Sunday, October 16, 2011

Heystferian av

052

Bingjuplássið – kirkjugarður frystiboksanna. Ein vifta er eisini komin at prýða gravstaðið. Best  er at hava nýggja boks, tær gomlu br+uka so nógva streym.

Á Bakkanum er altíð hugnaligt bæði hjá fólki og hundum, Turið bakaði vaflur og bollar.004 - Kopi

008 - Kopi010 - Kopi012 - Kopi014 - Kopi

Óli Vesturskarð 015 - Kopi

Bøndurnir spentir upp á Skorina016 - Kopi

018 - Kopi

021 - Kopi024 - Kopi034 - Kopi038066069

Í dansistovuni var kvøldseta fyri ungdómi úr Kanada, Týsklandi og Danmar. Tórhild var í dansinum, men har var ferða á dansinum, so myndin bleiv rættiliga nógv rist.

Thursday, October 13, 2011

Skoradagur í Dali






















Nógv fólk er altíð í bygdini, tá ið Skorin verður rikin. Øll savnast í skúlatúninum á býtinum. Menn meta um vekt og býta javnt.
















Tuesday, October 11, 2011

Húsagongd í Dali

Fyrst var eg úti á Bakka, so fylgdist eg við Borghild norðeftir, og hon bjóðaði kaffi á Bræðnum. So fór eg ein tú til Sigrid og Elinborg í Klæmintstovu. Seinni var eg í 1 ára f'øðingardegi í Gerðagili.

Dali okt 11 004

Borghild helt, at nú vóru vit skjótt mannað undir vegginum at draga bát.Dali okt 11 008Dali okt 11 013

Lítli Ólavur so eygagóðurDali okt 11 015Dali okt 11 019Dali okt 11 020

og Heidi ikki minni eygagóð, situr hjá fastur síni.Dali okt 11 023Dali okt 11 025

Saturday, October 8, 2011

At sjoppa leygarmorgun
















Fyrsta leggið var til Sands í automatbankan eftir pengum, tí Brynja hevði boðað frá, at hon tók ikki kort á lagursøluni. Síðani gekk leiðin til Skálavíkar á lagursølu, hon varð hildin í dansistovuni. Á +a tað vóru einar konur, og har var nógv at fáa, eg keypti m.a. ein deiliga jakka, sumeg fór í beinanvegin, tí tað er beista kalt í dag. Síðani fóru vit í Eilersdepil at fáa okkum drekka, vit fingu drekka, men Gallan var ikki opin, tí har var alt útleigað alt vikuskifti. Tað var Evangeliuhúsið í Havn, sum hevur familjulegu. 140 børn og vaksin. Vit prátaðu við møðgurnar Maibritt og Marina. Næsta stopp var Gerisgarður, har vit vitjaðu Leoniu og Elsu, vit heilsaðu eisini upp á Gimma og Mariannu í Slálanum. Og nú var tíð at fara til handils í Eldhúsi og so aftur til Dals.


Enn eru dalbingar ikki farnir í nakra skor, eg veit ikki, hvørjum teir bíða eftir.

Saturday, October 1, 2011

Hita upp til rakstur og slakt

Nógv fólk var í Dali um vikuskiftið. Mítt vikuskifti hesa ferð var frá hósdegi til leygardag.  Johild og Annika vóru í eplaveltuni, og genturnar hjálptu til. Menninir vóru eftir veðrum. Og nógvar gentur vóru í Rununi. Sandur er aftur lagstur í mølini, so tað var lagamanni at spæla í aldunum. Menninir práta undir vegginum um jørð og seyð. Á dett vælsignaða veður í dag eisini. Gleði meg at fara suður í heystferiuni. Tá verður nokk eisini nógv fólk, hevði veðrið bara verið gott. Áðrenn eg fór norð aftur fekk eg kjálkar og rabarbugreyt frá Turið og Vitusi..nammi namm.IMG_0363IMG_0364IMG_0368IMG_0374IMG_0378IMG_0380IMG_0404IMG_0413IMG_0419IMG_0420 - KopiIMG_0428IMG_0439IMG_0443IMG_0444IMG_0445IMG_0446