Monday, August 27, 2012

Dalur á sumri

Hesa ferð lærdi Herbert seg at súkkla við ongum hjálpihjólum, tað er ein marknavarði í smádrongs lívi.

066

116

117

Dalbingar og onnur vóru í bønum, Hans Magni koyrdi inn, og Hansina drívur á.

015017018021024

Arbeiðið við undirhúsinum/kampingbrúsurúminum gongur væl.

025027028030

Oftan hevur verið sagt, at tað loypur í Dals bergi, men um summarið er tað ikki grót, sum kemur á vegin, men grasballingar – og tað er ikki vandaleyst!

013

Sunday, August 26, 2012

Vinnie og Edvard

069
Í gjár var teirra stóri dagur. Vígslan var í Dali seinnapartin og brúdleypsveitslan var í Skopun um kvøldið.
079081
Brúðurin var vøkur, sum ein prinsessa, og eftir gomlum siði varð skotið fyri brúðarparinum.082083085089091
Í samljóð í Skopun var borðreitt til 270 fólk, og tað var eitt deiligt væl fyriskipað borðhald. Tey fingu talur og sangir, og vit fingu góðan mat frá Elisabeth og co.
Eftir borðhaldið var fýrverk uttanfyri, síðani var brúðardansurin og harnæst brúðarvalsurin. Alt var so pent og stílfult.


109
111
113