Wednesday, March 20, 2013

Vangamyndin henda mánaðin – Vilhelmina

007009
Vilhelmina Larsen er ein bygdarmynd í Dali, altíð sæst hon ganga og tita í bygdini, hon plagdi ganga langar túrar, onkuntíð súkkla langar túrar. Vilhelmina er eitt slag av mentanarattaché fyri Dal. Um okkurt søguligt ella siðsøguligt er til viðgerðar, so er best at spyrja Vilhelminu. Hennara breiði áhugi í mentan, søgu og siðsøgu, sangi og kvæðum ger hana til eina ríka goymslu at leita til. Ikki av ongum fekk Vilhelmina barnamentanarheiðurslønina í 1999.
pápinmamman
Jógvan á Trøð og Elseba

Uppvøkstur
Vilhelmina er fødd í 1935 sum einasta systir av fýra systkjum. Hon varð fødd og vaks upp í Skálavík. Foreldrini vóru Jógvan á Trøð úr Skálavík og Elsebet (kallað Elsba) úr Vík. Foreldrini vóru sera ólík, og tað var 22 ára aldursmunur teirra millum. Pápin var frá teirri gomlu tíðini, dugdi kvæði og skjaldur og arbeiddi við jarðarbrúk meginpartin av ævini. Mamman var meiri modernað, hevði verið í Danmark sum ung, dugdi danskar sangir og sjómansvísur og hevði vítt útsýni. Tað gav at bíta seinni, tá ið Vilhelmina og brøðurnir vildu burtur og pápin helt, at tað var óneyðugt, tí at í Skálavík var gott at vera. Tá segði mamman, at tey skuldu sleppa út at hyggja seg um og síggja annað enn Skálavík.
Ein dagin kom eitt bræv úr Danmark, tað var stílað til Elsebeth født Samuelsen, Haldorsvig. Brævið kom til Skálavíkar, og mamman fekk ymisk tíðindi, og tað stuttliga var, at til jólar kom pakki m.a. borðbumbur, sum blivu settar á borðið og fjúsið tendrað. Ein rúgva av dannebrog fløggum og tveir sangir komu úr hvørjari bumbu, og tað sum børnini hildu vera løgið var, at mamman dugdi báðar.
leifur
Leifur Tróndarson

Húsini hjá teimum eita Norðuri í húsi og býlingurin Kirkjugerði. Har vaks hon upp, har var øll hennara barndómsverð – áin , bøurin og hagin. Vilhelmina fór í skúla 5 ára gomul, tí at tá fór eldri beiggin í skúla, og hon dugdi alt, sum hann dugdi. Andreas Andreassen úr Vestmanna var lærari at byrja við, seinni var Hjørdis Jensen av Sandi eina stutta tíð, til Leifur farbróðir Vilhelminu kom at vera lærari. Vilhelminu dámdi so sera væl at ganga í skúla, serliga at lesa og skriva og syngja, og hon minnist, hvussu heimurin vaks, tá ið tey fóru at lesa í verðinssøguni, sum byrjaði við frásøgn um Egyptaland og hieroglyffir. Bókin var á donskum , “Verdenshistorie”, men børnini skuldu læra seg setningin uttanat á føroyskum, so vit mega siga, at tvørfakligheitin var í hásæti har. Níggju ára gomul fór Vilhelmina at læra at spæla orgul, tað gamla orglið í kirkjuni fór fyrst inn á Trøð, men tá ið tey fingu eitt nýtt , kom orglið inn á Kirkjugerði. Leifur Tróndarson var so sera musikalskur og eigur fleiri løg í Føroya fólks sangsbók. Tey sungu morgunsang hvønn morgun, og so sungu tey fast leygardagar, tveir tímar.Tey sungu sangir úr Føroya fólks sangbók, og Vilhelmina dugdi so at siga bókina uttanat, summir sangir vórðu sungnir tvíraddað. Pápi Vilhelminu var organistur í kirkjuni, og tað var fast pláss hjá henni at siga undir liðini á pápanum, meðan hann spældi, og tað var hvønn einasta sunnudag. Føroyskur dansur var ikki í skúlanum í Skálavík heldur enn aðrastaðni í Føroyum, um tey hendinga ferð dansaðu uttanfyri, vóru fólk ikki blíð. Dansistova varð bygd í 1934, og fyrsti dansur var brúðardansurin hjá foreldrunum já Vilhelminu.
