Sunday, June 5, 2016

Ruddingardagur í Dali 4. juni 2016

Børnini høvdu tað herligt í nýggjari trampolin, nýggj reiggjusetur vórðu eisini hongd upp.
ruddingardagur í Dali 101ruddingardagur í Dali 097ruddingardagur í Dali 094ruddingardagur í Dali 092
Nógv fólk var møtt í Bláa húsi kl. 10 um morgunin. Fyrst var morgunmatur á skránni, og Nóa og Oddbjørg nutu sína sjokolátu í botn!
ruddingardagur í Dali 010ruddingardagur í Dali 009
ruddingardagur í Dali 008ruddingardagur í Dali 003
ruddingardagur í Dali 014
So varð farið til verka: mølin, áin, framvið vegnum, aftan fyri skúlan, millum garðarnar og ikki at gloyma plantasjan. Ídnar hendur, gamlar  og ungar hentaðu og pilkaðu. Ikki eitt ullarpu ella eitt karamellupappír slapp at liggja.

ruddingardagur í Dali 051ruddingardagur í Dali 046ruddingardagur í Dali 042ruddingardagur í Dali 033
ruddingardagur í Dali 104
Onkur helt, at ein plagar at siga, at børn órudda, men ruskið var tað mesta frá vaksnum. Róða koyrdi sum ein brandur, tá ið hon var sloppin leys av brúnni.
ruddingardagur í Dali 108ruddingardagur í Dali 078
Kampingplássið fekk ein ordans umgang, har var tað mest grót og gásarlortur.
ruddingardagur í Dali 047ruddingardagur í Dali 040
Túnið millum Eiriksgarð og fótbóltsvøllin varð lagt undir grús, og har vóru ungar ídnar hendur. Jón arbeiddi við sveittabrot, og Nóa noktaði at taka ímóti hjálp tí at hann dugdi sjálvur, og vit síggja, at hann orkar at lyfta spakanum.
ruddingardagur í Dali 063
ruddingardagur í Dali 069
Ein slíkur ruddingardagur ger ikki bara bygdina ruddiliga, hann ruddar eisini slóð millum menniskju, slættar og reinsar vegin millum teirra, og sum vit vita, er eitt smíl stytsi vegur millum fólk.
ruddingardagur í Dali 022ruddingardagur í Dali 020ruddingardagur í Dali 002ruddingardagur í Dali 001
Grillmeistarin bjóðaði nátturða, og ikki bara pylsur, men burgarar við øllum góðum afturvið.
ruddingardagur í Dali 124ruddingardagur í Dali 119ruddingardagur í Dali 117
Og hey! der var harmonikan løgd um hálsin á Símun Eriki, og hann legðist ikki á boðini.
ruddingardagur í Dali 154
ruddingardagur í Dali 140
Endatiltakið var eitt stórt bál, har ruskið brendi, men tá var tygara reportari farin til hús.

No comments:

Post a Comment