Monday, February 28, 2011

Sjúrður fyllir - av Sandoyarportalinum

Sjúrður Nolsøe, Dalur 65 ár





Umframt at koyra buss í 43 ár er Sjúrður eisini knæbóndi her hann á myndini rokast við at geva seyði. Myndina eigur "Dalssíðan"



Týsdagin 22.februar fyllir Sjúrður Nolsøe, Dali 65 ár. Sjúrður byrjaði at koyra buss 1968 har hann og Hjørmund Olsen keyptu ein FORD Transit buss ið tók 14 ferðandi. Tá ið Meginskúlin kom koyrdi Sjúrður skúlabørn og í summar hevur hann koyrt skúlabørn í 40 ár. Í 1972 stovnaðu Karl Petersen, Skopun, Miðstovumennirnir, Arthur á Brúnni, Skálavík og Hjørmund Olsen, Húsavík, P/F Bil, Sandoy og fór tá Sjúrður í starv teimum.



Í dag koyrir Sjúrður buss hjá P/F Steintór Fagradal undir navninum Bygdarleiðir. Umframt at koyra buss fæst Sjúrður eisini við jarðarbrúk og kennir hann uttan iva væl fjøllini í Dali.



Eisini er Sjúrður ein av liminum í Húsavíkar kommunu ið umfata bygdirnar, Húsavík, Dalur og Skarvanes. Hann situr eisini sum næstformaður í Sandoyar Skúlasamband (Sandoyar Meginskúli) Harumframt situr hann í kirkjuráðnum.



Vit ynskja Sjúrða hjartaliga tillukku við degnum

Monday, February 14, 2011

Hugnaligt í Stórhúsi

Inga Rósa og eg stukku inn á gólvið í Stórhúsi leygarkvøldið. Leonia situr ikki tómhent, hon bindur til børn í Rumenia, sum hava harðliga brúk fyri einum fjálgum teppi. Leonia keypti “Skava og stuðla” seðlar frá Heilafelagnum. Vit seldu eisini í Toppi og Malthúsi, hini í Dali fáa høvi at keypa seinni.

IMG_4501 IMG_4492 IMG_4493 IMG_4497 IMG_4500

Monday, February 7, 2011

Hjartaliga tillukku Groth!

Eisini Dalssíðan vil ynskja Grothi hjartaliga tillukku við heiðursheitinum ársins sandoyingur.

Hátíðarløta á Listasavninum í gjár


Beinta ynskir Ársins Sandoyingi 2010 tillukku
- Hetta hevði eg ikki roknað við, at løtan á Listasavninum skuldi gerast so hátíðarlig, segði Groth Nolsøe, ið lesarar hjá Sandportalinum hava valt til Ársins borgara 2010
Groth hevur brúkt í rúgvuvís tíð síni til frítíðarfelagsskapin; Sandoyar Sýslu Bjargingarfelag, ið varð stovnaður á Sandoyar Meginskúla 1973. Eitt ólønt starv
Bjaringarfelagið eigur nú hópin av útgerð og um ikki so langa tíð verður farið í gongd at byggja eina høll til felagið so øll útgerðin hjá felagnum kemur undir eitt tak