Svimjipól (Pól Petersen) kom til Skálavíkar, og nú skuldu øll børnini læra at svimja. Tey vóru hildin uppi við eini langari stong við einum ringi. Sunnudagar plagdu børnin at fara inn í svimjihylin at svimja og spæla. Esther á Fjallinum ein gomul genta á Skarvanesi kom gangandi har framvið. Hon fór beina leið á Kirkjugerði at klaga um óskilið, at Vilhelmina gekk hálvnakin saman við dreingjum. Mamman svaraði, at tað bar væl til vera óanstedig við skjúrtufaldinum niður á skógv.
jpg
Hvørt sunnukvøld um veturin var dansur, fyrst dansaði ungdómurin ymiskt, so komu tey eldru og tá bleiv føroyskur dansur. Dansurin fánaði nakað burtur í kapping við harmonikuna, men so einaferð varð boðað í hvørt hús, at dansur bleiv kl. 8, og øll tey eldru komu, so bleiv dansað fast tveir tímar eina ferð um vikuna. Og tá ið tey eldru fóru heim, sluppu tey ungu at spæla og dansa sjálv - tað var ein góður vetur.
Vilhelmina er vaksin upp í eini bóndamentan, naturaliubúskapur var fyri ein stóran part. Tey høvdu ikki nógv av jørð, men høvdu kúgv, pápin var seyðamaður, so hann fekk seyð í løn, tey høvdu høsn og dunnur og kundu lata egg fyri handilsvaru.
Óalmindiliga gott at vaksa upp í Skálavík, í hoyna fórt tú runt bygdina, sum var ikki samanløgd. Sum so mong, sum hava upplivað tað, er torvtíðin nakað av tí besta at minnast. Í Innasta haga (innanfyri krossvegin til Sand omanfyri Lítla vatn) høvdu skálvíkingar torvheiðar. Øgiliga stuttligt var á heiðini, nógvir skálvíkingar og nógvir húsvíkingar tætt við. Ein gomul kona úr Skálavík, sum æt Tomina, hevði residens í eini støðu við krossvegin. Øll høvdu okkurt við at eta og gjørdu eld, men hon hevði tað fram um onnur, at hon kókaði kaffi, so tá ið teir høvdu etið døgurða, so fóru teir til Tominu og fingu sær kaffi og ein royk. Børnini spældu niðri við Lítla vatn, men ræddust illa, tá ið neytini komu serliga tarvin. Og so var tað so sera hugnaligt, tá ið øll gingu heim aftur seinnapartar.
Rakstur í áseyðaroyting var eisini spennandi, Vilhelmina slapp altíð við. Pápin røktaði dalin, t.e. norðanfyri vegin , tá ið tú koyrir til Skálavíkar, ein rætt var, sum allir róku í, tað var kallað kommunuportrið, har niðanfrá var rættin.
Tey áttu eina ryssu, rossini høvdu ikki loyvi at vera í haganum longur enn eitt vist í hvørjum stað, so tey blivu rikin, og børnini fóru í hagan við skreljum at reka tey , og tá endaðu rossini ofta á dalsfjøllum.
Ungdómsár
Tá ið skúlaárini vóru liðug, fór Vilhelmina at arbeiða í handlinum á Mølini og gekk við posti, men hon var so ung, at hon mátti hava undantaksloyvi. Seinni var hon í Vági í Suðuroy í húsplássi hjá einkjuni eftir Óla Horn. Eina stutta tíð hevði hon húspláss í Havn. Eisini arbeiddi Vilhelmina í køkinum og í spísistovuni á hospitalinum. Hetta var meðan klaksvíksstríðið var, og 4 danskir politistar búðu á ‘epidemi’, tað er bygningurin á landssjúkrahúsinum, sum stendur út og inn. Teir ótu áðrenn nakar kom, einsamallir. Automatiskt helt mann við klaksvíkingum, sjálvt um mann ikki hevði beinleiðis skil fyri stríðnum. Nú ein dagin skal Niels Ebbesen fara norð til Klaksvíkar, nú sker okkurt, teir skula hava doktara og sjúkrasystir umborð. Lydia - seinni frú Hilmar Kass - fór við. Tá ið Hilmar kemur, er hon farin, og eingin vil siga hvagar, hann SKULDI hava at vita, hvar hon var, men so fóru tey ikki norð, tað bleiv avlýst. Vilhelmina var har til í 1955. Vilhelmina var eisini í húsinum á Trøðni hjá pápabeiggja sínum, har var einki konufólk.
