Monday, January 30, 2012
Átta hús (3)
Wednesday, January 25, 2012
Átta hús (3)
Emil og Sigrid búgva nú í Havn, tey búðu í Danmark eitt skifti, men eru nú komin aftur. Í Klæmintsovu búðu Judith og Ólavur og teirra børn. Judith hevði nokk at síggja til, Annegreta plagdi at vera og hjálpa. Eg minnist best børnini, har var lív í , tá ið trillingarnir vuksu upp. Tá ið vit vóru í Dali, plagdi Sólrun at spæla við børnini í skúlatúninum. Julian og Gunar plagdu ofta at koma in í Putlhús, teir settu seg á beinkin, og so fortaldu teir tíðindi úr bygdini og bø og haga. Teir vóru eisini makaleysir at heita á til at fara ørindi og ganga til handa.
Monday, January 23, 2012
Átta hús (2)
Í Toppi eru tvey hús, í niðara Toppi búðu Vitus í Toppi og Esther og teirra børn. Tað vóru tríggir Vitusar í Dali, teir itu allir eftir sama abba. Vitus átti ein stóran góðsligan hund, hann plagdi at ansa eftir Fridu Sofíu, tá ið hon lá í vogni og svav. Sólrun plagdi onkuntíð at vera í Toppi og spæla.
Sunday, January 22, 2012
Átta hús síðani eg kom til Dals
Á Prangsjørð búðu Demmus og Anna. Anna var ofta inni og vitjaði Fridu, hon kom í inniskóm, fyriklæði og berari blusu, ofta við berum ørmum. Hon stakk inn á gólvið so at siga á vegnum, hon var í ferð við okkurt. Kanska á snórinum ella í kjallaranum. Anna hevði medisingoymsluna í Dali, so har fór tú, um tú skuldi hava penisillin ella pínustillandi. Demmus hevði neyt í kjallaranum, hann rak neytini út á morgni og heim á kvøldi, ofta fekk hann abbabørnini at hjálpa sær. Demmus og Anna vóru álitisfólk og høvdu álitisstørv eitt nú í kirkjuni. Á Toft búðu Greta og Gunnar og Annegreta og sonurin Janus á Toft, Greta plagdi eisini at ganga inn í Putlhús, so leingi hon orkaði. Á Toft var telefonin fyrr, men fyrsta eg kom til Dals var telefon í hvørjum húsi. Janus var fastur fúsur, kom inn, settti seg á beinkin at práta tíðindi. Hann var so áhugaður í politikki. Javnaðarmaður – bæði tá ið rak við, og tá ið rak ímóti. Eitt sum hann ofta tók til var, at Petur Mohr Dam hevði bjargað Føroyum, og eitt annað var, at “pápin segði altíð…” hann hevði so stóra virðing fyri foreldrum sínum, og hann og Frida plagdu at práta um slekt.
Tað vóru eisini tóm hús í Dali, fyrsta eg kom hagar mitt í sjeytiárunum, eini fimm, nú eru so átta komin afturat. Í trettan húsum er fólk.
Tað var ilsligt veður fríggjakvøldið, og oljufýringin var slóknað í Putlhúsi….sovorðið noksagt!! Eg rakst so meginpartin av vikuskiftinum inni hjá Vitusi og Turið, har var heitt og hartil góð servering Ná, Rólant er ómetaliga góður at heita á, so hann fekk ornað ovnin í stovuni leygarkvøldið. Tók ikki nógvar myndir, men sólin røkkur nú Stórafjalli, og tað má vera eitt gott tekin!