Saturday, April 25, 2009

Maðurin aftanfyir skúlaskipið

Vaksna lívið fekk eina harða byrjan, og rúsevnini tóku yvir. - Mær dámdi rúsin, og tað bleiv brádliga so, at eg kundi ikki vera hann fyri uttan, sigur viðgerin og skiparin Ólavur Groth, sum nú vil hjálpa ungum í trupulleikum. Tað skal gerast við skúlaskipinum Anniku, sum hevur fylt ein stóran part av lívi hansara seinastu átta árini

Hvat fær ein mann at brúka átta ár av lívi sínum til eitt skúlaskip? At selja síni hús og brúka so gott sum alla frítíðina til at umvæla eina gamla dangu av einum 30 tonsara? Hví hevur hann eitt so brennandi ynski um at hjálpa ungdómum?Ólavur Groth, viðgeri, skipari og byggifrøðingur, andar djúpt inn, áðrenn hann leggur fyri at greiða frá hansara egnu ungdómsárum.- Eg kom sjálvur í rúsevnistrupulleikar, og kom burtur úr tí sum 28 ára gamal. Eg fekk góða hjálp og stuðul til tað tá, men tað kundi akkurát tað sama gingið galið, tí tað hevur tað gjørt hjá øgiliga nógvum, sum eru komin í trupulleikar. Eg føli, at eg havi verið ótrúliga heppin, at tað hevur lukkast.Soleiðis byrjar hesin sjáldsami søldfirðingurin at greiða frá um upprunan til dreymin um eitt skúlaskip fyri ung við trupulleikum.- Beinanvegin tá eg byrjaði at brúka rúsdrekka, dámdi mær tað væl, og tað vant bara upp á seg. Og ein partur av tí var helst, at eg var smæðin og slapp av við hemningarnar, tá eg var rúsaður. Tað gjørdi, at mær dámdi rúsin, og tað bleiv brádliga so, at eg kundi ikki vera hann fyri uttan, sigur hann.Longu tá hann var 18 ára gamal, var hann bundin av rúsandi evnunum, heldur hann. 17. august 1985Rúsdrekka og rúsevni fóru við einum stórum parti av ungdómsárunum, og tað gekk út yvir bæði arbeiði og persónliga lívið.- Tað vóru bæði rúsdrekka og onnur rúsevni. Har vóru hash, morfin, kokain og annar lortur. Og ein rúgva av tablettum, minnist hann álvarsamur.Hóast harða lívið varð Ólavur Groth útbúgvin handverkari og fór síðani til Horsens í Danmark at lesa byggifrøði. Eftir hetta kom hann heim aftur til Føroya og arbeiddi sum landmátari fyri Landsverkfrøðingin (nú Landsverk, red.). - Eg hevði mist arbeiðið áðrenn av drekkaríi og rúsevnum. Eg segði við meg sjálvan, at tað skuldi ikki henda aftur, men eitt ár eftir at eg var komin heim, var úrslitið tað sama. Eg byrjaði at forsøma arbeiðið. Nøkur høvdu tá verið í Íslandi til viðgerðar, so eg bað simpulthen um hjálp til at fara til Íslands, sigur hann.Ólavur Groth fór eins og fleiri onnnur úr Føroyum til Íslands í vón um at finna eina loysn á trupulleikunum, hann stríddist við. Hetta var 17. august í 1985, og viðgerðin, sum vardi ein mánað, hevði stórar broytingar við sær. Ungi søldfirðingurin hevði gjørt upp við seg sjálvan at gevast við rúsandi lortinum, sum hann sigur.Í dag ivast hann ikki í, at persónliga trúgv hansara hevur havt nógv at siga í hesum sambandi.Nýggja líviðMen aftaná viðgerðina mátti hann sanna, at okkurt nýtt skuldi til í lívinum fyri at halda rúsinum burturi.- Eg hugsaði so, at um eg skuldi halda fram at liva nøkunlunda sosialt, mátti eg læra meg at dansa. Og tað havi eg havt óalmindiliga stóra gleði av, flennir hann.Men tað hevur eisini verið nógv annað enn dansur, sum hevur fylt nógv í tilveruni hjá Ólavi seinastu árini. Tankin um at hjálpa øðrum, sum onkursvegna eru í trupulleikum, hevur staðið frammalaga og hevur verið ein stórur partur av arbeiði hansara seinastu nógvu árini. Hetta er framvegis berandi tankin, nú hann við skúlaskipinum Anniku leggur frá landi við skúlanæmingum og øðrum serkønum fólki umborð.- Um vit kunnu hjálpa teimum, tá teir eru tannáringar, so eru teir spardir fyri nógv, heldur hann.Arbeiði við misbrúkarumÓlavur Groth hevði í fleiri ár byggifyritøku, hvørs uppgáva var at seta gomul hús í stand. Men so kom kreppan. Í 1993 flutti hann til Danmarkar, har hann kom at arbeiða við misbrúkarum. Hetta var á einum heimi í Jyllandi, og hesar arbeiðsroyndirnar vóru byrjanin til enn eina útbúgving. Ólavur Groth tók hann sær útbúgving í Danmark og í USA sum viðgeri av rúsevnismisnýtarum og kriminellari atferð. Í USA arbeiddi hann eisini við Team Challenge, sum er eitt programm, har ung verða flutt heimanifrá, tí teimum tørvar at koma úr umhvørvinum, tey eru í, og tí foreldrini ikki megna at taka sær av teimum.