluppini. Ólavur Groth verður sjálvur skipari og afturat sær hevur hann stýrimann og tvey onnur, umframt teir tríggjar dreingirnar, sum fáa kjans við Anniku.Fyrstu tíðina verður eisini ein maskinistur umborð, men soleiðis fer ikki altíð at verða.Hini bæði í manningini verða lærarar, sum fara at undirvísa dreingjunum í vanligu evnunum.Hóast bert tríggir næmingar eru umborð, so er møguleiki fyri nøkrum afturat, um tað gerst neyðugt, og gentur sleppa eisini við, um tað verður ein heil manning av teimum.Stutt millum skottirTá tú livir umborð á skipi, er púra greitt, at tað ikki ber til at rýma frá veruleikanum, og hetta metir Ólavur Groth verða størsta fyrimunin við at fara umborð á skip.- Tú kanst ikki bara rýma. Tú mást fáa skipið at sigla sjálvur, matur skal gerast og eisini mást tú finna útav at vera umborð, saman við restini av manningini, sigur skiparin. Hann leggur í sama viðfangi afturat, at tað tú lærir umborð á seglskipi er nakað heilt serligt.- Dreingirnir skulu læra at manøvrera, fáast við segl, at brúka stjørnur, vanligu skúlaevnini og annars alt hitt, sum er vanligt umborð á skipi, staðfestir hann.Fleiri vilja viðSkúlaskipið er fyri ungdóm, sum hevur ymiskar avbjóðingar, sum kunnu loysast við at broyta umhvørvið, men tað eru nakrir dreingir, sum kundu hugsað sær at komi við.- Eg rokni ikki við, at nakar fer at koma sær í trupulleikar fyri at koma við, men ein heilt ungur drongur spurdi meg einaferð, hvat mann skuldi gera fyri at sleppa við Anniku, flennir Ólavur Groth, sum veruliga er spentur at sleppa í gongd við hesa ætlan, sum hevur kravt nógv persónlig offur.AnnikaSluppin er ein tredivutonsari við slupprigningi, so Annika er ikki av størstu førum. Áðrenn Ólavur Groth keypti hana í 2001, lá hon í Runavík, og var í rættiliga ringum standi.Seinastu átta árini hevur Ólavur Groth roynt at umvæla sluppina, og gera hana klára til skúlaskip.
Kostnaðurin hevur eisini verið rættiliga stórur. Ein meting sigur, at umvælingin, sum er gjørd, hevði kostað einar 12 milliónir, um ein skipasmiðja gjørdi hana.Fyrr hevur sluppin itið Sílíð, men hon skifti navn, tí sambært Ólavi Groth, kundi navnið Sílið, givið trupulleikar.- Vit valdu at geva henni navnið, Annika. Hetta kemst av, at síl eitur ørred á donskum og trout á enskum. Tí valdi eg at geva henni navnið Annika, sum kann nýtast allastaðni í heiminum, sigur Ólavur Groth.