Tuesday, February 24, 2009

Føstulávint í Dali

Sum tað stóð á portalinum og í Sosialinum hildu dalbingar føstulávint við traditiónum, bæði børn og vaksin slógu tunnu, og tá ið vit høvdu fingið okkum ein bita, taldu vit jólini. Nógvar myndir vórðu tiknar, nakrar teirra ligga í "Føstulávint 2009".
Vilhelmina leggur alla orku í.

Wednesday, February 18, 2009

Grein um føstulávint í Dali úr Sosialinum

Meðan tíðin tykist fara við flestu traditiónunum, halda dalbingar fast við føstulávints mánadag Dalur er eftirhondini millum fáu bygdirnar í Føroyum, sum enn halda fast við traditiónina at sláa tunnu føstulávints mánadag. So at siga alla aðra staðni er hetta flutt til leygardag ella enntá fríggjadag undan føstulávint. - Her sláa vit enn tunnu mánadag. Byrjað verður klokkan 15, tá børnini sláa tunnu. Seinni verður so farið inn í Eiriksgarð, har tey sláa pottar ella kasta bóltar eftir borðiskum, alt eftir nú hvat liggur fyri hondini, greiðir Helga Poulsen frá. Seinni – einaferð um 17-tíðina – fara tey vaksnu so at sláa tunnu, og tað eru bæði menn og kvinnur, sum halda seg framat. Konufólkið í bygdini matger so til kvøldið, onkur syrgir fyri smyrjibreyði, onkur annar fyri køkum soleiðis, at øll koma við sínum. So hittast øll, børn og vaksin, at hugsa sær við mati og drekka, sigur Helga Poulsen. Vanligt er, at kattakongurin verður borin heim til hús, har hann bjóða eitthvørt leskiligt. Um 20-tíðina verður so farið upp á gólv at dansa føstuna inn, og hildið verður á nakað út á kvøldið, siga tær báðar Helga Poulsen og Sannelena Nolsøe, sum riggaðu til mikudagin, tá Portalurin vitjaði. © Leo Poulsen - Sosialurin

Saturday, February 14, 2009

Eiriksnavnið í Dali (Jógvan í Putlhúsi)

Í árinum 1720 kom Eirikur Eiriksson í Dali fyri barn við Cathrinu Blasiusardóttir úr Skálavík.
Úrslitið av teirra samveru var eitt dreingjabarn, sum varð doypt 9.des. 1720 og fekk navmið Hanus Eiriksson. Hann varð hildin til dópin av Marin Jógvansdóttur, men hvør hon var, veit eg ikki.
Í árinum 1746 giftist Hanus við Cathrinu Jógvansdóttur, og búðu tey nøkur ár í Grúkhelluni á Sandi. Har vórðu teir eldru synirnir hjá Hanusi og Cathrinu føddir, nevniliga Eirikur og Jógvan. Eirikur átti son, sum æt Hanus.
Um ættina í Grúkhelluni sigur Edvard Hjalt, at teirr vóru kvæðakempur og fagurt høvdu teir málið!
Eg veit ikki rættiliga, nær Hanus og Cathrina eru flutt aftur til Dals, men í 1759 varð Johannes Hanusarason føddur, og tá vóru tey í Dali. Johannes doyði av teringi í 1811, 52 ára gamal. Hann varð giftur við Onnu Hanusardóttur f. í Skálavík í 1795, og tey áttu børnini:
Cathrinu, sum varð fødd 26.des 1796
Elsebeth, sum varð fødd 12.mars 1802
Hanus, sum varð føddur 30.sep.1809