- Tað bleiv eg nokk so bitin av og hugsaði við mær sjálvum, at hatta er ein góður máti. Tá eg so kom aftur til Føroya í 1999, kom eg at arbeiða í Runavík og sá hetta skipið liggja har. Eg hugsaði eg við mær sjálvum, at hatta er akkurát skipið, eg skal brúka til skúlaskip, greiðir hann frá.AnnikaÍ 2001 bleiv Ólavur Groth stoltur eigari av skipinum Annika, sum hann hevði sæð liggja við kei í Runavík. Skipið var í ringum standi, og har var ikki annað at gera enn at fara í gongd við at seta tað í stand. Um hetta mundið hevði Ólavur Groth aftur egna byggifyritøku, men hann sá skjótt, at tað fór at verða neyðugt við skiparaprógvi, um ætlanirnar um skúlaskip skuldu førast út í lívið. Í øllum førum um hann sjálvur skuldi stýra skútuni.- So í 2003 segði eg menninar upp og fór á skiparaskúla, fortelur hann við einum smíli.Og so varð hann skipari- Eg havi síðani siglt sum stýrimaður fyri at breyðføða meg, sum man sigur. Fyrst fyri Strandferðsluna og síðani á langfart eisini, sigur hann.Men tað vísti seg at gerast ein krevjandi uppgáva at fáa skúlaskipið sett í stand.- Alla ta tíð, sum eg havi havt heima, havi eg arbeitt upp á skipið við hjálp frá vinfólki og stuðlum, heldur hann fram.- Tú mást loysa trupulleikan umborðÆtlanin við skúlaskipinum er sum nevnt at flyta tey ungu úr umhvørvinum, tey eru í. Ólavur Groth greiðir frá, at man í USA flytir tey fleiri statir, men at økið í Føroyum er so lítið, at tað neyvan munar tað stóra.- Flytir tú onkran úr Havn til Runavíkar, er eingin broyting. Men fert tú umborð á eitt skip, hevur tú fastar rammur umborð. Tú ert umborð, og tú mást loysa trupulleikan umborð. Hevur tú ein stovn á landi, ber til at fara í býin. Tað skal kanska ikki meira enn eini sms-boð til, fyri at tú hevur tað, tú hevur brúk fyri - fyri at linna pínuna, nevnir hann sum dømi. - Tað hevur tú ikki møguleika til umborð á skipi, leggur hann afturat.Ólavur Groth sigur seg hava samband við folk í øðrum londum, sum við góðum royndum arbeiða við líknandi verkætlanum. - Tann stóra broytingin er at fáa tey burtur úr umhvørvinum, leggur hann dent á.- Men hvussu er, tá tey einaferð koma heimaftur?- Tey fáa skúlagongd umborð og kunnu taka skrivliga próvtøku umvegis internetið. Tankin er, at tey skulu verða rættiliga væl fyri, tá tey koma heimaftur, soleiðis at tey kunnu hjálpast víðari. Men tað krevur eisini, at tað verður ein uppfylging. Tankin er at arbeiða víðari við tí saman við avvarðandi myndugleikum, sigur hann. Menniskjasýn er ein treytFyrsti túrurin byrjar um hálva aðru viku, men hesin túrurin verður ein av teimum stuttu, tí summarfrítíðin nærkast. Ætlanin er annars, at hvør túrur hjá Anniku skal fylgja skúlaárinum. Leggja frá landi í august ella september og koma heim aftur í juni mánaði. Skiparin væntar eisini, at nakrir av teimum trimum dreingjunum, sum fara umborð hendan fyrsta túrin, fara við aftur aftaná summarferiuna. Ætlanin er at hava í minsta lagi trý ung við, møguliga fleiri, sigur hann. Umborð verða skipari, stýrimaður, maskinmaður og tveir lærarar. Ólavur Groth leggur dent á, at starvsfólkini, sum sett eru, eru fjølbroytt.- Tað krevur, at tey hava eitt rímiliga gott menniskjasýn eisini, sigur hann.Á fyrsta túrinum er ætlanin at sigla til Noregs fyrst og harnæst til Danmarkar. Eftir hetta verður leiðin løgd gjøgnum Kielerkanalina og víðari suður við portugisisku strondini og í Miðalhavið. Tá skipið leggur frá landi aftur aftaná summarferiuna, gongur leiðin væntandi til Kanarisku oyggjarnar. Har er gott at vera um veturin, sigur Ólavur.Spentur skipariVerkætlanin hevur verið sera kostnaðarmikil. Bæði inntøkurnar fyri sølu av húsum Ólavs og løn hansara eru farnar í verkætlanina. Men nú skipið skjótt leggur frá landið, verður tað Almannamálaráðið, sum fíggjar raksturin, meðan Mentamálaráðið fíggjar lønina til teir báðar lærararnar.- Eg havi goldið skipið og sett meg í skuld fyri tað eisini. Men bara tað at reka skipið er rættiliga kostnaðarmikið, og fólk skulu jú hava løn og so framvegis, sigur hann og vónar, at hann fær verkætlanina at mala runt fíggjarliga. - Eg trúgvi upp á tað, annars hevði eg ikki farið í holt við tað. Og eg eri ótrúliga spentur upp á tað, og dreingirnir eru eisini spentir, sigur hann.