Í Noreg
Vilhelmina og tey høvdu eitt systkinabarn, sum var í Noreg, hann var farin á landbúnaðarskúla, men so kom kríggið, og hann bleiv fastur har, tað bleiv so long tíð, at hann læt beiggja sínum festið. Vilhelmina fór til Noregs at arbeiða , mamman skipaði fyri, fyrst arbeiddi hon í Bondelagets folkehøgskule í Mysen. Har var hon í eitt ár, og tá ið veturin kom, slapp hon inn sum næmingur, hon fekk stuðul frá Norrøna felagnum (Heðin brú var formaður). Har var fólk úr nógvum ymsum støðum í Noreg, av tí sama kendi Vilhelmina fólk um alt Noreg. Vilhelmina kundi fylgja við á øllum økjum í skúlanum, m.a. dugdi hon nógvar av sangunum, sum jú hava sama lag, sum teir í Føroya fólks, sum eru yrktir eftir norskum ella donskum løgum. Somuleiðis dugdi hon at væl at stava bokmål og nynorskt, eins og gátur á norrønum líktust føroyskum gátum. Skúlin hevði nógvan tónleik, eitt orkestur var, og Vilhelmina spældi upp á kamb, tey høvdu eisini gittar og grýtulok. Stjórin á skúlanum var í Rotary og ferðaðist nógv, og Vilhelmina slapp altíð við. Vilhelmina fær orðið:
Nú einaferð koyra vit fram við einum vatni, eg siti við kortinum, nú er eitt stað, sum eitur Sperillen, eg segði við hann, at hatta orðið høvdu vit eisini í Føroyum, men eg tordi illa at siga, at tað var endatarmur. Um várið í 1958 vildi eg sleppa heim, tá skuldi Noregs ungdoms- og bygdelag hava eina tjaldlegu, og eg slapp við, áðrenn eg skuldi fara. Har bleiv himmalsins ódnarveður, alt tann beri sandur og teltini fóru til himmals.
Hekla kom á Kristiansand, og so kom Vilhelmina heim við Heklu. Hon vildi so gjarna uppliva oyggjarnar at koma til sjóndar upp úr havinum, sum hon hevði hoyrt sjómenn siga frá. Hon var uppi kl. 5 til at vera klár, men tað var kjaftsvart í mjørka og einki sást fyrr enn á molanum í Havn. Síðani við Rituni til Skopunar og við bussi til Skálavíkar. Hon vildi, at tað skuldi koma óvart á, at hon kom heim, heima var stongt, eingin inni.
Eg seti taskina inn um dyrnar og fari heim at heilsa upp á fólk. Tá ið eg kom aftur til hús, kom pápi akkurát úr kamarinum og stóð og festi sær í pípuna, eg sigi góðan dag ..hann svarar bara góðan dag....men pápi ?!.....tá bleiv hann bilsin...hann hevði hildið, at taskan hoyrdi til Jehovah vitni ella okkurt.. mamman var á Mølini og keypti, men tá ið hon kom til hús segði hon, hvar er Vilhelmina? Og pápi segði, hvat feilar tær, hon er í Norra...tað var tað eg visti, at hann leyg fyri mær, helt hon fyri.... tá var tað bussførarin, sum hevði sagt frá.
Hilmar og Vilhelmina
brúðarpa2
Vilhelmina hevði altíð kent Hilmar, Leonia, systir hansara, arbeiddi í Skálavík, og Hilmar var onkuntíð har, so hon kendi hann haðani, hann var 10 ár eldri. Tey hittust fyrstu ferð sum vaksin í grindadansi í Húsavík. Altíð tá grind var í Húsavík, fór alt fólkið til Húsavíkar gjøgnum Líðina, ikki eftir vegnum. So fylgdust tey við grindini suðureftir. Tað bleiv farið við rossavogni eftir grind. lítil børn sluppu ikki at síggja drápið.

Tey giftust í 1961 í Skálavík, eini 200 fólk vóru í brúdleypi, borðgangur fyri 50 hvørja ferð var niðri hjá mostur Vilhelminu. Hetta var 5 feb. Tað hevði verið stórkavi, og toybil bleiv um náttina, Vilhelmina var so forharmað, at tað skuldi gerast so ringt veður, men ein gomul kona bað hana minnast , at ‘det regner guld i brudens skød’. Sunnudagin eftir var kokkagildi, tá komu tey úr Dali, sum ikki høvdu verið í brúdleypi. Tey fluttu inn í Garðarnar til Sunnevu, fyrsta tey komu til Dals og fóru í húsini á Deild summarmáladag í 1962. Tey fóru suður við bát við tí, sum tey høvdu, Vilhelmina var so glað at koma til Dals, her føldi hon seg so vælkomna av øllum fólkum. Viggo á Mølini segði í kokkagildinum, at tey skuldu vera góð við hana, tá reisti Óli í Rennuni seg upp og segði ja, men so má hon eisini vera góð við okkum í Dali. Og so hevur verið. Børnini komu, tey fingu 5 børn so pø á pø, 1961 til 1967.