Í 1826 giftist Elsebeth Johannesardóttir við Melchiori Johannesarsyni í Kirkjugerði í Skálavík. Hann var 36 ára gamal og “eneste søn i sin faders hus.”
Í 1834 eru bara Anna einkjan eftir Johannes og sonur hennara Hanus í Malthúsi. Tá er hon 61 ár og hann 25.
Í 1845 eru tey somuleiðis tveyeini í Malthúsi, og í 1850 eru tey somuleiðis tveyeini, tá er Hanus 41 ár og hon 77 ár. Hanus Johannesen giftist ikki, og Cathrina ella Anna Cathrina Hansen, sum var fødd í Skálavík og Petur úr Húsavík festu búgv í Malthúsi. Tey fingu sonin Hanus, ið var einabarn.
Hanus giftist við Jóhonnu, sum var ættað úr Króki í Havn – pápin var ættaður úr Húsavík . Hanus og Jóhanna fingu døturnar Trinu, sum giftist Johannes Simonsen entreprenøri í Havn og Lenu, sum giftist í Dali við Jóannesi hjá Vitusi í Rennuni.

Um gomlu Trinu í Malthúsi stendur soleiðis at lesa í Dimmlætting:
Vore øers ældste indvåner Anna Kathrine Hansen (Trina í Malthúsum) er i torsdags afgået ved døden. Hun vilde den 14.april hava fyldt 104 år. Hendes åndsevner var så at sige usvækkede til det sidste.
Nu er hun gået ind til den evige hvile efter en ikke alene usædvanlig lang, men også vel anvendt arbejdsdag. Hun fødtes i Skålevig, og blev gift til Dal på Sandø, hvor hun boede i en lang årrække. Med hende er en ualmindelig dygtig, virksom og indsigtsfuld kvinde gået bort. I den senere tid har hun boet her i Thorshavn hos entreprenør Johannes Simonsen.

Vit hava nú greitt frá ættini ella ein part av ættini hjá Hanusi Eiriksyni, sum var føddur í árinum 1720, og hvørs foreldur vóru Eirikur Eirikson í Dali og Cathrina Blasiusardóttir úr Skálavík.

Eirikur og Cathrina giftust í 1729 og í 1732 fingu tey ein son, sum í dópinum fekk navnið Eirikur.
Hesin Eirikurin var 12 ár yngri enn bróðirin Hanus.
Í 1762 giftist Eirikur Eiriksson (y) við Rachel Mikkjalsdóttur (hon var av Oyrini í Dali)
Børn hjá Eiriki og Rachel vóru:
Cathrina f.1764, hon doyði av bróstsjúku 1824. Cathrina Eiriksdóttir giftist við Sámali Ólasyni og tey fingu hesi børn:
Óli f. 1790
Eirikur f.1792
Óli giftist í 1812 við Annu Magnusardóttur (úr Uttastovu á Sandi). Børn hjá teimum vóru:
Sámal f. 21.apríl 1813, giftist við Lisabeth Jensdóttur

Í 1840 eru hesi fólk í Eirikshúsi :
Sámal Ólason 28 ár óðalsbóndi
Lisabeth Jensdóttir 26 ár kona (úr Dímun)
Cathrina Sámalsdóttir 6 ár
Anna Gretha Sámalsdóttir 4 ár
Óli Sámalson 2 ár
Sámal Ólason abbi húsfaðirin
Poul Jacobsen húskallur

Í 1840 er Sámal í Eirikshúsi taldur í Dali. Í 1845 er hann fluttur til Skopunar.
Eirikur, sum var føddur 1792 fór blaðungur norð til Oyndarfjarðar. Hann bygdi Heiðriksstovu í Oyndarfirði. Við honum doyði mansnavnið Eirikur út í Dali!