© Dimmalætting

Fakta
S/M Annika Ætlanin er, at S/M Annika skal virka sum karmur um arbeiði at hjálpa ungdómi burtur úr trupulleikum av ymiskum slagi og menna tey soleiðis, at tey kunna verða før fyri at fáa eitt gott og virðiligt lív. Sum liður í viðgerðini av hesum ungdómi, verður skipað fyri umleid 9 mánaðar longum túrum, har luttakararnir skulu virka sum partur av manningini og fáa álagt medábyrgd fyri øllum viðurskiftum umborð. Á hendan hátt er ætlanin at menna ungdómin og vísa honum álit, sum er ein týðandi liður í viðgerðini av hesum ungdómi. (Ólavur Groth á www.annika.fo )

Thursday, April 16, 2009

Tunnilin er hjartamálið (Grein úr Valblað 2002)

Grein úr Valblað 2002
Ja, eg havi goymt eina avís, haldi, at Sosialurin kom við hesum Valblaðnum 2002. Teir høvdu verið í Dali og spurt Kjartan og Sunnevu um bergið og tunnellina. Eg lati greinina til okkara bestu heimasíðu um Dals bygd, sum er hjartapunktið í okkara føðilandi, Føroyum. Hetta kom út til valið í 2002, tá sá tað so ljóst út, at hetta valskeiðið skuldi tað verða, at vit fingu tunnellina til okkara kæru Dalsbygd, men sum altíð er, kom einki burturúr.
Hervið lati eg heilsa øllum dalbingum, bæði teimum, sum eru uttanlands og teimum, sum búgva aðrastaðni í Føroyum.
Eg vil eisini takka bygdarfólkinum fyri blíðskap, sum eg fái her í Dali.
Heilsan Andrass Jacobsen (Dalbingur)

Kjartan og Sunneva Elisabeth Larsen í Dali:
Tunnilin fremsta hjartamálið - og vilja ikki hoyra um fullveldi.

Familjan í útjaðaranum.

Fyrr æt tað bygdarmenning. Nú verður tosað um menning av útjaðaranum ella um økismenning. Nógv verður undan valinum tosað um at betra um umstøðurnar á smáplássinum og geva familjunum betri umstøður at virka. Tað er við hesum í huga, at vit leita til eina av teimum minnu og nakað fjarskotnu bygdunum í Føroyum at hitta eina familju. Hóast lokal mál hava størsta áhugan, so hevur hon eisini sínar tankar og meiningar um framtíðina hjá landinum.

Vit eru stødd í Dali í Sandoynni. Har búgva Kjartan og Sunneva Elisabeth Larsen saman við trimum børnum. Tey eru øll uppvaksin í Dali, eini av teimum minstu bygdunum í landinum, sum eftir øllum at døma eisini verður teirra heimstaður í framtíðini. Kjartan er 40 ára gamal. Hon er 33. Tey eiga tríggjar døtur, Vinnie 13 ár, Mariu 8 ár og Trinu 6 ár. Tey øll støðast væl í bygdini. Tann elsta gongur í Meginskúlanum á Sandi, miðlingadóttirin gongur í skúlanum í heimbygdini, og tann yngsta er enn ikki farin í skúla.

