Thursday, June 16, 2016
Bókastev í Dali
Bókastev hevur vanliga summarferiu í einar tríggjar mánaðir, so hesin summartúrur til Dals var uttan "heimaarbeiði." Vilhelmina var so beinasom at vísa okkum kirkjuna og Eiriksgarð. Hon vísti okkum eisini sítt nýggja vakstrarhús, sum var sera forvitnisligt.
Osla hevur latið seg í til allar eventualitetir.
Summar av hesum konunum eru so raskar og friskar, at tær fóru gjøgnum neytageilina og heilt niðan undir garðarnar. Tit síggja tær heilt har uppi. Tá ið farið var úr Dali, gjørdu vit eitt rend yvir til Gívrina við Gróthúsvatn.
Og so í kvøld komu Bergljót og Ásvør her á Suðuroyavegin við eini gávu, eg sigi so túsund takk tit allar samlar, tað er alt ov mikið. Havi fingið mær turran fisk og appelsindjús í kvøld, manga takk.
Tuesday, June 7, 2016
ÚTISETADAGUR 2016
Altíð er okkurt stuttligt í Dali! Nú verður hin vælumtókti útisetadagurin, tá ið dalbingar burturi og heima hittast í Dali og lata bygdina og bygdarfólkið enn einaferð tøla seg við sínum gandamátti. Vit taka frí, hugsa um einki, hitta fólk og finna gamlar kunningar.
Soleiðis skrivar Helga í lýsingini.
Hey. |
Sunday, June 5, 2016
Ruddingardagur í Dali 4. juni 2016
Børnini høvdu tað herligt í nýggjari trampolin, nýggj reiggjusetur vórðu eisini hongd upp.

Nógv fólk var møtt í Bláa húsi kl. 10 um morgunin. Fyrst var morgunmatur á skránni, og Nóa og Oddbjørg nutu sína sjokolátu í botn!

So varð farið til verka: mølin, áin, framvið vegnum, aftan fyri skúlan, millum garðarnar og ikki at gloyma plantasjan. Ídnar hendur, gamlar og ungar hentaðu og pilkaðu. Ikki eitt ullarpu ella eitt karamellupappír slapp at liggja.

Onkur helt, at ein plagar at siga, at børn órudda, men ruskið var tað mesta frá vaksnum. Róða koyrdi sum ein brandur, tá ið hon var sloppin leys av brúnni.

Kampingplássið fekk ein ordans umgang, har var tað mest grót og gásarlortur.

Túnið millum Eiriksgarð og fótbóltsvøllin varð lagt undir grús, og har vóru ungar ídnar hendur. Jón arbeiddi við sveittabrot, og Nóa noktaði at taka ímóti hjálp tí at hann dugdi sjálvur, og vit síggja, at hann orkar at lyfta spakanum.

Ein slíkur ruddingardagur ger ikki bara bygdina ruddiliga, hann ruddar eisini slóð millum menniskju, slættar og reinsar vegin millum teirra, og sum vit vita, er eitt smíl stytsi vegur millum fólk.

Grillmeistarin bjóðaði nátturða, og ikki bara pylsur, men burgarar við øllum góðum afturvið.

Og hey! der var harmonikan løgd um hálsin á Símun Eriki, og hann legðist ikki á boðini.

Endatiltakið var eitt stórt bál, har ruskið brendi, men tá var tygara reportari farin til hús.

Subscribe to:
Posts (Atom)