Sunneva Povelsdatter 1722 (eftir Jógvan í Putlhúsi)

Í stuttsøguni “Duruta” tekur Hans Andrias skald soleiðis til:
Tað er undarligt at ganag eftir grasgrónum gøtum fram við gomul burturgloymd hús. Tú gerst veikur um hjartað og fært hug at gráta.
Tað er eisini undarligt at lesa í gomlum fúnaðum skjølumum fólk, sum livdu fyri meiri enn 250 árum síðani. Tú fært hug at vita meiri um hesi fólk, sum livdu og virkaðu her í Dali, men nú ru gloymd
Tú gongur oftast uttan at hugsa um tað fram við gomlum niðurdotnum kráarløgum – allastaðir í haganum sært tú farvegin eftir teimum, men hvørji vóru tey?
Okkurt hissini navn kemur kortini av og á undan kavi – men hvørvur so aftur sum ein luftbløðra, ið brestur!
Men er tað møguligt at fáa eina ynd av hesum menniskjum, sum myndaðu bygdina fyri hálvari triðju øld síðani? Vit fara at royna, og vit fara at arnast, at tey vóru als ikki ólík okkum nútíðarmenniskjum, bert var gerandisdagurin so ómetaliga nógv harðari.
Í kirkjubókini ár 1722 lesa vit hetta brotið:
23. nov Døbt Sunneva Povelsdatters uægte barn af Dal, hvis fader var udlagt Ole Jonsen under Skar på Sand , Er kaldet Elsebeth. Holdt til dåben af Johannes Olesens hustru. Fadre Rasmus Lambertsen og Jon Rasmussen.
Eitt lítið brot, sum kanska fer fram við okkum uttan at vit geva okkum far um tað – men sakin endar ikki her.
Vit finna í kirkjubókini bert ein Poul um hetta mundið – hann eitur Poul Sørensen og hann doyr í 1723 – Fresti Michalis bededsag – Prædiket over Poul Sørensen af Dal.
Hevði Sunneva Povelsdatter livað í dag, so hevði hon fingið stuðul frá tí almenna, men hon livdi í eini harðari tíð, og hennara dómur sær soleiðis út: Vit eru stødd á vártingi í Trøðum í 1726. Sunneva Povelsdatter stendur fyri rættinum:
Vit lesa:
For retten frem kom Sunneva Povelsdatter i Dahl efter indkaldelse til domslidelse angående hendes lejelsmåls bøde 9 fl. Hvis bødes mangel og hendes bekomne svaghed barselseng hun beviste med tvende mænd Ole Joensen og Thomas Thomassen begge hendes naboer boende udi førbemeldte Dahl i Sandøe. Hvilke tvende mænd således også for retten fremstod med æed og oprakte fingre efter loven for det første forn. kvindfolk Sunneva Povelsdatter intet at eje udi nogen måde, det dem vitterligt var, og også det hun kunde skjule sig udi, ja også dem bevist var, at forn. kvindfolk efter egen beklagelse. Ja hørt at andre at have fået svaghed i hendes barselseng, tilligemed var for hende udi hendes højre hånd, som øjensynlig var til sjune. Hvorpå efter sagens beskaffenhed indstillede mons. Jørgen Knudsen Hotterup til dommeren og retten forn. kvindfolks strafs udståelse på kroppen memblig med vand og brød i nogle dage eller anden straf efter dommerens forgodtbefindende, andre til afskye. Hvorpå han dom var begierende.
Forne talte kvindfolk, et svagt og skrøbeligt menneske, der intet udi nogen måde ejede, ja icke det hun kunde skjule sig udi, bad om en mild og lemfældig dom.
Og so fellur dómurin:
I hvorvel forn. Sunneva Povelsdatter skal være et såre skrøbeligt og armt menneske, at hun dog ikke kan befries for slig til henseende til afskræk for andre ligesindede, da efter erfores bestå sig tildømmes hun udi femb dage at sidde udi fængsel på vand og brød alt under exheciutions tvang efter kgl. Majest. Landfogeds anordning.