Kjartan er sjómaður. Tað hevur hann altíð verið. Sjólívið, tað er bara Kjartan. Sunneva, sum hevur verið heimaarbeiðandi øll tey seinastu árini, arbeiðir nú á flakavirkinum í Skopun. Hon stórtrívist har.

Sjómaður frá ungum árum.
Kjartan fær orðið og greiðir frá: Hugurin var til sjógvin, og fór hann beinleiðis til sjós eftir 10.flokk. Fyrsti báturin hann var við var Gøtunes. Hann var so eisini nakrar snellutúrar undir Íslandi. Eftir tað fekk hann kjans við Klettunum, gomlu Finnunum, sum vórðu keyptir í oynna úr Vestmanna. Kjartan fór á skiparaskúla í 86. Hann fór so við Skansatanga sum stýrimaður og seinni við Hádegiskletti. Í dag er hann við einum av størstu trolarunum í flotanum, Eysturbúgvanum. Har hevur hann verið í 8 ár. Hann er skipari og stýrimaður. Kjartan heldur árið higartil hevur verið brúkiligt, men árið í fjør var tað besta nakrantíð.
....................
Tey liva við dagligum ampa av, at børnini skula koyra eftir tí stak vánaliga vegnum til Húsavíkar. Hann er ringur at koyra eftir, har er bratt, og nógv grót ryður niður eftir frost. Og har skula børnini koyra hvønn morgun í skúla.

-Latið okkum fáa ein tunnil millum Dal og Húsavík, og tað fer at gera, at vit øll fara at kenna okkum tryggari siga Kjartan og Sunneva.

Í Dali búgva umleið hálvthundrað fólk. Kjartan og Sunneva bera ikki ótta fyri, at bygdin skal avtoftast. Nýggj hús verða bygd. Fólk støðast. Og júst nú er ein ung familja flutt suður í nýggj hús. Í fjør byrjaði ein snikkaravirki í bygdini. So tað grør um gangandi fót í Dali.

Skúli er í bygdini. Har ganga tey í skúla upp til 6. flokk. Tá verður farið á Meginskúlan. Í løtuni eru tey 3 børn í skúlanum. Komandi ár verða tey 5 í tali, teirra millum yngsta dóttirin hjá Sunnevu g Kjartani, Trina.
........................
Velja javnaðarflokkin
Dalur er ein av sterku javnaðarbygdunum í landinum. Hiðani er eisini fyrrverandi tingmaðurin Jógvan Adolf Johannessen. Kjartan og Sunneva síggja fram til komandi løgtingsval. Tey hava ongan hug at dylja, hvar tey standa politiskt. Bæði stuðla tey Javnaðarflokkin. Og hava gjørt tað altíð. Tey siga við ein munn, at nú er tíðin komin til vaktarskifti í Tinganesi. Hvørgin teirra dámar ógvusliga fullveldisrákið hjá Tjóðveldisflokkinum, tó at tey bæði ganga inn fyri, at mann skal klára seg sjálvan, so langt tað ber til.

Kjartan: - Sjálvandi er tú ikki altíð samdur við tann flokk, sum tú velur. Tað vil so verða. Men eg haldi, at flokkurin hevur tær frægastu loysnirnar, tá avtornar. Mær dámar uppskotið til sjálvstýrislóg, tí tað miðjar frameftir, men stig fyri stig. Kjartan er avgjørdur, tá ið tosið kemur inn á hetta valskeiðið: - Eg haldi teir hava skatt okkum samfelagið. Vit verða bombað aftur í tíðina, nú teir eisini fóru avstað við stórum parti av blokkinum. Hatta var alt ov ógvusligt. Var tað við skili, so var tað nakað annað. Kjartan heldur, at tann dagin, vit eru før fyri at standa á egnum beinum, so skulu vit tað. Hann kennir seg tó mest tryggan við at vera innan fyri ríkisfelagsskapin.


Trívist á fiskavirki
........
- Tað er av fínasta slag at arbeiða á flakavirki. Tú nýtist ikki at keða teg. Har eru mong góð fólk at vera saman við. So eg kann bara siga gott um mítt arbeiðspláss og fólkini, har eru.

