Wednesday, September 7, 2016

Skálvíkskirkja 125 ár

 

DSC04302

Hátíðardagur var í Skálavík sunnudagin 4.september, nú kirkjan fyllir 125.

DSC04269

Vit fóru úr Dali í góðari tíð, tí at vit væntaðu, at kirkjan fór at vera fullsett.

DSC04283

Tríggir prestar tóku lut í gudstænastuni: gamli prestur, prestur og bispur. Sjónvarpið fylti nógv í tí lítlu kirkjuni. Eitt ovurstórt kamera á gólvinum og eitt innari í kóri, sum stóð beint frammanfyri deknin.

DSC04276

DSC04280

Prestarnir tóku sær av hvør sínum parti av gudstænastuni, og eyka var sangur og tónleikur hjá Ólavi Jacobsen og Ingibjørg Hansen. Tórshavnar manskór setti eisini dám á.

DSC04271DSC04272

Prædikan var um Martu, sum arbeiddi í køkinum, meðan Maria tók sær av løttum. Sum hann segði, um Marta ikki var, so fingu vit ongan døgurða í Skálavík éftir gudstænastuna. Bispur minti okkum á, at nýta løtuna, sum er beint nú. Okkara Marta í Skálavík var Elisabeth og hennara toymi.

DSC04281

Aftaná gudstænastuna vórðu øll boðin til døgurða. Eisini á Keldu var kórsangur og einsangur v. gittarspæli. Manskórið var væl mannað, herligt at hoyra Andreas Reinert syngja solo.

DSC04282

Jákup hugleiddi um Skálvíkskirkju við temanum “okkurt skal vera fyri eygað”. Og Vilhelmina bar eina heilsan.

DSC04275

 

DSC04301

Sandsprestur takkaði kirkjuráðum, próstadømisskrivstovu og kommununi, sum hevur sett ljóskastarar upp uttan fyri kirkjuna.

No comments:

Post a Comment