Her fingu vit eina túðiliga mynd av hvørjum korum Sunneva Povelsdatter sat í.
Men vita vit nakað meir um Óla Jógvanson og Tummas Tummasson sum í tí Harrans ári 1726 vitnaðu á vártingi í Trøðum?
Tað er ikki sørt, men lat okkum granska eitt sindur fyrst:
Maður er nevndur, ið æt Óli Jógvansson. Hann fekk dóttur, ið æt Gertrúð. Gertrúð var mamma Óla Jógvansson yngra og Onnu Jógvansdóttur, sum giftist við Óla Klæmintsyni, bónda.
Sonur Óla Jógvansson d.1738 var Johannes d.1742
Johannes Ólason átti hesi børn:
Ragnhild
Siggu, giftist við Jógvani Rasmussyni
Sunnevu, gift í 1741 við Jacob Olesen (Ólas Jákup)
Óla, giftist 1754 við Jóhonnu Anthoniusdóttur
Uppískoyti frá Borghild
Tá Eiriks-Hanus og Catrina fluttu úr Grúkhellum á Sandi aftur til Dals, búsettust tey í Malthúsi. Sonur teirra Jógvan, sum var føddur á Sandi, varð nevndur Vág-Onnu-Jógvan, tí hann var giftur við konu úr Vágum, sum æt Anna Magnusdatter f. 1734. Tey búðu har áleið, sum Bræðarhoyløðan stendur í dag. Garðurin niðanfyri ber navn eftir honum - Jógvansgarðurin. Tey áttu eingi børn saman.
Kona Johannes Hansen, varð Anna vanliga kallað Smiðis-Anna, tí hon var dóttir smiðin Uppi á Trøð í Skálavík. Eitt staðarnavn suðuri í Haga eitur Smiðsannuhol.
Gamla Trina í Malthúsi var systurdóttir Gamla Hanus og Petur maður hennara var beiggi Jákup í Lítlastovu, sum var pápi til Jóhannu í Malthúsi. Sostatt vóru Jóhanna og yngri Hanus systkinabørn.

Johannes Olesen, sum doyði 1742 búði í Beddistovu og átti børnini:

Sunnuva Johannesdatter gift í Stórhús við Jacob Olesen (Ólas-Jákup)
Ragnhild Johannesdatter f. 1722 d. 3. mei 1800 ógift
Óli Johannesen f. 1726 d. 4. des. 1803 giftur 12.nov. 1755 við Johannu Anthoniusdatter f. 1718 Uttan úr Húsi í Skálavík. Hon var einkja eftir Thomas Thomasen í Dali og bróðurdóttir ta Cathrinu Blasiusdóttur, sum var gift í Eirikshús við Erik Eriksen. Óli og Johanna búsettust í Beddistovu Johannes Johannesen (Reiðarin) f. 1731 giftur í 1755 við Siggu Joensdatter úr Kárastovu á Skarvanesi. Tey fingu 2 børn saman, men samstundis sum hann var giftur við Siggu, átti hann barn við Annu Magnusdatter, sum seinni giftist við Vágonnujógvani. Barnið var ein genta, sum æt Ragnhild Johannesdatter f. 1764, gift til Sørvágs. Reiðarin fór til Sørvágs til hennara at vera, og har fall hann í bjørgunum 27. sept. 1792 og varð grivin har, hann fall. (Sí 1. bd. bls. 131 í Sørvágur og sørvingar.)

Friday, February 13, 2009

Hjartaliga tillukku (úr Sosialinum)

Groth er sonur Demmus Nolsøe úr Dali, sum var uppvaksin á Trøðum á Sandi, og Onnu, fødd Johannesen, eisini úr Dali. Groth er giftur Fridu, ættað úr Elduvík og saman eiga tey fimm døtrur og átta abba- og ommubørn. Groth er útlærdur timburmaður í 1960 og fekk hann dugnaskapsprógv fyri sveinastykki sítt. Groth hevur síðani arbeitt sum sjálvstøðugur og er enn sera virkin maður. Sandoyarportalurin heilsaði Groth við hesum vøkru orðum: "Fyri okkum sum koma aftaná er Groth ein varði á leiðini. Hegni hansara hevur gjørt at nógvir varðar standa eftir hann".