Sunneva viðgongur, at tað hevði staðið illa til í oynni vóru ikki fleiri fiskavirki. Tey eiga lívið í oynni.
Men aftur til heimbygdina. Sunneva heldur, at Dalur er eitt gott stað at búgva hjá ungari familju, Tað, sum tosað verður um, og sum eisini er hennara hjartamál er bergholið. Vandamikið er at koyra hvønn morgun. Alla tíðina livir mann við ampanum, um nú børnini koma væl í skúla og heim aftur. Sunneva er annars sera fegin um, at leiðslan á Meginskúlanum skilur teirra støðu og er so ófør at avlýsa skúlagongdina, tá ið veðrið er keðiligt. Tá kennir mann seg nógv tryggari. (greinin er stytt)

Saturday, April 11, 2009

Lesarabræv sent 11.apríl 09

Steingja tunlarnar heiligdagar?
Ja, also eg hugsi um teir allarheilagastu – also dagarnar ikki teir heilagastu tunlarnar (og kanska kortini), sum langafríggjadag, 1. páskadag og 1. jóladag. Tá skuldu tunlar verið stongdir fyri ferðslu, hvørjum líkist tað, at bilar í hundraðtali koyra úr Klaksvík og til Havnar ella hin vegin? Slíkar heiligdagar? Ella í undirsjóartunlinum?

Ì Sandoynni halda vit okkum kúrr slíkar heilagar dagar. TÍ AT TEISTIN SIGLIR IKKI. Hvussu ber tað til, at bara fólk í Sandoynni skal verða tvingað til at halda heilagt, ella tvingað til at skulka frá arbeiði, ella møta 1 ½ samdøgur ov tíðliga til arbeiðis? Um tú t.d. skal til arbeiðis tíðliga 2. páskadagsmorgun, so mást tú fara við Teistanum leygardag, um tú skalt møta til arbeiðis til tíðina. Hetta er stórur órættur og ólíkskapur millum fólk í ymsum oyggjum.

Jú jú, Teistin er fínur, men um hann siglir ikki, so er alt sum einki.

Bergljót av Skarði

Tuesday, April 7, 2009

Friður í verðsins meldri



Áarføri.
Regnið glumdi niður frá morgunstundini av.
Áirnar standa á tremur.

Tað eru summi, sum dáma at fara út at gera seg at kroppi,

Soleiðis hesi á myndunum.




Leiðin gekk niðan í Svartaklova, har fossarnir stoyta seg útav.
Um veturin eru, ella vóru teir frystir og hingu sum eitt tjald yvir tað hulisliga, sum ein væntaði, at teir fjaldu. Nú dámar teimum at leika í.

Sofus segði mær frá eini søgu, hann hevði lisið um ein listamálara, sum skuldi mála FRIÐIN.
Hann málaði ein brúsandi foss. Á tromini lá ein klettur, sum skar fossin í tvey. Har hevði ein lítil fuglur bygt sær reiður. Har hevði hesin lítli fuglurin funnið eitt friðskjól í øllum meldrinum.

Soleiðis er í tí niðara fossinum í Svartaklova, har sker ein steinum fossin í tvey, og tað minnir meg á Sofus og hesa lítlu søguna. Tað ber til at finna friðin í verðsins meldri, sum her í Dali.

Men hesi, sum úti eru í regninum, hava tað stuttliogt, bæði við fossin og aftan fyri fossin. Tað var ikki tráðurin turrur, tá ið tey komu aftur at húsum , glað og nøgd.





Vilhelmina

Íshús

Í mondli nr. 2 frá 1982 er forvitnislig grein um íshús, sum Robert Joensen hevur skrivað. Seint í 1800-árunum vórðu íshús bygd ymsastaðni í Føroyum – og enn fleri komu eftir at frostkassar til agngoymslur gjørdust vanligir víða um. Orðið íshús varð brúkt um hús at goyma ís og kava í. Tey tóku gler úr homrum, áum, tjarnum ella vøtnum, og ísurin kundi verða borin ella fluttur á sleðu til íshúsið. Tá kyrt var, bar væl til at fáa ís, sum hekk í bakkanum fram við sjógv, og bæði menn og kvinnur kundu fara við báti at savna ís at avreiða. Tey gomlu íshúsini eru av gróti, hava flagtak, eingi vindeygu , tey nýggjaru eruúr betongi. Robert Joensen greiðir frá einum íshúsi, sum varð bygt uml.1920. Íshúsið í Dali eigur at vera gamalt. Poli Nólsoy hevur snøggað og hampað, so at tað nú stendur sum eitt satt prýði. Inni í íshúsinum hevur hann onkur gomul arbeiðsamboð standandi, og uttanfyri er kvørnin løgd. Eitt heilt museum í Flyttuni.