Vitus og Turið vóru til døgurða, og á matarlepanum var epla-purrusúpan, fiskafat og sviskutrifli.
So fóru vit út at skjóta við børnunum og hyggja, meðan teir fingu blikkini klár.
Kl. 22 tendraðu teir bálið, ovast reið ein flaggstong.
Hæddarpunktið á nýggjárinum er tátturin hjá Jónleif og nýggjársrøða hansara.
Í ár var tátturin um tey lyfti og olmussugávur, sum dalbingar lovaðu, ta ferðina, tá ið alt skalv í grót og grund í Dali, og molin klovnaði. Hetta var samstundis, sum Helga helt fimmtiáradag, og røðarin helt, at tað var ikki so, tá ið náttúran sjálv gjørdi vart við seg at hátíðarhalda dagin. Eg seti nøkur úrvald ørindi her (sangurin er 20 ørindi):
Tá ið Helga fylti fimmti ár, ristust allar grundir.
Molin toldi ei hetta ball, hann klovnar um miðju sundur.
-------------------
Mælti Bødvar høvdingi, hann ið aldrin sovnar,
“lova vit ikki olmussu, bygdin øll hon klovnar.”
------------------------
Hjartvar lovar at vaska sær, og greiða skeivan reikin.
Tórunn lovar av Kalsoynni at finna fittan sjeikin.
---------------------------------
Helga at venja á urguni, hvønn dag eina økt,
Jóanes í Stórhúsi at taka minni í røkt.
------------------------------
Sigurð lovar við hundinum at ganga langar túrar,
Ólavur á bonkinum vil stytta sínar lúrar.
-----------------------------------
Jón hann lovar í skúlanum væl við stjóran sættast.
Símun Hannus at botnaseyður allur skal roytast og rættast.
---------------------------------
Havið tá við klettin stóð, aldan tók at sova.
Ei hildu allir dalbingar tað, teir høvdu lovað.