jpg3
Tá var fólk nógv í hvørjum einasta húsi í Dali. Tey gingu inn á gólvið, eisini tey gomlu, eisini um Hilmar var ikki heima. Hilmar fór til sjós sum ungur, og var burtur altíð líka til fyrst í áttatiárunum. Hann var við ta ferðina Egil Reyði gekk burtur í Íslandi. Hilmar og aðrir vórðu bjargaðir og gingu langan veg til næstu bygd í kava og illa tøssaðir. Tá ið 50 ár vóru farin, vóru Hilmar og aðrir har yviri aftur og hittu onkrar av teimum, sum høvdu verið við í bjargingararbeiðinum. (Hendingin er umrødd í FF blaðnum 31.mars 2005). Tá Hilmar gavst á sjónum var hann í grótarbeiði í Havn m.a. við Norðurlandahúsið og uttan um Háskúlan.
Í 1969 bleiv Vilhelmina so sjúk av meningitis, tá vildi Hilmar vera heima, tí at hon kundi ikki vera eina, hann fór avstaðaftur um heystið 1970, fortjenastan var so mikið góð, at hann kundi vera heima part av tíðini, og tá byrjaði hann at laða garðin um húsini.
Likkuleia omman
011
Jan Kløvstad, stjórin í Norðurlandahúsinum setti seg í samband við Vilhelminu einaferð, ið norðmenn vóru komnir til Føroya at vitja ymiskar skúlar við sangi og spølum. Spurningurin var, hvør líkskapur var ímillum norskt og føroyskt tilfar. Uppi í kommunuskúlanum høvdu tey spøl, eina snurru, og tá hevði Vilhelmina ein grindageisla við at vísa teimum. Steinbjørn B. Jacobsen segði, at Vilhelmina skuldi fingið pengar fyri at sagt børnum frá. Tá ið so Vár og Páll fóru at gera barnasendingar í sjónvarpinum, bóðu tey Vilhelminu vera við, soleiðis gjørdist hon Likkuleiaomman.
Tá ið skúlastríðið var í Dali, var Vilhelmina í skúlastýrinum, húsvíkingar vóru fyri og dalbingar vóru ímóti at steingja skúlan. Eyðun Winther var settur sum lærari í Húsavík, og bilur kom til dals eftir børnunum, “vit blivu sett í mult, tí at børnini komu ikki í skúla, tey vóru skúlapliktig, og tá ið vit vóru komin út í oktober settu vit Eyðbjørg sum privatlærara og løntu heni”, hetta var so eina tíð, fyrst komu øll kommustýrini í oynni til Dals á fund, øll vóru einig við dalbingum, men tey vóru bangin í Húsavík at blíva av við børnini. Her vóru nógv børn, tað fóru 4 børn í skúla tað árið. Skúlamyndugleikarnir við Arnskov á odda komu á Skálavík við Thorshavn. Tá minnist Vilhelmina, at Hans Marius, hon og Eyðun Winther vóru uttanfyri, og hon segði, at um eingin skúli bleiv so, fór hon til Skálavíkar, tá segði Eyðun Winther, “jamen eg kann flytast.”

019
021
Vilhelmina hevur spælt orgul í kirkjuni í Dali síðani fyrst í sjeytiárunum, tá ið Gunnar á Toft bað hana, onkur spurdi, um tað fór at bera til, við fimm børnum. Tað hevur borið til, børnini vóru við í kirkju. Mann fór so í kirkju kortini, heldur Vilhelmina. Tað hevur verið eitt upplivilsi, sigur hon, at hoyra tann velduga sangin. So nógvir dalbingar høvdu so ótrúliga gott mál.
IMG_0444
Vilhelmina – runt við bússuni.
Henny og Vilhelmina funnu fyri nøkrum árum síðani uppá at hava kvøldsetu fyri ferðafólki í dansistovuni. Tey endurskapa eina gamaldags kvøldsetu við rokki, karðum, bidingarkonum og frásøgn og føroyskum nátturða. Bygdarfólkið hevur tikið væl undir.
IMG_5311