Monday, December 19, 2011

Jólaligt í Dali

Bygdin er, sum vanliga á jólum, ljósskrýdd, jólatræið í plantasjuni er framúr vakurt í ár. Eg fór suður fríggjadagin í fagrasta veðri. Stílar, stokkar og tilfar til dekoratiónir við suður. So hugnaði eg mær við hesum í Putlhúsi. Stílarnir eru ornaðir, hosur til Eli Sigurð ornaðar og 9 jóladekoratiónir. So las eg eisini helvtina av bókini hjá Annfinni í Skála, tak hann! Hon er rættiliga spennandi, tá ið tú er komin yvir um hasi ambitiøsu russisku nøvnini, kanska eg seti eitt ummæi á BavS bloggin. Og so var tað hjallurin, satt at siga tordi eg næstan ikki í hjallin, ttí tá ið eg var ha mitt í november, sá tað ikki pent út. Men tað var nú ikki so ringt, sum eg fryktaði. Men 2011 hevur verið eitt stak vánaligt kjøtár – til terra.

Turið á Bakkanum tekur hetta við gávum ógvuliga seriøst, sum tit síggja á myndini. Hansina hevur ein 48 ára gamlan jólamann í køkinum, og hon bakaði smákakur og rugbreyð. Í Gørðunum var ein dótturmaður farin at heingja perur upp á húsini. Í kirkjugarðinum er friður og kuldi.

014016018022027029031035037052054057063068075