Vit fingu deiligan nátturða við øllum góðum, føroyskum og øðrum. Fleiri stuttligar talur vórðu hildnar: Gamli prestur legði dent á, tað høgu valdsmiklu støðu og ta torurødd, sum føðingardagbarnið hevur, tá ið hann stendur í kirkjutorninum. Eisini segði Jákup R. Hansen nakað um, at hann varð ávarðaður ímóti sandoyggjafólki, áðrenn hann fór suður sum prestur, tey høvdu ikki gott orð á sær. Jónleif helt eina fína talu við minnum frá barnaárumí Dali, ta tíðina var Sjúrður kongur í Dali, mest, flest og skjótast var Sjúrðasa ummæli. Eisini aðrar talur løgdu dent á Sjúrðasa arbeiðssemi, áhaldni, og Anfinn segði, at tað var altíð gott at ballast saman við Sjúrði úti í bønum.
Jacobinusa lagkaka var sjáldsom og flott við fleiri symbolum, sum eyðkenna Sjúrðasa lív og virki.
Og sjálvandi sungu vit nakrar av teimum gomlu góðu við harmonikuundirspæli.
Dalssíðan ynskir Sjúrði tillukku.