Friday, February 6, 2009

Gomul trúgv úr Dali í Sandoy (úr Varðanum)

Í 11. bindi av Varðanum skrivar Adolf Dahl nakað hann nevnir: “Gomul trúgv úr Dali í Sandoy”

Mamma Adolf var Sunneva Nicolajsdatter Larsen f. 1866 í Dali d. 1960 í Skálavík, hon vaks upp í Eirikshúsi í Dali, fór sum ung til Skálavíkar at tæna, har hon giftist við Johannes Olsen, sum var føddur í Dali í 1860 og uppvaksin í Skálavík. Mamma hansara var úr Havn og pápin úr Skálavík.
Mamma Sunnevu var Súsanna Malena Johannesdatter vanliga kallað Malil, hon var úr Havn. Eitt staðarnavn í haganum í Dali hevur navn eftir henni og eitur Malilstúgvur. Møguliga er hon onkuntíð vilst í mjørka, og hevur sett seg har. Kanska onkur veit.
Pápi Sunnuvu var Johannes Niklái Larsen úr Stórhúsi í Dali.
Sunnuva og Jóanes búsettust í Gøtuni í Skálavík og fingu fimm synir, sum allir høvdu Dahl til eftirnavn. Allir vóru ógiftir og bara ein teirra, Niklái sleit aldurin, hinir doyðu allir í góðum árum av sjúku.
Eirikshús í Dali var avtoftað millum 1880 og 1890. Har Eirikshús var, stendur í dag Bygdarhúsið
Eiriksgarður.

Sunday, February 1, 2009

Føðingardagur á Bakkanum

Vitus helt føðingardag fríggjakvøldið. Fitt av fólki kom á gátt. Bæði stór og smá, myndir liggja í savninum "Vitus 70"

VITUS SJÚTI 2009
Lag: Sára

Vitus eitur svágur mín, hann fyllir sjúti ár,
Tann dagin tá eg hitti hann , eg minnist sum í gjár,
Í Putlhúsi var lætt at finna sær ein gamlan drong,
Tí tríggir vóru inni har, mann kundi fáa fong.

O Vitus, ja Vitus
ja svágur mín hann fyllir sjúti ár.

Sum seyðamaður plagdi hann at halda gamlan sið,
Á fjøllunum, í bakkanum við hundi tætt við lið,
So klænur, lættur rann hann tá og veiddi manga ær,
Og seinni tá ið flettast skuldi, Vitus fremstur var.

Og fárini tey passar hann so væl sum nøkur børn,
Í skúrinum hann vitjar tey í bæði logn og ódn.
Um várarnar hann gleðist við at síggja ær og lomb,
Um heystarnar, man Turið vaska manga góða vomb.

Á sjónum sum so mangur Vitus dvaldist mandómsár,
At baksast runt í Norðurhøvum summar, heyst og vár.
Til Íslands strond so leiðin gekk í Rivi havsins gjálv,
Og Dóra gamla borðreiddi og bjóðaði teim kálv.

Hann hevur ymsar gávur, sum vit lítið síggja til,
At spæla orgul dugir hann og syngja bert hann vil,
Um summarið tú sært hann vála runt við málikust,
So pyntar hann á Bakkanum, og verjir móti rust.

Var reiðiliga tilkomin, tá konufólk hann fann,
Men kanska er tað rættari at siga, hon fann hann,
Men tey bæði tey hava nú í sekstan ár køvt æl,
Á Bakkanum vit mangan hava sitið - og tað væl.

Og diddurnar hjá gubbanum tær senda heilsan heim,
So mangan hevur Vitus gubbin blíður nanað teim,
Hann ognaðist ei børn, men hevur abbabørn so mong,
tey vita, at í Dali fær mann altíð kjøt og song.

Bergljót